hósdagur 17. juli 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Fíggjarmálaráðið hevur í
samráð við toymið, sum er
skipað sambært punkt 7 í
rundskrivinum um keyp av
vørum og tænastum, við
gjørt kærumálið, og Fíggjar
málaráðið hevur soljóðandi
viðmerkingar.
Almannaverkið
sendir
út tilboðsfyrispurning til
tríggjar veitarar. Hetta er í
samsvar við punkt 2 og 4.1
í rundskrivinum um keyp
av vørum og tænastum, har
tað verður kravt, at tilboð
skulu biðjast frá í minsta
lagi 2 veitarum, tá ið keypið
verður fíggjað við rakstr
arjáttan á løgtingsfíggjar
lógini og er oman fyri
50.000 kr., men minni enn
800.000 kr. u/mvg.
Almannaverkið
hevur
harafturímóti
ikki
givið
veitarunum nakra ítøkiliga
freist at seta spurningar, og
vektingin av øðrum viður
skiftum enn prísinum er
heldur ikki serliga greið í
tilboðsfyrispurninginum.
Sambært
rundskrivinum
um keyp av vørum og tæn
astum eru hesi viðurskifti
grundleggjandi krøv til ein
tilboðsfyrispurning.
Í rundskrivinum og frá
greiðingini frá Vinnumála
ráðnum um innkeyps- og
útboðspolitikkin hjá landi
num verður víst á stóra
týdningin,
at
partarnir
hava skilt hvønn annan,
áðrenn
veitararnir
fara
í holt við at fyrireika til
boðið, tí tá slepst undan,
at avgerðir verða tiknar
á
skeivum
grundarlag,
og at misskiljingar koma
fram eftir, at avgerð er
tikin um, hvør fær ordran.
Tí hevur tað stóran týdn
ing, at veitarar fáa eina
freist at seta spurningar
til innihaldið í tilboðsfyri
spurninginum.
Almanna
verkið tryggjaði sær ikki
nóg væl, at allir partarnir
høvdu skilt hvønn annan,
við at geva teimum freist at
seta spurningar til tilboðs
fyrispurningin. Hesin feil
urin eigur ikki at koma fyri í
sambandi við útbjóðing ella
tilboðsfyrispurningar.
Í rundskrivinum og frá
greiðingini frá Vinnumála
ráðnum um innkeyps- og
útboðspolitikkin hjá landi
num
verður
somuleiðis
víst á, at um tað ikki bert
er prísurin, men eisini onn
ur viðurskifti, sum hava
týdning fyri, hvat tilboð
verður valt, eigur greitt at
verða tilskilað í tiboðsfyri
spurninginum, hvussu nógv
ymsu viðurskiftini vekta
í samlaðu metingini av
tilboðnum. Hetta staðfestir,
at tað sum útgangsstøði er
prísurin, sum eigur at vekta
mest.
Í
tilboðsfyrispurningi
num varð upplýst, at tilboð
ini verða vektaði javnt eftir
prísi, og at snið er tað sama
ella stórt sæð eru líka sum
núverandi innbúgv. Sam
bært myndunum og saman
beringunum av innbúgvi
num frá Fumac og Dencon,
so kann ikki sigast, at tað er
stórvegis munur sniðinum
á innbúgvinum frá hesum
báðum veitarunum, men
prísmunurin er stórur. Tí
átti Almannaverkið at havt
tikið av tilboðnum frá Idé
Møblum,
sum
umboðar
Dencon og hevði tað bílig
asta tilboðið.
Tað skal eisini viðmerkj
ast, at Idé Møblar ger skjótt
av og kærir beinanvegin
avgerðina
hjá
Almanna
verkinum, har tey heita á
Almannaverkið um at taka
nýggja støðu í málinum. Al
mannaverkið hevði tí allar
helst kunna tikið nýggja
avgerð í málinum, uttan
at hetta hevði fingið fíggj
arligar avleiðingar fyri Al
mannaverkið.
Niðurstøða
Almannaverkið átti at havt
tryggjað sær, at partarnir
høvdu skilt hvønn annan,
áðrenn avgerð varð tikin
um tilboðini.
