hósdagur 17. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Tvær systrar
doyðu av
tuberklum
Tað eru fáar bygdir sum eiga so nógv søgu sum Gjógv. Men tað er altíð okkurt at leggja
afturat. Vit hava hitt tann 92 ára gamla Jógvan Christiansen, ættaður frá Gjógv
G
jógv er ein søgurík bygd, og
her er eisini nógv fest á blað.
Vit kunnu bara hugsa um
bókaverkið hjá Peter Jacob
Sigvardsen.
Okkurt ískoyti er eisini gjørt í hesi røð.
Hetta var røðin við Dinnufíu og Jógvan
Sofus Ferjá í 2007.
Serliga Dinnafía mintist so ótrúliga væl
til. Hon er eitt gott dømi um, at tosast skal
við slík fólk, áðrenn tað er ov seint. Hon
doyði stutt eftir hennara frásøgn, og tað var
eitt satt kvett, at partur av hennara vitan er
varðveitt.
Vit hava nú hitt Jógvan Christiansen, sum
var dupult systkinabarn við Dinnufíu. Hon
var nakað eldri enn Jógvan, men tíðin hjá
teimum hevur verið nakað tann sama. Gjógv
var ein uppá seg stór bygd við einum ríkum
bygdarlívi og við teimum vanlukkum, sum
vóru so eyðkendar fyri hesa tíðina.
Jógvan er føddur 23.10 1921, og er tískil 92
ára gamal. Hann minnist eisini ta ræðuligu
vanlukkuna við Acorn í 1928, tá ið sjey menn
brendu í hel. Av teimum vóru fýra gjáar
menn. Dinnafía saman við øðrum gjáarfólki
gav sítt stóra íkast til hesa frásøgn, sum finst
í bókini »Havið tók teir«.
Vanlukkan var serliga mein hjá Jákup
Paula Biskupstøð, sum misti 17 ára gamla
Hans Jacob í hesi vanlukku og sjálvur bleiv
illa brendur. Stutt frammanundan var son
urin, Poul, dottin oman í gjónni. Sagt varð, at
júst tann dagin vóru børnini í skúlanum farin
útferð til gongu til Eiðis. Mamman vildi ikki
lata Poul fara við, tí hon helt ætlaðu leiðina,
norðari vegur, vera ov vandamikla. So skuldi
hetta henda!
Pápin kendur skipari
Pápi Jógvan var Óli Andreas Christiansen.
Hann var ein av teimum mongu skiparunum,
sum kom frá Gjógv.
Hann var føddur 25. august 1880 og var
til sjós í mong ár. Hann tók skiparaprógv
hjá brøðrunum við Stein í 1908. Hann fór til
skips í 1901 við Hurricane við Poul Johannes
Joensen, gamla skipara, við Gjógv. Í 1905
fór hann við Onnu við Dánjal Johannes
við Sílánni á Tvøroyri. Hann var fýra ár
við honum, tað seinasta árið sum besti
maður. Hann segði eina ferð, at frægari
og hampiligari mann enn Dánjal Johannes
hevði hann ikki verið saman við. Árini 1909-
1911 førdi hann Trongisvingin. Í 1912 førdi
Óli Andreas Ortariu og árið eftir Norðlýsið.
Hann var heima undir fyrra heimsbardaga,
men í 1920 var hann bestimaður við Star
of Hope. Í 1921-1924 var hann bestimaður
við Fame við Hendrik Olsen, ættaður frá
Gøtugjógv men búsitandi í Fuglafirði. Hann
førdi sjálvur Langanes hjá Restorff í 1925 og
1926, Alexandru í 1927, Star of Hope í 1928
og Pilot í 1930 og 1931.
Hann var síðani bestimaður í 1932 og 1933
við Acorn við Poul á Brúgv á Eiði, maður
við Johonnu Sofíu í 1934 við Sofus Hilduberg,
sum var gjáarmaður, og flaggskipari sama ár
í Grønlandi. Í 1937 var hann sum maður við
Irex við Johan Magnus Lamhauge í Lamba.
Óli Andreas legðist nú uppá land, men
í 1949 var hann ein túr undir Íslandi við
Føroyinginum sum sonurin Olrik førdi. Hann
doyði á sumri 1961.
Abbin Olrik
Pápi Óla Andreas var Olrik. Tá ið hann
doyði í 1943 skrivaði Andreas Samuelsen í
Dimmalætting:
Den 7. April døde i sit Hjem ved Gjov
Odelsmand Joen Olrik Christiansen, godt
og vel 96 Aar gammel. Den afdøde er
sikkert kendt af enhver, som har haft nogen
Forbindelse med Bygden Gjov. Han var en
af de gode gamle Færinger, en brav Mand,
som havde sine Meningers Mod, uanset
om han fik Medhold eller ikke. Saafremt
han ikke fik Følge, stod han alene som en
Mand. Afdøde var i mange Aar medlem af
Kommunalforstanderskabet for de forenede
Sogne paa Østerø. Købmand S.P. Petersen
ældre, i Fuglefjord, som samtidig var
Forstanderskabsmedlem, har fortalt mig
adskilligt fra den Tid, om hvor samvittigheds
fuldt Olrik Christiansen optraadte, og hvor
dygtigt han forsvarede sin Mening og sine
Standpunkter i foreliggede Sager. Bygden
og Sognets Beboere kunde være rolige for,
at deres Interesser blev vel Forvaret hos
ham. Personligt kendte jeg kun den Afdøde
de sidste godt 30 Aar, men jeg kendte ham
af hæderlig Omtale langt forinden. Han
var »ein rættur maður« i besiddelse af det
færøske Folkesamfunds bedste Egenskaber.
Ære være hans Minde.
Jógvan minnist, at Sámal Petur plagdi
at vera inni hjá abbanum, tá ið hann kom
til Gjáar. Tá fortaldi Sámal Petur, at eina
ferð restaðu 25 oyru í fíggjarætlanini hjá
kommununi. Hetta endaði so við, at Olrik
vildi taka uppá seg at rinda hesa upphæddina!
Jógvan greiðir frá:
Tá ið abbi doyði í 1943 var stórur tørvur á
viði orsakað av heimsbardaganum. Hetta
gjørdi tað eisini trupult at fáa við til líkkistur.
Men vit áttu eitt rekatræ, og tað varð sagað
til brettir, sum ein líkinda kista kundi fáast
burtur úr.
Mamma kallaðist Lena. Hon gjørdist 57
ára gomul. Men tvey av systkjunum Dia og
Andrea gjørdust 100 ár. Dia gjørdist 102.
Jógvan og Poula
Jógvan Christiansen 1. partur