hósdagur 17. juli 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
4
VIKUSKIFTI
populerari
enn Ivan
Facebookprofilurin stendur til at bresta, like’ini rulla inn, fremmand
fólk steðga honum á gøtuni at taka mynd, og hann hevur verið noyddur at
fjala seg handan eina masku fyri at ikki blíva kendur aftur. Talan er um
Ivan Eginsson Eysturland, sum síðstu tveir mánaðirnar er vorðin
ein stjørna í lítla suðuramerikanska landinum Uruguay.
Í vikuni gjørdist hann eisini uruguayanskur heiðurskonsul í Føroyum
Samrøða
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Søgan um sambandið millum Ivan
og Uruguay byrjaði fyri meira enn 20
árum síðan, tá Ivan á fyrsta sinni sá
fótbóltslandsliðið hjá Uruguay spæla.
Táverandi venjarin, Oscar Tabarez,
sum eisini er núverandi venjari, fekk
lítlu fótbóltstjóðina, sum liggur millum
Argentina og Brazil, til HM í Italia í 1990.
– Eg var heilt imponeraður av, at eitt
so lítið land við einans trimum og eini
hálvari millión íbúgvum kundi klára seg
so væl í fótbólti. Míni tvey heilt stóru
áhugamál eru lítil lond og fótbóltur.
Uruguay kundi bólkast undir bæði,
sigur Ivan, sum er føddur í Moskva,
men hevur búð í Føroyum síðan 1998
og nú býr í Klaksvík. Alskurin til lítil
lond og fótbólt var á sama hátt orsøkin,
at Ivan flutti til Føroya á sinni.
– Uruguay og Føroyar hava eitt
annað í felag: Hvørgin av londunum
eru í heimshøpi kend fyri annað enn
fótbólt.
Mest vinnandi
fótbóltsjóð í heiminum
Liðið hjá Uruguay kláraði seg ikki
nakað serliga væl til fyrsta HM, har
Ivan fylgdi við teimum. Teir blivu tíð
liga slignir út av Italia. Men í allari fót
bóltssøguni er Uruguay tað landið, sum
hevur vunnið flestar FIFA titlar.
– Uruguay hevur vunnið 20 altjóða
titlar: 2 HM, 2 OL, 15 Copa America
og ein Mundialito (kapping fyri fyrr
verandi heimsmeistarar, red.), sum
er serstakliga hugtakandi. Argentina
fylgir eftir við 19 titlum, sigur Ivan.
– Haraftrat er Uruguay nógv tað
minsta landið, sum hevur vunnið HM.
Næstminsta landið við HM titli er
Argentina.
Fyrsta HM í fótbóltssøguni varð
hildið í Uruguay í 1930, sum Uruguay
vann. Í 1950 vann Uruguay aftur og
hesa ferð á kenda Maracana í Brazil
ímóti júst Brazil.
Koyrdur av landsliðsleikara
Ivan er ikki ein vanligur fótbóltsfjeppari.
Hann hyggur eftir hvørjum einasta
dysti, um tað so er á miðjari nátt, og
arbeiðið bíðar morgunin eftir. Somu
leiðis kennir Ivan nøvnini á øllum
leikarum, sum nakrantíð hava spælt
við landsliðnum hjá Uruguay.
– Eg varð bergtikin av Uruguay
meira enn nakrantíð, tá eg fyrstu ferð
vitjaði landið í 2008 saman við Jan
Dam. Eins og í Føroyum var fólkið har
serstakliga fitt, eyðmjúkt og vinarligt,
sigur Ivan.
Á ferðini í Uruguay vóru Ivan og
Jan til tveir dystir hjá Uruguay, har teir
aftaná annan dystin upplivdu nakað
heilt serligt.
– Uruguay spældi móti Peru og
vunnu sannførandi 6-0. Aftaná dystin
fóru vit í ein hýruvogn og komu í prát
við føraran. Tað vísti seg, at hann var
fyrrverandi fótbóltsleikarin Alberto
Cardaccio, sum spældi við Uruguay í
HM í 1974. Eg kendist væl við navnið,
hóast eg ikki kendi andlitið aftur, sigur
Ivan, sum samstundis sigur, at fleiri av
fyrrverandi landsliðsleikarunum í dag
hava vanlig arbeiði, tí teir hava ikki
havt so góðar inntøkur sum leikararnir
í dag.
