Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004 11 10 Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004 – Tað skal verða soleiðis, at øll kunnu fortelja eina søgu, og at øll eru áhugaverd. Tað skal ikki verða soleiðis, at tú hevur kendar story-tellers. Tað skal vera fyri øll, sigur Birita Nolsø av Ferða- ráðnum, sum er samskipari ev ES-verkætlanini Destination Viking í Føroyum. Ferðaráðið og Fornminnis- savnið eru farið í samstarv um hesa trý ára ES-verkætlanina, sum eisini er í øðrum norðan- londum. – Nú er ætlanin er brúka gomlu bygdagøturnar á Sandi og Skúvoy. At skapa søguleiðir, og fáa kommunurnar at skelta. Umhvørvið í Sandoynni er sera søguligt, sigur Birita Nolsø, sum saman við Regin Debess, Marna Jacobsen, og Julianna Joensen hevur verið á Sandi og Skúvoy og kannað viðurskiftini. Men Birita Nolsø sigur, at møguleiki er eisini fyri at gera søguleiðir kring allar Føroyar. – Ein kundi gjørt søguleiðir um allar Føroyar, og vónin er, at vit kunnu víðka um virksemi aftaná hesa pilot-verkætlanini. Tað er ongin forðing fyri, at ferðavinnan kring landið roynir at menna teirra søguligu tilboð, sigur Birita Nolsø av Ferða- ráðnum. – Vit hava havt ein søgubólk á Sandi, sum hevur savna søgur inn. Søgurnar er partur av søguleiðini, sigur Birita Nolsø. hkm ORÐ OG MYNDIR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Føroyingar og vit hava nógv til felags í mentanarligum høpi. Norðurlendska mentanin er rætti- liga sterk á Orknoyggjunum. Vit hava eitt ávíst tilknýti til Skot- land, men vit eru ikki skotar. Vit kenna okkum nógv meira heima her í Føroyum, enn vit gera í Skotlandi. Tað sigur Tom Your, søgusigari úr Orknoyggjum, um sín fyrsta túr til Føroya. Hann sigur, at oyggjabólkarnir báðir minna um hvønn annan. – Serliga í 70’unum og 80’unum gekk fram á við strembanini eftir meira sjálvstýri. Vit liggja á kantinum av Skot- landi, og einasta orsøkin til, at Skotland hevur hildið upp á okkum, er, at vit hava olju í Orknoyggjum og Hetlandi. So tað gevur nógvar pengar til skotsku stjórnina. Men burtur- sæð frá tí, so hava skotar ongan áhuga í okkum, sigur Tom Your. – So vit kenna okkum at vera uttanfyri. Okkara trupulleikar verða ikki ordiliga viðgjørdir í skotsku stjórnini, sigur hann. Ævintýr og heksajakstranir Tom Your sigur, at teirra søgur eru fólksligar. Søgurnar eru vorðnar ein partur av mentanini, tí fólk dáma væl søgurnar. – Vit hava eina blanding av ymsum søgum. Vit hava ævintýr ella "wonder tales." Søgur um kópar, sum taka skinnið av og verða menniskju. Søgur um havfrýr og ósjónligar oyggjar, sum hoyra til huldufólk. Tað er ein fantasi-verð, sigur Tom Your. – Men vit hava eisini søgur um heksajakstranir, kríggj, hungurs- neyð - viðurskifti sum ávirka oyggjalívið. Søgusigararnir vóru bert í Føroyum í fáar tímar, áðrenn teir fóru víðari á teirra søguleið. Tey dansaðu nakin Á eysturlandinum á Orkunoyggjunum er ein bygd. Hon er leysliga knýtt at restini av landinum við einari strípu av sandi. Ein ungur maður búði har. Eina náttina kom hann heim sera seint. Ongin visti, hví hann kom heim so seint. Onkur helt hann hevði vitja unnustu sína. Hann kom so heim; gekk fram við sandinum. Tað var myrkt. Náttin hevði lagt seg yvir landið, og mánalýsi var. Tá hann gongur framvið sandinum, hoyrir hann tónleik. Hann klatrar upp um heyggin, sum liggur við sandsíðuna; roynir at lurta hvaðani ljóðið kemur. Hann sær ein flokk av menniskjum, dansandi nakin í mánalýsinum, sum endurspeglast á teirra hvíta holdi. Rundanum tey liggja fleiri skinn. Menniskjuni dansa øll í einum stórum