hósdagur 17. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tær báðar, Fríðbjørg Hammer og
Fía Petersen, eru ógvuliga fegnar
um tann stuðul og uppbakking,
sum synirnir báðir hava fingið í
sambandi við Ung í arbeiði.
– At Sunleif hevur verið við í
Ung í arbeiði hevur gjørt, at vit
hava kent eina kollosala menning
heima. Fyrsta dagin kom hann heim
til eini tóm hús, og tað hevur hann
ongantíð torað áður, sigur Fríðbjørg
Hammer.
Hon sigur, at Sunleif hevur verið
glaður alla tíðina, hann var við í
Ung í arbeiði.
– Hann hevur biðið um at vera
einsamallur heima um morgunin, tá
eg havi koyrt systkini í barnagarð,
og tað var fyri líkasum at summa
seg, áðrenn hann skuldi til arbeiðis,
sigur Fríðbjørg Hammer.
Sunleif var við tvær tær fyrstu
vikurnar, og er tískil liðugur nú,
meðan Emil Petersen er við tær
báðar seinnu vikurnar.
– Tað var ein nokkso drúgv til
gongd at fáa hetta í lag. Men leiðarin
fyri tiltakinum, Petur Háberg, var
við upp á tað beinanvegin, og hevur
alla tíðina verið ein inspiratión fyri
okkum, eru Fríðbjørg Hammer og
Fía Petersen samdar um.
Hinvegin eru tær eitt sindur
vónsviknar av Almannaverkinum.
– Vit høvdu fleiri fundir, eisini
við Almannaverkið, og hóast tey
lótust áhugað so vísti tað seg, at tá
til stykkis kom, høvdu tey skorið
stuðulin niður úr einari helvt til ein
fjórðing, sigur Fía Petersen.
Hetta steðgaði tó ikki tilgongdini,
og tær báðar siga, at Petur Háberg
gjørdi av at halda fram við átak
inum.
Pengarnir týdning
Teir báðir tannáringarnir eru menn
ingartarnaðir.
Sunleif
Hammer
gongur í Skúlanum á Trøðni, með
an Emil Petersen gongur í Eystur
skúlanum.
– Hóast teir báðir eru menning
artarnaðir, løgdu vit stóran dent
á, at teir sluppu at vera saman við
hinum ungdómunum. Tað var eis
ini gjørt nógv burtur úr, at hini
í arbeiðsbólkinum fingu at vita,
hvørjir teir báðir vóru, og eg má
siga, at bæði gentur og dreingir
tóku væl ímóti teimum, siga tær
báðar, Fríðbjørg Hammer og Fía
Petersen.
Tær eru báðar sera nøgdar við
tað, sum teir báðir hava uppliva,
men eisini tað, sum tær hava upp
liva heima.
– Nú er hetta fyrstu ferð, at
menningartarna sleppa at vera
saman við hinum ungdómunum, og
tí var ilt hjá okkum at siga, hvussu
nógv teir fóru at klára. Tí samdust
vit um, at teir skuldu arbeiða hálvan
dag. Tá so alt er yvirstaðið, fara vit
at eftirmeta og finna fram til, hvat
vit kunnu gera øðrvísi næsta ár,
siga tær báðar.
Pengarnir, sum teir fáa fyri at
vera við í Ung í arbeiði, hava ikki so
nógv at siga fyri mammurnar, men
teir eru kortini av stórum týdningi
fyri teir báðar, Emil og Sunleif.
– Fyri okkum er tað meira tað,
at teir kunnu verða við, serliga í tí
sosiala, tí tað er har eg kenni, at teir
fáa mest burtur úr, sigur Fríðbjørg
Hammer.
Men fyri teir báðar ungu hava
pengarnir alstóran týdning, og
spurdir um, hvat pengarnir skuldu
brúkast til, er Emil skjótur at
svara:
– Eg skal keypa eini hús!
Letur upp møguleikar
Eftir nærri umhugsan helt hann
tó, at tað kanska var eitt hugskot at
keypa eina X-box í staðin. Og Sun
leif var á somu leið.