Almannaverkið átti at
havt tikið av tilboðnum frá
Idé Møblum, tí tað kann ikki
sigast, at stórvegis munur
er á sniðinum, men prís
munurin var stórur.
Almannaverkið
kundi
allarhelst havt tikið nýggja
avgerð í málinum, tá ið Idé
Møblar bað Almannaverkið
um hetta, men nú er so langt
fráliðið, at tað ber neyvan til
at broyta avgerðina uttan at
hetta fær stórar fíggjarligar
avleiðingar fyri Almanna
verkið. Vit kunnu tí ikki
annað enn læra av mistøku
num, sum eru gjørd í hesum
tilboðsfyrispurninginum,
soleiðis at tey ikki verða
endurtikin.
Málið er hervið endaliga
avgreitt frá Fíggjarmála
ráðnum, skrivar Mortan
Simonsen, ráðgevi í Fíggjar
málaráðnum,
í
niður
støðuni.
staði 60.000 kr
eftir at rundskrivið um keyp
av vørum og tænastum kom
í gildi.
14. januar 2014 sendir Al
mannamálaráðið
kæruna
til Fíggjarmálaráðið, har Al
mannamálaráðið spyr, um
tað ber til at fáa vegleiðing
frá toyminum, sum sambært
punkt 7 í rundskrivinum um
keyp av vørum og tænastum,
kann vegleiða í tílíkum mál
um.
3. februar 2014 svarar
Fíggjarmálaráðið Almanna
málaráðnum aftur og vísir
á síni høvuðs- sjónarmið í
málinum.
Fíggjarmálaráðið
vísir
m.a. á, at Almannaverkið fekk
at vita frá Keypsportalinum,
at best var at bjóða inn
búgvið út, tí tað var ósann
líkt og helst óneyðugt, at alt
innbúgvið hevði sama snið.
Fíggjarmálaráðið leggur dent
á, at prísurin eigur at vekta
mest. Um onnur viðurskifti
verða mett at hava stóran
týdning, so eigur at virkast
fyri, at hesi heldur verða
tikin við sum fortreytir í
útbjóðingini.
Víst
verður
eisini til orðingarnar í rund
skrivinum um keyp av vørum
og tænastum, sum siga: “Um
tað ikki bert er prísurin, men
eisini onnur viðurskifti, sum
hava týdning fyri, hvat til
boð verður valt, eigur greitt
at verða tilskilað í tilboðs
fyrispurninginum,
hvussu
nógv
ymsu
viðurskiftini
vekta í samlaðu metingini
av tilboðnum.”
4. februar 2014 sendir Al
mannamálaráðið teldupost
til Almannaverkið, har spurt
verður um Almannaverkið
hevur nakað at leggja afturat
málinum ella hevur aðrar
viðmerkingar,
sum
hava
tey meta hava týdning fyri
málið. Freistin at koma við
viðmerkingum var týsdagin
18. februar 2014.
18. februar 2014 sendir
Almannaverkið sínar við
merkingar til Almannamála
ráðið. Almannaverkið upp
lýsir, at tey fingu at vita frá
Fíggjarmálaráðnum (Keyps
portalinum), at Almanna
verkið skuldi velja millum
tilboðsfyrispurning
til
í
minsta lagi tveir veitarar ella
útboð. Almannaverkið av
gjørdi á hesum grundarlagi
at biðja um tilboð frá trimum
veitarum.
Almannaverkið sigur seg
hava greitt frá fyri Keyps
portalinum, at talan var
um eitt “ískoytiskeyp” har
meginparturin av innbúgvi
num skuldi inn í skrivstovur
har innbúgv longu var, og
tí var tørvur á, at innbúgv
hevði sama snið. Hetta var
upplýst av Keypsportalinum
at verða eitt sakligt atlit.
Almannaverkið
sig
ur seg eisini hava upp
lýst munnliga fyri Keyps
portalinum, hvussu tey fóru
at orða treytirnar, og fingu
munnliga játtandi svar frá
Keypsportalinum.
Fíggjar
málaráðið hevur tó við teldu
posti víst á, at tað “er ósann
líkt og helst óneyðugt, at alt
innbúgv hevur sama snið.”
