Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Almannaverkið átti at havt tryggj­að sær, at partarnir høvdu skilt hvønn annan, áðr­enn avgerð varð tikin um til­boð­ini. Tað staðfestir Fíggjar­ mála­ráð­ið, sum hevur við­ gjørt klagu frá Idé Møblum í sambandi við, at ráðið ikki tók av bíligasta tilboðnum, sum var frá Idé Møblum. – Almannaverkið átti at havt tikið av tilboðnum frá Idé Møblum, tí tað kann ikki sigast, at stórvegis mun­ur er á sniðinum, men prís­munurin var stórur. Al­ manna­verkið kundi allar­ helst havt tikið nýggja av­ gerð í málinum, tá ið Idé Møbl­ar bað Almennaverkið um hetta, men nú er so langt frá­liðið, at tað ber neyvan til at broyta avgerðina, utt­an at hetta fær stórar fíggj­ar­ligar avleiðingar fyri Al­manna­ verkið, verður sagt í niður­ støðu­ni hjá Fíggjar­mála­ráð­ num tí staðfestir: – Vit kunnu tí ikki annað enn læra av mistøkunum, sum eru gjørd í hesum til­ boðs­fyri­spurninginum, so­ leið­is at tey ikki henda aftur. Løgmansskrivstovan hev­ur sent kæruna frá Idé Møblum mótvegis Al­man­ na­verki­num um keyp av skriv­stovuinnbúgvi til Fíggj­ ar­mála­ráðið til endaliga av­ greiðs­lu. Fíggjarmálaráðið hev­ur viðgjørt kæruna í sam­ráð við toymið, sum er skip­að sambært punkt 7 í rund­skrivi­num um keyp av vørum og tænastum, og niður­støðan er soljóðandi: Almannaverkið átti at havt tryggjað sær, at part­ar­ nir høvdu skilt hvønn annan, áðr­enn avgerð varð tikin um til­boð­ini. Almannaverkið átti at havt tikið av tilboðnum frá Idé Møblum, tí tað kann ikki sigast, at stórvegis mun­ur er á sniðinum, men prís­mun­ur­in var stórur. Al­ manna­verkið kundi allar­ helst havt tikið nýggja av­ gerð í málinum, tá ið Idé Møbl­ar bað Almennaverkið um hetta, men nú er so langt frá­lið­ið, at tað ber neyvan til at broyta avgerðina, utt­an at hetta fær stórar fíggj­ar­lig­ ar avleiðingar fyri Alman­ na­verk­ið. Vit kun­nu tí ikki annað enn læra av mis­tøku­ num, sum eru gjørd í hesum til­boðs­fyri­spurn­ing­inum, soleiðis at tey ikki hen­da aftur. Eirikur Lindenskov Í sambandi við keyp av skriv­stovuinnbúgvi til Al­ manna­verkið, spurdi Al­man­ na­verk­ið seg fyri hjá Fíggjar­ mála­ráð­num, hvørt hetta keyp skuldi bjóðast út sam­ svar­andi nýggja rund­skrivi­ num um keyp av vør­um og tænast­um. Al­manna­verkið fekk at vita, at tey annað­ hvørt skuldu senda tilboðs­ fyri­spurning til í minsta lagi tveir veitarar ella bjóða inn­búgvs­keypið út á Keyps­ portali­num. Almannaverkið valdi at sen­da út tilboðsfyrispurning. 28. november 2013 sen­ di Almannaverkið út tilboðsfyrispurning til Idé Møblar, Nema og Vøruhúsið á Hjalla. Í tilboðs­fyri­spurn­ ingi­num var m. a. upplýst, hvat fyri innbúgv talan var um, hvussu tilboðini fóru at verða vektað og at freist­in at lata inn tilboð var miku­ dagin, tann 4. desember 2013, kl. 12. Allir tríggir veitararnir lótu inn tilboð til ásettu freist­ina. 6. desember 2013 boðar Almanna­verkið øllum trim­ um veitarunum frá, at Al­ manna­verkið hevði gjørt av at taka av tilboðnum frá Nema. Avgerðin varð grund­ að á eina meting av prísi og sniði. 