Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Jenny Kragesten kendi seg vist eitt sind­ur vónbrotna, tá hon ikki varð út­vald til sjey av leiðarunum til Ung í arbeiði, millum tey yvir 40, ið høvdu søkt. – Men so fekk eg eina upp­ring­ing frá Petur Háberg, har hann spurdi, um eg kundi hugsa mær at verða stuð­ul hesar fýra vikurnar. Og tað segði eg sjávandi ja til, sig­ur Jenny Krage­sten. Og hetta hava verið tríggjar spenn­andi vikur, sum hon nú hev­ ur verið stuðul. – Tað hevur sjálvandi veirð ym­ iskt frá tí eina menn­ing­ar­tarn­aða til tann næsta, tí brekini, tey bera, eru so ymisk. Men tað hev­u­r verið bæði spennandi og avbjóðandi, sig­ ur Jenny Krage­sten. Hon er sum aðrastaðni nevnt 20 ára gomul, men hevur upplivað mangt og slíkt. – Seinastu fýra mánaðirnar havi eg fjakka, og eg havi eisini ver­ið hjálparfólk í Peru, ið kann sam­an­ líkn­ast við at vera stuðul. So í so máta kanst tú siga, at eg havi nakrar roynd­ir, sigur Jenny Krage­sten. Hon heldur eisini, at hini í bólk­ un­um hava víst stóra virðing fyri teim­um menningartarnaðu. – Tey hava tikið væl ímóti teim­ um, hava spurt og víst ábyrgd. Við hvørt havi eg verið heilt imponerað, sig­ur Jenny Krage­sten. Um arbeiði við Emil Petersen sig­ur hon, at tað hevur gingið sæl. – Talan er um tanáringar, við tí, sum hartil hoyrir. Við hvørt skulu teir hava eina pausu, og við hvørt skulu teir hava eitt spark í aft­ur­ part­in, sigur Jenny Krage­sten. Hon heldur, at starvið er gott. – Tann góða fríska luftin og tey ungu, sum eru ógvuliga gev­andi, gera hetta til eitt frálíkt summ­ar­ feriu­starv, sigur Jenny Krage­sten. Hugsa ikki um tað Jenny Kragesten er sum nevnt stuð­ul hjá teimum fýra menn­ing­ artarnaðu, sum eru við í Ung í arb­ eiði í ár. Men í bólkinum er tað Edith Dahl Jakobsen, sum er leið­ari. – Eg haldi, at tað hevur rigg­að ógvuliga væl við at hava Em­il Pet­ ersen við í bólkinum. Og satt at siga hava vit ikki hugs­að so nógv um, at hann er menn­ingartarnaður, sigur Ed­ith Dahl Jak­obsen. Hon heldur hinvegin, at tað hev­ur verið gott, at hava tvær eyka hend­ur. – Hann er sterkur og huga­góð­ur, og hevur gjørt tað, sum hann er bið­ in um, so tað hevur rigg­að sera væl, sig­ur Edith Dahl Jak­ob­sen. Tað, at Jenny Kragesten hevur tik­ið sær so væl av honum, hevur sjálv­andi hjálpt nógv um. – Satt at siga hava vit ikki hugsa so nógv um, at hann er menn­ing­ar­ tarn­aður. Hann møtir til tíðina um morgn­arnar sum øll hini, og hann ger sína uppgávu til lít­ar, sigur Ed­ ith Dahl Jakobsen. Hon heldur avgjørt, at hend­an roynd­ir hevur verið ein sól­skins­ søga. – Hetta er avgjørt nakað, ið Tórs­ havn­ar kommuna eigur at gera aft­ ur næsta ár, og gera til ein fastan tátt í Ung í arbeiði, sig­ur Edith Dahl Jak­obsen, bólka­leið­ari. Tað heldur Jenny Kragesten, sum hevur verið stuðul hjá teimum fýra menningartarnaðu, ið eru við i Ung í arbeiði í ár ver­ið stuttligt at verið við í Ung í arb­ eiði – eisini um tað kann vera nokk so strævið. – Men tað, sum hevur havt størsta týdning, er, at teir hava verið til arbeiðis, og teir fáa sína løn, sigur Fríð­ bjøg Hammer. Hon er ógvuliga glað fyri tað arb­ eiði, sum Petur Háberg hevur gjørt í sambandi við Ung í arbeiði hjá teimum báðum. Men hon er esini sera glað fyri stuðulin, sum teir hava havt. – Eg var eitt sindur skeptisk, tá eg fekk at vita, at talan var um eina 20 ára gamla gentu. Men eg má siga, at eg var positivt ovfarin av henni. Hon kom heim til okkum, áðr­enn Sunleif byrjaði og tosaði við hann. Á tann hátt kendi hann seg ikki fremandan og ótryggan, tá hann møtti til arbeiðis mánadagin eft­ir, sigur Fríðbjørg Hammer. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er ikki serliga opin, og tí kann tað fáa týdning seinni í lívinum, at teir báðir fáa hesa uppliving og roynd­ir. – Hvør veit, um tað finst ein kom­ andi løgmaður millum teir ung­dóm­ ar, sum okkara dreingir eru sam­an við í Ung í arbeiði. Ella onkur stjóri ella leiðari. Tað kundi latið upp fyri nýggjum møguleikum, nú hesi ungu hava lært Sunleif og Emil at kenna, sigur Fríðbjørg Hammer. leo@sosialurin.fo Tey hava verið røsk Ung í arbeiði Umsóknir: 450 Sloppu við: 205 2/3 í bólki - 1/3 á stovni 7x2 bólkar max 8 í bólkinum Aldur: 14-16 ár Sunleif Hammer dámdi væl at vera til arbeiðis í Ung í arbeiði. Her tekur hann egg úr vegginum á einum bussskýli Mynd: Jenny Kragesten Emil Petersen og stuðul hansara, Jenny Kragesten, til arbeiðis í Ung í arbeiði Mynd: Sigmar Mørkøre