hósdagur 17. juli 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Í Vinnumálaráðnum verður
stórur partur av løgfrøðiligu
orkuni í løtuni brúkt til at
fyrireika umfatandi dagfør
ingar av føroysku vinnufe
lagslóggávuni og hugverks
rættinum, sum er danskt
málsøki, men har fleiri dag
føringar og broytingar, ið eru
gjørdar í Danmark, ikki eru
settar í gildi í Føroyum.
Tá danskar lógir ella lóg
arbroytingar skulu setast
í gildi í Føroyum, skal tað
gerast við sonevndum rík
islógartilmæli,
har
heitt
verður á donsku ríkismynd
ugleikarnar at seta viðkom
andi lógir og broytingar í
gildi í Føroyum.
Donsk lóggáva
Men hóast vinnufelagslóg
gávan er yvirtikin, verður
eisini hon dagførd við støði
í dagførdu donsku vinnufe
lagslóggávuni.
– Politikkurin hjá hesum
og undafarna landsstýri hev
ur verið, at okkara vinnulóg
gáva skal vera á hædd við og
samsvara tilsvarandi lóggávu
í grannalondunum – í ES-
londunum og EBS-londunum
– og tað merkir fyri okkara
viðkomandi donsk lóggáva.
Tí snýr tað seg eisini í stóran
mun um at umseta danska
lóggávu til føroyskt, sigur
Sørin Pram Sørensen, leið
andi løgfrøðingur í Vinnu
málaráðnum.
EBS-londini eru lond, sum
ikki eru limir í ES, men sum
á týðandi økjum hava felags
búskaparpolitikk við ES.
Tó at talan í stóran mun
er um at seta í verk danska
lóggávu
í
Føroyum,
so
vissar Johan Dahl, vinnu
málaráðharri, um, at tillag
ingar um neyðugt verða
gjørdar, so lógirnar passa bet
ur til føroyska samfelagið.
– Tað gjørdu vit til dømis
eisini, tá vit bólkaðu vinnufe
løgini og skuldu gera av, nær
eitt felag var í bólki A, B, C
ella D. Bólkingin er lagað til
føroysk viðurskifti, hvat til
dømis umsetningi og grann
skoðan viðvíkur, sigur Johan
Dahl.
Ivasamur
Hann er eisini ivasamur,
hvørt tað er rætt at innføra
íverksetarafeløgini,
sum
eru í donsku lógini, og har
krøvini til partapening eru
ógvusliga linkað í mun til
vanlig partafeløg og smá
partafeløg.
Ein
atfinning
her kann vera, at tað virkar
búskaparpolitiskt skeivt at
stimbra undir økt virksemi í
uppgangstíðum, sum vit hava
nú, har tað frammanundan
er trot á arbeiðsmegi.
– Vit hava í løtuni eitt
samskifti við Vinnuframa
grunnin, har hugt verður
eftir, hvussu vit kunnu gera
okkara íverksetaraskipan i
heimsklassa, og tað verður
eisini kannað, hvussu aðrar
tjóðir hava gjørt, sum eru í
front vidvíkjandi íverksetan,
til dømis okkara grannar og
USA.
– Komandi broytingarnar
og dagføringarnar eru ikki
endaliga vidgjørdar politiskt
enn, just tí eg eisini vil hava
kannað og lýst viðurskifitini
við íverksetan og tí partinum
av lóggávuni við linkaðum
krøvum til partapening og
annað, sum danir og aðrir
hava sett i verk. Vit skulu
hava lýst fyrimunir og vansar
við hesum, og eg eri sjálvur
ikki enn sannførdur um,
hvørt tað er rætt at gera júst
hasa broytingina. Kanska
skulu vit heldur hyggja at
skipanini við íverksetan sum
heild og gera hana so góða
sum til ber viðvíkjandi ráð
geving, stuðli, fígging o.s.fr.
Her vænti eg at fáa eitt upp
skot frá Vinnuframa í næstu
framtið, sigur Johan Dahl.
Ingolf S. Olsen
Fyri vinnuna sum heild er ein
dagføring av vinnufelagslóg
gávuni og atknýttari lóggávu
neyðug, fyri at hon alla tíð
ina skal vera í samsvar við
tilsvarandi lóggávuna úti í
Evropa, har hon støðugt verð
ur dagførd. Tí fegnast Marita
Rasmussen, stjóri í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, um stóra
dagføringararbeiðið, sum er
sett í gongd í Vinnumálaráð
num.
– Vit ynskja okkum eitt
vinnulógarverk á sama stigi
og eftir sama leisti sum í
restini av Evropa. Tað hevur
stóran týdning, bæði tá
føroyskar fyritøkur skulu
bjóða seg fram uttanfyri
Føroyar, og tá útlendskar
fyritøkur koma henda vegin,
sigur
Marita
Rasmussen,
stjóri í Føroya Arbeiðsgev
arafelag.
Serliga tá tað snýr seg um
immateriella
rættin,
hug
verksrættin, ið umfatar prod
uktverju – tað eru lógirnar um
patent, vørumerki, sniðgeving
og lógin um brúksmodell –
eru stór hol í føroyska lógar
– og regluverkinum.