10. desember 2013 sendir Al­manna­verkið prísirnar á tilboðunum út til allar veitar­ar­nar, tí ein veitari hevði spurt um prísirnar á til­boðu­num. Prísirnir á tilboðunum vóru soljóðandi: Idé Møblar: kr. 217.858 Nema:kr 275.396 Vøruhúsið á Hjalla: kr. 344.830 Sama dag, 10. desember 2013, boðar stjórin hjá Idé Møblum Almannaverkinum og almannastjóranum frá, at tey ikki skilja avgerðina hjá Almannaverkinum um at taka av tilboðnum frá Nema, tí tilboðið frá Idé Møblum var kr. 57.538 bíligari enn tilboðið frá Nema. Grundgevingina um snið skilja tey hjá Idé Møblum heldur einki av. Idé Møblar heldur tí ikki, at framferðarhátturin hjá Al­manna­verkinum kann góð­takast, og heitir á Al­ mannaverkið um at taka nýggja støðu í málinum. 11. desember 2013 svar­ar almannastjórin Idé møbl­ um aftur, at tey halda fast um avgerðina hjá Al­manna­ verkinum um at taka av til­ boð­num frá Nema, út frá einari samlaðari meting av prísi og sniði. 13. desember 2013 kemur stjórin hjá Idé Møblum við enn einari áheitan til Al­ mannastjóran um at taka mál­ið upp til nýggja viðgerð. Stjórin hjá Idé Møblum vísir m.a. á, at Almannaverkið ikki hev­ur tilskilað nóg greitt, hvussu nógv treytirnar um prís og snið verða vektað, og tí hevur Almannaverkið ikki fylgt ásetingunum í rund­ skrivinum um keyp av vørum og tænastum, sum sigur “Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat til­boð verður valt, eigur greitt at verða tilskilað í til­boðs­fyri­ spurninginum, hvussu nógv ymsu viðurskiftini vekt­að í samlaðu metingini av til­ boðnum.” Idé Møblar hevur eisini við­lagt skriv frá veitara sín­ um, sum vísir á, at innbúgvið frá Fumac og Dencon, sum ávika­vist Nema og Idé Møbl­ ar umboða, á allan hátt kun­ nu síðustillast, og tí má met­ ast at vera líka nógv vert. Tí hev­ur Almannaverkið tikið av einum tilboði, sum er 26 pro­sent dýrari enn lægsta boð. 17. desember 2013 svarar almanna­stjórin stjóranum hjá Idé Møblum aftur. Al­ manna­stjórin metir, at til­ boð­i­ð frá Idé Møblum í minni mun enn tilboðið frá hinum veitar­unum lýkur kravið um, at sniðið stórt sæð er líka sum núverandi innbúgv. Hes­ um greiðir hann nærri frá við at vísa til ymsar smálutir, sum víkja frá í innbúgvinum hjá Dencon, samanborið við inn­búgvið frá Fumac. Al­manna­verkið metir tí, at umbønin um tilboð og við­ gerðin av tilboðunum tey mót­tóku, fylgir ásetingunum í rund­skrivinum frá Fíggjar­ mála­ráðnum. Sama dag, 17. desember 2013, sendir stjórin hjá Idé Møblum teldupost til Anniku Olsen, lands­stýris­kvinnu, og spyr hana, um hon tekur undir við fram­ferð­ar­hátti­ num í hesum málinum, har al­manna­stjórin hevur av­víst at taka nýggja støðu í máli­ num. Stjórin hjá Idé Møblum vil eisini vera við, at Al­ manna­verkið hevur ikki broytt atferð eftir at nýggja rund­skrivið um keyp av vør­ um og tænastum kom í gildi. Idé Møblar hevur hevur fleiri ferðir áður vent sær til fyrrverandi stjóran á Al­ manna­stovuni, og spurt, um Idé Møblar kundi loyva sær at koma við tilboðum, tá ið Almannastovan keypti skriv­ stovuinnbúgv. Svarið var nei, tí Al­manna­ stovan hevði avtalu við Nema um keyp av innbúgvi. Tey hjá Idé Møblum duga tí ikki at síggja, at støðan hes­ um viðvíkjandi er broytt, Skeiv avgerð ko – Vit kunnu ikki annað enn læra av mistøkunum hjá Almannaverkinum, sigur Fíggjarmálaráðið i niðurstøðu Tað tók eitt hálvt ár at staðfesta, at Almannaverkið gjørdi ein feil við ikki at taka av bíligasta tilboðnum Hálvt ár um at staðfesta feilin almannaverkið