leygardagur 19. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
HÁSKÚLI
Ragnhild Olsen
Eg eri nú um at vera liðug við
skeiðið á Vetrarskúlanum á LO-
skúlanum í Helsingør. Hetta
hevur verið ein spennandi og
hendingarík tíð, og man freistast
til at siga, at var man ikki
vinstrasinnaður áðrenn, ja so er
ein tað nú. Her hevur man ikki
nakran annan møguleika, tí snøgt
sagt, so vænti eg tað er trupult at
trívast her, um man ikki hevur
»rættan lit!«
Ein vanligur dagur byrjar við
at syngja sangir sum »Når jeg
ser et rødt flag smælde«, ella
»Snart dages det, brødre«, og um
tað er ein serliga góður dagur
syngja vit »Internationala«.
Síðani er undirvísing, har kjakið
ofta er merkt av, at arbeiðarin
ikki hevur nóg góð kor, ella at
Anders Fogh Rasmussen ikki
umboðar tey veiku í samfelag-
num, og í døgurðasteðginum er
blaðið »Arbejderen« ein fastur
táttur.
Hetta er gerandisdagurin, tá
nógv ung, sum øll eru politiskt
áhugað og brenna fyri politisk-
um- og fakfelagsarbeiði, skulu
vera saman í 20 vikur.
Hetta við trivnaðinum er tó
bara ein pástandur, og tað kundi
verið spennandi, um onkur borg-
arligur tordi at taka avbjóðingina
at afturvísa pástandinum. Dugi
bara illa at ímynda mær tað í
løtuni…
Vetrarskúlin
Vetrarskeiðið er eitt háskúla-
skeið, sum er ætlað ungfólki,
sum hava áhuga fyri fakfelags-
arbeiði, politikki og umheim-
inum. Ætlanin við skeiðnum er
at geva luttakarunum vitan um
og førleika til at skilja trupul-
leikar og konfliktir í heiminum,
og á skeiðnum verður stórur
dentur lagdur á samhaldsfesti og
at skilja aðrar mentanir.
Vetrarskúlin er partur av teim-
um skeiðum, sum LO-skúlin í
Helsingør bjóðar. LO-skúlin í
Helsingør varð tikin í nýtslu 28.
mai í 1969, men longu í 1957
vóru ætlanir um at byggja henda
skúlan. Arbeiðið at tekna skúlan
varð bjóðað út í 1958, og hin
navnframi Jørn Utzon, sum eisini
hevur teknað operahúsið í Sid-
ney, hevði tað besta uppskotið.
Tað gjørdist tó ikki hann, sum
kom at standa fyri arbeiðinum, tí
hann um tað mundið fór undir
operahúsið, men Jarl Heger og
Karen og Ebbe Clemmensen,
sum fingu aðru virðisløn.
Avgjørt varð, at sjálvt um skúl-
in var ein partur av arbeiðinum
hjá LO, skuldi hann ikki vera
fíggjarliga bundin at LO. Byrjað
varð við nøkrum árligum skeið-
um, har Vetrarskúlin var tað eina
av teimum longru skeiðunum. Av
tí gamla bygnaðinum er Vetrar-
skúlin nú tað einasta langa skeið-
ið, og tað einasta skeiðið, sum
ikki er stórvegis broytt gjøgnum
árini. Nú eru, umframt Vetrar-
skúlan, nøkur skeið sum LO
skipar fyri, men ein stórur partur
av inntøkuni hjá skúlanum kem-
ur frá feløgum og arbeiðspláss-
um, sum leiga seg inn á skúlan at
halda skeið.
Pláss er fyri 26 næmingum á
Vetrarskúlanum, og tey síðstu
árini hevur verið fullteknað. Á
LO-skúlanum eru sera góðar
umstøður bæði til tað fakliga og
tað sosiala, og tað ger, at
háskúlalívið blómar. Her á
skúlanum er eitt serligt huglag,
tað minnast nokk øll, sum hava
verið her. Stemningurin er góður,
hvønn morgun er morgunsangur,
har sungið verður úr arbeiðara-
sangbókini, og um kvøldarnar er
altíð okkurt áhugavert á skránni.