sirkli. Ungi maðurin undrast á, hví øll skinnini eru har. Spakuliga fer hann grulvandi fram við strondini. Og har, frammanfyri honum, liggur eitt kópaskinn. Hann tekur skinnið í hendi og eyðleiðir tað. Hann fer aftur til goymistaðið aftanfyri heyggin. Hann tekur kópaskinnið við sær. Tónleikurin tónar alla náttina til sólin rísur. Við tað at sólin kagar undan havsbrúnni, steðgar tónleikurin. Øll menniskjuni taka kópaskinn upp á og fara í havið. Øll uttan eitt menniskja. Ein ung kvinna. Hon leitar bangin eftir sínum skinni, men skinnið er ikki at finna. Í sínum vónloysi rennur hon upp um heyggin, har ungi maðurin liggur fjaldur. Hon rennur beint í fangið á unga manninum. Hann hyggir í eygu hennara. Hann er ástartikin sum ongantíð áður. Ongantíð fyrr hevði hann sæð so vakra og undurfulla kvinnu. Hann ger av at taka hana heim við sær og gifta seg við henni. Hon hevur tó aðrar ætlanir. Hon roynir av øllum alvi at ríva seg leysan frá unga manninum. Hon skríggjar. Hon vil ikki verða á landi. Hóast tað dregur ungi maðurin hana heim við sær. Hon situr við eldin eina løtu, grátandi og nakin. Sum tíðin líður, venur hon seg tó við tilveruna á landi. Hon byrjar at klæða seg í vanlig klæði sum menniskju. Hon varð glað, og dámdi væl unga mannin. Tey giftast og fáa børn og liva lukkuligt í eina tíð. Hon plagdi at siga við hann: "Eg veit, hvar tú goymir mítt kópaskinn. Tað er í kistuni. Men um tú elskar meg, halt so skinnið langt frá mær. Tí um eg síggi skinnið, so vil eg kanska í havið aftur, men eg eri glað her saman við tær. So halt skinnið vekk frá mær." Tað gekk so væl í eina tíð. Inntil ein dag í august. Ein stórur marknaður varð hildin, sum vardi í ellivu dagar. Tey lata seg í fínasta skreyt og fara avstað. Men tá maðurin kemur heimaftur, stendur hurðin til húsið opin. Og hann hugsar, at tað var løgið. Hann rópar á konu sína, men hon svarar ikki. Hann rennur inn í húsið og fer í kistuna. Kópaskinnið er vekk. Hann visti hví: lykilin til kistuna var í gomlu klæðunum. Hon hevði helst funnið lykilin, og hon visti, hvat hesin lykilin kundi geva henni. So hon opnaði kistuna og hugdi í. Har var skinnið. Hon vildi bara kenna freistingina. Bara kela skinnið eina síðstu ferð. Hon rørir við tað, men freistingin var ov stór. Hon vildi kenna tað at sínum kroppi. Hon tekur tað upp og leggur skinnið at sínum holdi. Tá visti hon, at hon mátta fara aftur í havið. Hon rann oman á strondina, tók kópaskinnið upp á seg og kavaði í havið. Maðurin leitaði eftir kvinnuni í fleiri ár. Hon kom aldrin aftur. Tey plagdu at siga, at tá børnini spældu niðri við strondina, var ein kópur altíð at síggja. Ein kópur sum táraði og græt. Ein kópur hvørs hjartað var knúst. Tom er søgusigari Søgan omanfyri er fortald av einum storyteller. Einum søgusigara. Tveir søgusigarar úr Hetlandi og Orknoyggjum vóru í Føroyum fyrst í juni. Tom Your er ein av teimum, og hann fortaldi sína søgu Birita og søgurnar Birita Nolsø av Ferðaráðnum er samskipari ev ES-verkætlanini Destination Viking í Føroyum. Hon hevur eisini fingið Tom Your til Føroya at fortelja søgur Mynd: Jens Kristian Vang Seks lond eru við í verkætlanini, sum eitur Destination Viking ella Søguslóðir, ið er ein trý ára ES-verkætland.Tey seks londini eru Ísland, Skotland, Noreg, Grønland, Svøríki og Hetland. Hetta er annað árið, at ES-verkætlanin koyrir í Føroyum. Ætlanin er at skapa sagatrails ella søguleiðir í Føroyum. Hesar skulu gera søgurnar livandi, millum annað við at skelta og vísa á hendingar úr miðøld, sum hava týdning fyri søgurnar. FAKTA Tom Your er søgusigari C M Y K 31 30