Almannaverkið vísir síðan
aftur til grundgevingarnar,
sum tey áður hava givið fyri
sínari avgerð.
25. februar 2014 sendir Al
mannamálaráðið teldupost
til Idé Møblar, har spurt
verður um Idé Møblar hevur
nakað at leggja afturat við
merkingunum frá Almanna
verkinum, áðrenn Almanna
málaráðið tekur støðu í
málinum.
Sama dag, 25. februar
2014, svarar stjórin hjá Idé
Møblum Almannamálaráð
num aftur, at hann skilir væl
niðurstøðurnar hjá Fíggjar
málaráðnum um at prísurin
vektar mest, meðan onnur
viðurskifti kunnu takast við
og vektast upp á forhond.
Sjónarmiðini hjá Idé Møblum
eru framvegis tey somu, sum
fleiri ferðir eru framførd yvir
fyri Almannaverkinum og
í teldupostinum til Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu.
17. mars 2014 biður Al
mannamálaráðið,
umvegis
teldupost,
Almannaverkið
senda sær tilboðið frá Idé
Møblum við leinkjum til við
komandi myndir, soleiðis at
til ber at samanbera ymsu
vørurnar, serliga fundarstól
arnar.
20. mars 2014 sendir Al
mannaverkið
myndir
og
viðmerkingar av innbúgvi
frá Fumac og Dencon til Al
mannamálaráðið.
24.
mars
2014
rykkir
stjórin hjá Idé Møblum, við
telduposti,
Almannamála
ráðið eftir niðurstøðuni hjá
ráðnum. Hann viðmerkir
samstundis,
at
vónandi
slepst undan, at drál eisini
verður eitt element í máli
num.
Sama dag, 24. mars 2014,
svarar
Almannamálaráðið
Idé Møblum aftur, at Idé
Møblar kann vænta svar í
vikuni.
26. mars 2014 sendir Al
mannamálaráðið
alt
til
farið í kærumálinum til
L ø g m a n ss k r ivs tov u n a
til
víðari
avgreiðslu,
tí
virkandi aðalstjórin í Al
mannamálaráðnum
er
komin til ta niðurstøðu,
at
Almannamálaráðið
er
ógegnigt at viðgera mál,
sum
virkandi
stjórin
á
Almannaverkinum, ið annars
er stjóri í Almannamálaráð
num, tekur ella er við til at
taka.
Almannamálaráðið
vísir til § 3, stk. 1, nr. 4 smh.
við nr. u5 í fyrisitingarlógini.
27. mars 2014 sendir Al
mannamálaráðið teldupost
til Idé Møblar, har ráðið
boðar frá, at kæran er send
Løgmansskrivstovuni
til
víðari avgreiðslu. Almanna
málaráðið sigur seg harmast
um, at tey vóru farin undir
viðgerðina,
áðrenn
støða
varð tikin um vantandi gegni,
men ráðið metti samstundis,
at tað er avgerandi, at fult
álit er á avgerðini í tílíkum
málum.
Løgmansskrivstovan hev
ur síðan sent málið til Fíggj
armálaráðið at viðgera.
14.
apríl
2014
sendir
stjórin
hjá
Idé
Møblum
teldubræv til aðalstjóran
í Fíggjarmálaráðnum, har
hann vísir á drúgvu við
gerðina av kæruni, sum enn
ikki er avgreidd. Hann kann
ikki hugsa sær, at hetta
skal vera arbeiðslagið, tá ið
tað snýr seg um kærur um
innkeyp, og hann vónar, at
Fíggjarmálaráðið nú fer at
bera skjótt at í hesum rætti
liga einkla máli.
Svarið frá Fíggjarmála
ráðnum upp á kæruna frá
Idé Møblum er dagfest 17.
desember – eitt hálvt ár og
fýra dagar eftir, at kæran
varð send.
almannaverkið
Prísurin eigur at viga mest
Tá stórvegis munur ikki eru sniðinum á innbúgvinum frá hesum báðum veitarunum, men prísmunurin
er stórur, so átti Almannaverkið at havt tikið av tilboðnum frá Idé Møblum, sigur Fíggjarmálaráðið