Nógvir spennandi fyrilestrar
hava verið, síðani eg byrjaði, og
eisini er okkurt mentanarligt
tiltak á skránni hvørja viku. Og
um onki er á skránni, ja so eru
altíð nógvir skeiðsluttakarar á
skúlanum, sum ikki ætla sær at
sita hendur í favn, so her nýtist
einum als ikki at keða seg.
Spennandi frálæra
Undirvísingin er annarleiðis enn
Dagbók frá LO-skúlanum:
Reyður vetur í Helsingør
»Nu kommer verden til dig«. Soleiðis byrjar lýsingin av Vetrarskúlanum í Helsingør.
Ragnhild Olsen úr Sandavági er eitt av teimum ungu fólkunum við áhuga fyri
politikki og fakfelagsarbeiði, sum hevur verið á Vetrarskúlanum á háskúlanum hjá
LO í Helsingør, har dagurin byrjar við arbeiðarasangum
Vetrarskúlin 2004. Her eru vit 26 sum seinastu 5 mánaðirnar hava havt eitt sera spennandi og læruríkt háskúlauppihald. Vit hava m.a. lært um demokrati, fakfelagsarbeiði og at skilja aðrar
mentanir
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
9
undirvísingin vit kenna heimaní-
frá, her eru vit sjálvi allatíð part-
ur av sjálvari undirvísingini. Eitt
av aðalmálunum er, at skeiðslut-
takarin á Vetrarskúlanum sjálvur
er við til at leggja undirvísingina
til rættis, og tað krevur so eisini,
at ein er aktivur og fyrireikaður
hvønn dag. Men úrslitið av
hesum er, at vit, tá vit eru liðug,
hava lokið eitt VPG-skeið. VPG
stendur fyri Voksen Pædagogisk
Grundkursus, sum krevst her í
Danmark, um tú ætlar tær at
undirvísa í t. d. kvøldskúlum,
ungmannafeløgum ella fak-
feløgum.
Skeiðið er býtt upp í evni, m.
a. hava vit havt um journalistikk
og samskifti, demokrati og talu-
og skrivifrælsi, politikk og
religión og at skilja og virða
aðrar mentanir. Harumframt hava
vit tónleik, list og sjónleik. Eisini
hava vit ymsar uppgávur her á
skúlanum, m. a. at skipa fyri
morgunsanginum viðhvørt, og at
standa fyri onkrum tiltøkum.
Harumframt geva vit, hvørja
viku, okkara egna blað út, har vit
skiftast um at vera blaðfólk og
redaktørar.
Sum liður í at skilja aðrar
mentanir er hvørt ár ein náms-
ferð til eitt serstakt land, oftast
lond har demokrati ikki er ein
partur av gerandisdegnum, og
har talu- og skrivifrælsið ikki er
nøkur sjálvfylgja. Fyri tveimum
árum síðani vóru tey í Burma, í
fjør vóru tey í Bosnia, og í ár
fara vit til Filipsoyggjarnar. Vit
hava samband við ein filippinsk-
an háskúla sum eitur Education
For Life, og námsferðin er ein
stórur partur av øllum skeiðnum.
Heilt frá byrjan av fer ein partur
av tíðini við at læra okkara
filippinsku »vinir« at kenna, og
eina viku eftir at vit eru komin
aftur til Danmarkar, koma tey á
vitjan her, so nógv skal fyri-
reikast bæði frá okkara og teirra
síðu.