Eitt annað stuttligt upplivilsi, sum
Ivan hevur havt í sínum mongu ferðum
í Uruguay, var í 2013, tá hann møtti
Alicides Ghiggia. Ghiggia var lands
liðsleikari hjá Uruguay og skoraði
sigursmálið í áður nevndu HM finaluni
í 1950 móti Brazil, sum gjørdi Uruguay
til heimsmeistarar.
– Vit vóru á einum fótbóltsmuseumi,
og heilt tilvildarliga stendur Ghiggia
framman fyri okkum og ger eina sam
røðu við eitt uruguayanskt sjónvarp.
Eg spurdi, um vit ikki kundu taka eina
mynd saman, og tað vildi hann fegin,
sigur Ivan.
Vildu finna villasta
fjepparan í heiminum
Stuðulin frá Ivani til landsliðið hjá
Uruguay hevur vakt ans millum fólk. Í
2012 spældu Uruguay móti Russlandi
í Moskva, og Ivan legði eitt video út
á youtube, har hann sang tjóðsangin
hjá Uruguay. Journalistar sóu hetta
brotið og vildu gera samrøður við
Ivan. Longu tá gjørdist Ivan rættiliga
kendur í La Celeste, sum uruguayarar
kalla sítt land. Í vár fekk hann so ein
fyrispurning, sum so at siga kollvelti
lívið hjá honum.
– Ein gjaldkortsfyritøka í Uruguay,
OCA, hevði ætlanir um at gera eina
nýggja lýsingarøð, har tankin var at
finna ein fjeppara hjá Uruguay, sum
onki samband hevur við Uruguay.
Í fyrstuni funnu tey ein fjeppara í
Meksiko. Men so kunnaði eitt starvsfólk
hjá lýsingarfyritøkuna stjóran um meg,
sum búgvi í Føroyum. Stjórin helt, at
Føroyar vóru væl meira forkunnugar
enn Meksiko, so tey settu seg í samband
við meg, sigur Ivan.
– Tað var sjálvsagt rættiliga spenn
andi, og eg var positivur frá fyrstu løtu
av. Eg gjørdi eina flotta framløgu um
Føroyar og fortaldi um meg. Teir blivu
heilt ovfarnir av landinum og kanska
av mær við og tóku skjóta avgerð um,
at teir ynsktu at koma higar.
Fyrst í mei kom eitt fylgi úr
Uruguay, sum taldi seks menn: Tveir úr
OCA, ein úr lýsingarfyritøkuni Notable
og tríggir frá Metropolisfilm, sum er
eitt kent filmsfelag í Latínamerika, ið
stóðu fyri upptøkunum.
– Teir komu hósdag og fóru avstað
aftur mánadag, og vit filmaðu allan
dagin allar dagarnar. Fyrstu tveir
dagarnar vóru vit rættiliga hepnir við
veðrinum og fingu flottar myndir. Vit
tóku upp í Bø, Gásadali, Havn, Toftum,
Klaksvík og Gjógv. Á Toftum filmaðu
vit ein dyst millum B68 og Skála, og
litirnir á skálablusunum vóru ov líkir
hjá B68, so skálamenninir spældu við
vestum, sigur Ivan smáflennandi um ta
eitt sindur serstaku og eitt sindur flóvi
sligu upptøkuna.
Teimum dámdi so væl í Føroyum,
at stjórin í lýsingafyritøkuni segði seg
ynskja at keypa summarhús við Gjógv.
Føroyar vorðnar mainstream
Upptøkurnar við Ivani blivu gjørdar
til tríggjar lýsingarfilmar umframt ein
backstagefilm, og tann fyrsti filmurin
Bara Suarez er
Í 2008 saman við taksaførara
Alberto Cardaccio, sum leikti
fyri Uruguay í HM 1974