Um allar dagøringarnar
í vinnufelagslóggávuni og
í lóggávuni um hugverks
rættin, sum eru framdar
í Danmark seinastu árini,
nú eisini verða framdar í
Føroyum, verða í øllum før
um
tvær
nýskapanir,
ið
kunnu fáa stóran týdning
fyri føroysk vinnu, serliga
íverksetaravirksemið.
Vinnupotensjali
Tann eina er lógin um brúks
modell, ið gevur eitt slag
av patentið uppá smáupp
finnilsir, software og kon
septir, ið tað annaðhvørt er
ómøguligt ella ov tvørligt
at taka vanligt patent uppá
sum er.
– Hesin nýggi møguleikn
er spennandi, tí føroyska
vinnan
hevur
ment
mannagongdir og software,
serliga
innan
matvøru
vinnuna, ið ikki eru vard.
Við lógini um brúksmodell
verður so ein skjótur og
einfaldur máti at fáa hesar
loysnirnar vardar. Eg síggi
eisini eitt potensjali í hesum
fyri øktum og kanska eisini
nýggjum virksemi innan eitt
nú menning av software. Tá
produktið er óvart, gevur tað
bara meining at brúka tað í
egnum virksemi, men tá tað
er patenterað ella vart á
annan hátt, ber til at menna
loysnir við sølu fyri eyga, sig
ur Marita Rasmussen.
Hin nýskapanin er íverk
setarafeløgini,
sum
dag
føringin av donsku parta
felagslógini gav rúm fyri
á nýggjárinum. Við einum
symbolskum
partapeningi
kunnu íverksetarar stovna
sovorðin feløg.
Marita Rasmussen heldur
eisini, at føroyskum íverkset
arum tørvar betri umstøður,
men hon hevur ikki gjørt sær
nakra avgjørda meining um,
hvørt íverksetarafeløgini eru
besta loysnin.
– Hatta er nakað, ið verð
ur gjørt i einstøkum londum
fyri at seta gongd á íverkset
aravirksemið, so tað ber til at
hyggja at royndum har. Vit
fara at viðgera hetta nærri, tá
lóggávan kemur til hoyringar
seinni í ár. Men tað er greitt,
at tað helst er størri váði at
gera handil við eitt felag, ið
lítlan og ongan eginpening
hevur aftanfyri seg. Tað
hevur heldur onki at standa
ímóti við, um tað gongur illa
í hond, og líka mikið, um eitt
felag kann stovnast uttan
partapening, so hevur tað
tørv á rakstrarkapitali, um
nakað virksemi skal verða.
Hinvegin so hevur tað stóran
týdning at skapa góðar karm
ar fyri íverksetarar, tí dagsins
íverkseti er framtíðar fyri
tøkan, staðfestir hon.
Umfatandi dagføring
av vinnulóggávu
Grundarlag fyri øktum virksemi
Øll vinnufelagslóggávan og hugverksrætturin skulu endavendast og fáast
at samsvara við lógir og reglur í hinum evropeisku londunum.
Vinnufelagslóggávan verður alla tíðina dagførd í ES, og patentlóggávan er ikki
dagførd her heima í longri tíð. Tí fegnast Marita Rasmussen, stjóri í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, um umfatandi dagføringina, sum nú verður fyrireikað
í Vinnumálaráðnum. Hon hevur ikki enn gjørt sær avgjørdar meiningar um
innihaldið, men sær spennandi møguleikar í nýggju lógini um brúksmodell.
Johan Dahl vil hava, at føroyska vinnulóggávan samsvarar lóg
gávuni í londunum rundan um okkum, men hann er ivasamur,
hvørt tað er rætt at innføra íverksetarafeløg við linkaðum
krøvum til millum annað partapening í Føroyum júst nú.
– Vit ynskja okkum eitt vinnu-lógarverk á sama stigi og eftir
sama leisti sum í restini av Evropa, sigur Marita Rasmussen,
stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon heldur potensjali
vera fyri øktum virksemi í nýggju lógini um brúksmodell.
Í Vinnumálaráðnum verður arbeitt
við hesum umfatandi dagføringum:
Í lógarverkinum um hugverksrætt, ið undantikið lógina um
upphavsrætt enn er danskt málsøki: Dansk patentlógin, lógin
um vørumerki, lógin um sniðgeving, lógin um brúksmodell.
Í vinnufelagslóggávuni:
Lógin um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirki,
so tað millum annað fram eftir bert verður eitt
slag av góðkendum grannskoðarum.
Ársroknskaparlógin, so hon verður í
samsvar við tær broytingar, ið gjørdar eru í
tilsvarandi donsku lógini síðani 2008.
Partafelagslógin, millum annað við nýggjum
ásetingum um íverksetarafyritøkur.
Lógin um vinnurekandi fyritøkur, millum annað
soleiðis, at tað fram eftir ikki fer at bera til at stovna
fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd eftir hesi lógini.
Lógin um vinnurekandi grunnar, millum annað soleiðis, at
gjøgnumskygnið í virkseminum hjá vinnurekandi grunnum
verður størri, og størri krøv verða sett til leiðsluna.
Lógin um bókhaldsskyldu, sum ikki er dagførd síðani 1978.