Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Um Løgtingið tekur undir við tí til ta tíð – ætlandi eina­ ferð í næstu tingsetu – fara føroyskir íverksetarar fram eftir at kunna byrja sítt virksemi í serligum íverk­ setara-partafeløgum nær­um uttan eginpening – parta­ pening. Hesin møguleiki varð veru­leiki í Danmark, tá teirra vinnu­felagslógir vórðu dag­ førd­ar á nýggjárinum, og har kunnu íverksetarafeløg set­ast á stovn við bert einari krónu í partapeningi eftir broyttu partafelagslógini. Hesin parturin er eisini við í stóra fyrireikandi arb­ eið­num at dagføra alla vinnu­fe­lagslóggávuna, sum fer fram nú, men Johan Dahl, vinnu­málaráðharri, leggur tó í aðrari grein her á síðunum dent á, at broytingarnar í lóg­gávuni ikki er politiskt við­gjørdar enn, og at hann sjálv­ur ikki er sannførdur um, at tað er rætt at ættleiða júst hesa donsku broytingina í partafelagslógini. Vit skulu tora Men tað vónar Rani Nolsøe, leið­ari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, at hon verður, og hann hevur eisini vónir um meira enn tað. – Í USA hevur New York tik­ið dystin upp við Silicon Wal­ley sum bráðpanna fyri íverk­setan, og stórbýurin hev­ur vunnið tann dystin. Upp­skriftin er einføld: Tey gera íverksetaradeplar, har íverksetarar, sum hava ori­gi­ nal hugskot og fáa góðkent eina verkætlan, fáa 10 ár at byggja seg upp í, og í hesum tíð­arskeiðnum sleppa teir und­an partafelagsskatti og strangum, formligum rokn­ skap­arreglum og fáa ístaðin holla ráðgving og hjálp til verk­ætlanina. Har yviri nevna teir ein sovorðnan depil eina silo. Eg vildi ynskt fyri okkara íverksetarar, at vit fáa okkurt, sum líkist hes­um, har vit eins og am­er­ ik­anarar tora at geva fólki, ið hava góð hugskot, ein møgu­ leika – eisini um hugskotið er vilt og váðiligt, sigur Rani. Nolsøe. Hann heldur, at loysnir av hes­um slagnum sum tann í New York hóska seg serliga væl sum liður í økismenning í Føroyum. – Ímynda tær, hvat kundi spurst burtur úr fyri tann ein­staka og virksemið í øll­ um økinum, um til dømis sand­oyingar fingu eina so­ vorðna silo. Hatta er ein fín­ ur máti at skapa nýggj og góð arb­eiðspláss. – Sum støðan er í dag, so berjast 99 prosent av øll­um okkara íverksetara- verk­ætlanum fyri lívinum í eina tíð fyri síðani at muga leggja kong, tí tað fæst ikki at bera til, tá ein íverksetari frá fyrsta degi skal reka eina fulltikna fyritøku við øll­um, ið henni hoyrir til við stór­ um byrjanarkapitali og rokn­ skap­arreglum. Bara tað eina pros­entið yvirlivir, men tað pros­enttalið kann ivaleyst økj­ast munandi við einari New York-loysn, sigur Rani Nolsøe. Tvíeggjað svørð Meðan hann tekur væl ímóti hugsanini um íverk­set­ara­ feløg, er hann væl meira iva­ samur, tá tað snýr seg um lógina um brúksmodell, ið eisini er partur av øllum dag­ føringarpakkanum á vinnu­ lóg­arøkinum. Henda lógin, sum longu hevur verið í gildið í Dan­ mark­ar í nógv ár, skal verja smá­uppfinningar, software og konseptir, sum tað er trup­ult ella ógjørligt at fáa van­ligt patent uppá. – Tað sær gott út við fyrsta eygnabrái, men heldur enn at virka stimbrandi fyri íverk­ set­an, so kann henda lógin skjótt fáa øvugtan virknað. Tí vandi er fyri, at til dømis størri fyritøkur fara at søkja um brúksmodell-verju á nær­ um alt. Tá verður lógin ein forð­ing fyri íverksetarar, tí teir alla tíðina renna seg inn í vardar loysnir, tá teir fáa góð hugskot, sum teir ætla at arbeiða við, sigur leiðarin í Íverksetarahúsinum í Klaks­ vík. Lætti til íverksetarar Íverksetarar fáa kanska møguleika at stovna serlig partafeløg nærum uttan partapening. Eitt stórt framstig heldur Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, sum tó kundi ynskt íverksetarunum uppaftur betri umstøður. Teir eiga, eins og í New York, at sleppa undan strangum roknskapar­reglum og partafelagsskatti tey fyrstu árini, so teir fáa fótað sær, heldur hann. Hinvegin heldur hann patentverju eftir lógini um brúksmodell kunna verða eitt tvíeggjað svørð. Umframt íverksetarafeløg nærum uttan partapening ynskir Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum, at íverksetarar fáa eitt byrjanar skotbrá í nøkur ár, har teir ikki skulu rinda partafelagsskatt og sleppa undan strangum roknskaparkrøvum og í staðin fáa hjálp og holla ráðgeving. Hol skulu tippast Saman við einari røð av øðrum vinnulógum verður patentlóggávan eisini dagførd næstu tingsetuna. Í hesum sambandi er ætlanin at seta í gildi donsku lógina um brúksmodell, ið fer at gera tað lættari hjá einstaklingum og smáum virkjum at fáa vart smærri uppfinningar, ið tað ikki ber til at fáa vanligt patent uppá. Ingolf S. Olsen Nógv hol eru í lóg­gáv­ uni um sonevnda ídn­ að­arhugverksrættin – immaterialrættin – sum er galdandi í Før­oy­um. Ein partur av ídn­að­ar­hug­ verksrættinum er pat­ entlóggávan, og ein týdn­ ing­armikil partur í stóra arb­eiðnum at dagføra alt vinnu­felagslógarverkið er at tippa holini í patent­lóg­gáv­ uni. Í hesum sambandi er ætl­ an­in at seta donsku lógina um brúksmodell í gildi Før­ oy­um. Henda lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1992 og seinni er broytt, tryggjar verju í upp til 10 ár av smærri upp­finningum, skipanum og kon­septum, ið ikki ber til at fáa patent upp á eftir sjálvari pat­entlógini, ið annars eisini verð­ur dagførd. Føroyskir snillingar Rúni Joensen er løgfrøðiligur ráð­gevi í Vinnumálaráðnum og hevur dagføringina av hug­ verksrættinum um hendi. – Føroyingar er óførir at finna smartar loysnir upp á alt møguligt, tá praktiskur tørv­ur er á teimum. Innan ali­vinnuna til dømis hava vit fleiri sovorðnar serstakar loysn­ir, men sum er, eru tær óvard­ar. Hetta sama er helst gald­andi innan øll møgulig onn­ur vinnuøki eisini, og vit eiga eisini nógvar praktiskar snill­ingar, ið bara duga væl at finna upp á. – Men ógvuliga høg krøv skulu lúkast fyri at fáa eitt veruligt patent uppá eitt produkt, og tað er ein drúgv, byrokratisk og ofta kostn­ að­armikil gongd, áðrenn kom­ið verður har til. Tí vildi eg hildið, at lógin um brúks­ mod­ell kemur væl við her heima, tí sjálvt um tað ikki eit­ur patent, so gevur lógin eina góða patentlíknandi prod­uktverju í eitt rímiliga langt áramál, sigur hann. Danir trýsta Tað er ikki bara fyri okkara egnu skyld, at patentlóggávan verð­ur dagførd. Donsku mynd­ugleikarnir streingja eis­ini á at fáa donsku dag­ før­ingarnar settar í gildi í Før­oyum. – Patentlóggávan er danskt málsøki og ásetingar og avgerðir, ið eru tiknar við støði í lógini, skulu hava gildi í øll­um ríkinum. Føroysku pat­ entini kunnu tí sigast at vera óheimilað í Føroyum, tá tey verða latin eftir einari dag­ førd­ari danskari lóg, sum tó ikki er galdandi í Føroyum, tí vit ikki hava fingið seinastu donsku dagføringina setta í gildi við einum rík­is­lóg­artil­ mæli. Soleiðis er støð­an í veru­leikanum nú, og tað er ikki haldbart – ser­liga ikki fyri avvarðandi mynd­ugleikan, sum í hesum før­in­um er dansk­ur, sigur Rúni Jo­ensen. Nýggi ES-pat­ent­dóm­stól­ urin, ið Danmark við fólka­ at­kvøðu fyri stutt síðani tók und­ir við og er vorðin limur av, kann eisini fara at elva til andsøgnir, har føroysk pat­ent hava gildi í Danmark og øllum ES-londunum, ið hava tikið undir við ES-dóm­ stólinum, men ikki í Før­ oyum, tí Føroyar ikki eru limir í ES og tískil ikki fylgja við Danmark inn í pat­ent­ sam­starvið. Við ES-pat­ent­dóm­stól­in­ um fylgir nevniliga eitt nýtt ES-patent. Um ES-patent er fing­ið í einum landi, so verður tað automatiskt galdandi í øll­um hinum ES-londunum, ið eisini hava tikið undir við ES-dómstólinum. – Tað kann so verða ein sam­ráðingarspurningur, um vit onkursvegna eisini kunnu verða partur av ES- dóm­stólinum – um politiskur meiri­luti er fyri tí. ES-pat­ ent­dómstólurin er serligur á tann hátt, at hann ikki bara skal døma, men eisini kanna og gera uppsøkjandi arb­eiði í sambandi við tey pat­entini, hann varðar av. Tí­skil verður patentverjan har væl betri enn við hinum pat­entunum, vit kenna, sigur Rúni Joensen. Umframt produktverju eftir lógini um brúksmodell kunnu føroyingar og føroyskar fyritøkur søkja hesi patent, tá lógarverkið eftir ætlan er liðugt dagført í næstu tingsetu: Danskt patent, ið er galdandi fyri alt ríkið. Evropeiskt patent – evropeisku londini, ið eru partur av hesum patentsamstarvinum skulu hvørt sær góðtaka og seta patentrættindi í gildi. ES-patentið – nýtt patent, ið beinanvegin fær gildi í øllum ES-londunum, ið eru við í ES- patentdómstólinum, um eitt land setir tað í gildi. Altjóða patent – sera torfør tilgongd, og tað verður sera sjáldan, at føroyingar ella føroyskar fyritøkur fara eftir hesum patentinum. Patentlóggávan er partur av hugverksrættinum – immaterialrættinum – ið undantikið lógina um upphavsrætt er danskt málsøki. Lógin um upphavsrætt er yvirtikið málsøkið, og hann skilir seg eisini frá restini við, at hann altíð er galdandi fyri produktir, ið eru umfatað av lógini. Tað ber ikki til at frásiga sær upphavsrættin. Hinvegin er tað neyðugt við góðkenning og váttan fyri at fáa verju eftir hinum lógunum til dømis sum vørumerki ella patent. – Føroyingar er óførir at finna smartar loysnir upp á alt møguligt, tá praktiskur tørvur er á teimum. Eg vildi hildið, at lógin um brúksmodell kemur væl við her heima, tí sjálvt um tað ikki eitur patent, so gevur lógin eina góða patentlíknandi produktverju í eitt rímiliga langt áramál (Mynd Rúni Joensen)