Filipsoyggjarnar
Háskúlin, Education For Life,
sum vit fara at vitja, byggir á
virðini frá danska háskúlasiðin-
um og hevur sum mál, at
filippinsk ungfólk í framtíðini
skulu læra at liva í einum
demokratiskum samfelag við tí
sum hartil hoyrir, og tað er
hesum, vit á Vetrarskúlanum
hava verið ein partur av síðani
vit byrjaðu. Ætlanin er síðani at
vit, tá vit eru á Filipsoyggjunum,
skulu vera við til at seta nakrar
ætlanir í verk, sum tey kunnu
arbeiða víðari við, og at tey, tá
tey koma til Danmarkar, skulu
síggja, hvussu fakfeløg og
áhugafeløg virka, og hvussu ein
kann vera við til at stovna eitt
áhugafelag.
Søgan er í stuttum, at Filips-
oyggjarnar ikki fyrrenn í 1946,
eftir fyrst at hava verið ein
sponsk og síðan ein amerikonsk
koloni, kundu velja teirra fyrsta
forseta. Síðan tá hava Filips-
oyggjarnar liðið undir Marcos-
einaveldinum, og skiftandi stýr-
um, sum uttan úrslit hava roynt
at innført jarðareigara-broytingar.
Á Filipsoyggjunum er stórt
fátækradømi, tey ríku eiga alla
jørðina. Umleið ein triðingur av
peninginum, sum kemur til
landið, kemur frá filippinum,
sum arbeiða uttanlands og senda
pengar heim. Filipsoyggjarnar
eru sostatt eitt nýtt og óstabilt
demokrati, sum enn hevur langt
eftir á leiðini til at gerast eitt
demokratiskt land, har pláss er
fyri øllum.
Ta síðstu tíðina hava vit brúkt
til at fyrireika uppihaldið hjá
teimum í Danmark. Í byrjanini
kendist tað sera møtumikið at
fara undir eina slíka uppgávu,
nógv skuldi fáast upp á pláss,
bæði hvat viðvíkur praktiskum
viðurskiftum, og ikki minst, hvat
viðvíkur persónligari uppfatan.
Um vit ásanna tað ella ei, so
hava vit øll sera nógvar fordómar
og ymsar uppfatanir av, hvør er
besti mátin at skilja aðrar ment-
anir, so áðrenn vit kundu fara í
gongd, mátti man gera nøkur
viðurskifti upp við seg sjálvan.
Nakað sum er av alstórum
týdningi í einum slíkum projekti
er, at vit ikki skulu geva teimum
ta uppfatan, at Norðanlond eru
nógv betri enn Filipsoyggjarnar.
Vit hava jú ikki einkarætt til,
hvør rætti livihátturin er, og
sjálvt um livistøðið her er hægri,
og vit hava størri persónligt
frælsi, so hava vit uttan iva
nógvar trupulleikar at dragast
við, sum tey ikki kenna til á
Filipsoyggjunum. Men vit halda
okkum vera á røttu leið nú og
eru sera spent at fáa vitjan. Vit
vóna, at tey kunnu brúka ta
vitan, tey fáa her, og at tey koma
at fáa nakað burturúr uppihald-
inum. Hetta er avgjørt ein av-
bjóðing, sum vit av øllum alvi
ætla at gjøgnumføra við so
góðum úrslitum sum gjørligt.
Og nú gleða vit okkum til at
fara til Filipsoyggjarnar. Tað
verður spennandi endiliga at
uppliva landið og fólkini, sum vit
hava havt ovast á dagsskránni
síðstu vikurnar. Eg kann hugsa
mær, at tey eisini eru spent upp á
at møta okkum. Tey hava eisini
gjørt nógv burturúr at vit skulu
fáa nógv burturúr uppihaldinum,
so nú verður spennandi.
Og hvør veit? Kanska
heimurin kemur til mín…
Ein stórur partur av undirvísingini er bólkaarbeiði. Uppgávurnar, sum vit skulu loysa, eru bæði fjølbroyttar og
spennandi
Á skúlanum eru sera góðar umstøður, sum eru karmur um sosiala trivnaðin
Vit keða okkum aldrin, frítíðin fer við at hugna okkum á ymiskar mátar.
Her er altíð onkur sum tekur stig til okkurt stuttligt tiltak, og sum oftast eru
tey væl fyriskipað
C
M
Y
K
29
28