– Eg haldi, at eg fari at keypa
eina Playstation fyri pengarnar,
sigur hann.
Spurdir um hvat teir hava gjørt,
meðan teir hava verið við í Ung í
arbeiði svara teir samsvarandi.
Mála, lúka ókrút, raka gras sam
an, tikið egg og naglar úr bussskýl
um, siga Sunleif og Emil.
Teir halda báðir, at tað hevur
Leo Poulsen
Í seks ár hevur Petur Háberg ver
ið leiðari fyri átakinum, Ung í arb
eiði.
– Tað hevði líka sum koyrt eftir
sama skinnara, og hetta við at
hava menningartarnað við í Ung
í arbeiði var mær als ikki komið til
hugs, sigur Petur Háberg.
Hann tók tí ímóti teimum báð
um, Fríðbjørg Hammer og Fíu Pet
ersen, við opnum ørmum.
– Eg helt beinanvegin, at tað
var eitt frálíkt hugskot, sum av
gjørt átti at roynast, sigur Petur
Háberg.
Tey høvdu so fundar saman,
og høvdu somuleiðis fund við
Almannaverkið.
– Tey vístu stóran áhuga, men
sýntust ikki at hava neyðugu
orkuna. Eg segði tí við hesar báðar
mammurnar, at tær bara skuldu
melda synir sínar til, og so máttu
vit bara taka tað harfrá, sigur Pet
ur Háberg.
Hann fór tí til sín arbeiðsgevara,
sum er Tórshavnar kommuna, við
einari kostnaðarætlan.
– Eg legði so tað á borðið, og
teir vístu ógvuliga stóra vælvild,
og játtaðu neyðugu upphæddina,
sigur Petur Háberg.
Hann rósar eisini samstarvinum
við Fríðbjørg Hammer og Fíu Pet
ersen.
– Eg merkti beinanvegin, at
hetta hevði nógv at siga fyri tær,
og tí tók eg mær hesa uppgávuna
nær, sigur Petur Háberg.
Aftur í næsta ár
Hetta var nakað heilt nýtt fyri
Ung í arbeiði, tí honum vitandi,
vóru menningartarnað ikki við i
nøkrum bólki áður.
– Tað hevði nógv at siga fyri tær
báðar, at tey menningartarnaðu
vóru
við
í
teimum
vanligu
bólkunum, og ikki í serbólkum.
Tað tóktist mær at vera eitt gott
hugskot, so tað royndu vit, sum
eitt royndarár, sigur Petur Há
berg.
Hann sigur, at fólk yvirhøv
ur ikki geva sær far um, hvønn
týdning tað hevur, at menningar
tarnað sleppa við í vanligu bólk
arnar.
– Tað er serliga á sosiala økin
um, at tað hevur stóran týdning, og
tað merkti eg eisini væl á mamm
unum, sigur Petur Háberg.
Hann heldur, at talan hevur
verið um eina sólskinssøgu við
hesari royndini.
– Øll lata líka væl at, bæði eg
sjálvur, Fríðbjørg Hammer, Fía
Petersen og Jenny Kragesten. So
tá hetta Ung í arbeiði er av, fara
vit at eftirmeta árið í ár og leggja
til rættis, hvussu Ung í arbeiði skal
fara fram komandi ár, sigur Petur
Háberg.
Ivaðist onga løtu
Tað sigur leiðarin fyri Ung í arbeiði í Tórshavnar kommunu,
tá Fríðbjørg Hammer og Fía Petersen vendu sær til hansara
Hetta er eitt
gott upplivilsi
Tað eru bæði møður og synir samd um, nú Sunleif Hammer og Emil Petersen sum
menningartarnaðir hava verið og eru í Ung í arbeiði hjá Tórshavnar kommunu
Petur Háberg ivaðist
onga løtu, tá Fríðbjørg
Hammer og Fía Petersen
vendu sær til hansara
Mynd: Sigmar Mørkøre