hósdagur 17. juli 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
5
bleiv vístur í uruguayanskum sjónvarpi
17. mei. Ein fjórði lýsingarfilmur er
gjørdur um Ivan, men hann er filmaður
til HM dystirnar í Brazil.
– Tað er ikki at fata, hvat hesar lýs
ingarnar hava ført til. Tær hava næstan
fingið kultstatus í Uruguay. Tær hava
koyrt non-stop í trimum teimum
størstu sjónvarpsrásunum í Uruguay,
og tað gongur ikki dagur, at eg ikki
síggi andlitið á mær í sjónvarpinum,
sigur Ivan og skoytir uppí, at meðan vit
gera samrøðuna, og hann etur morgun
mat á hotelli í Uruguay, sær hann lýs
ingina í sjónvarpinum.
– Øll í Uruguay vita um Føroyar í
dag. Eitt sindur skemtiliga kann man
siga, at Føroyar eru vorðnar heilt main
stream í Uruguay.
Bara Suarez verður
meira avmyndaður
Árinini av filminum hava verið nógvar
ferðir størri, enn Ivan hevði kunnað
droymt um.
– Fólkini í Uruguay eru eitt sindur
sum føroyingar, at tey verða so glað og
stolt, at onkur útlendingur vísir teimum
ans. Hetta merkti eg eisini á Facebook,
og á Facebook fekk eg 1000 vinar
umbønir um dagin. Aftaná tríggjar
dagar hevði eg 5000 vinir, sum er há
markið. Óneyðugt at siga var hetta alt
fremmand fólk, sigur Ivan, sum í dag
hevur yvir 6000 fylgjarar og lættliga
fær yvir 2000 likes fyri eina mynd ella
ein status.
– Eg havi fingið fleiri túsund boð
á Facebook, har øll ynskja at fortelja
mær, at tey hava sæð meg í sjónvarp
inum, og hvussu glað tey eru fyri mín
stuðul, sigur Ivan, sum enntá er blivin
avmyndaður á eina brosju, sum fólk
kunnu hefta á klæðini.
Tað tekur eitt sindur av tíð og orku
at svara øllum, men Ivan ynskir at geva
øllum eitt persónligt svar.
– Sjálvsagt eru svarini ikki so long,
og eg havi eisini meira ella minni gjørt
eina standardheilsan, har eg takki fyri,
sigur Ivan, sum í dag fær millum 50 og
100 boð um dagin.
Ivan merkir eisini, hvussu kendur
hann er, tá hann gongur á gøtuni.
– Annar hvør persónur leggur merki
til mín. Serliga undir HM varð eg nógv
kendur aftur á gøtuni. Kona mín, Kinga,
og eg vóru í Brazil og hugdu eftir øllum
dystunum hjá Uruguay, og áðrenn
hvønn dyst bleiv eg steðgaður fleiri
hundrað ferðir av fólki, sum ynsktu
at verða avmyndað saman við mær,
sigur Ivan, sum metir, at bara kendi
fótbóltsleikarin Luis Suarez er meira
avmyndaður í Uruguay enn hann.
– Til dystin móti Kolumbia høvdu
vit nokk so ringa tíð, og noyddust vit
tí at skunda okkum fyri at ikki verða
ov sein til dystin. Fyri at koma skjótari
fram brúkti eg eina masku av Suarez,
sum gjørdust rættiliga væl umtókt
aftaná kenda bitið hjá Suarez. Tá fekk
eg frið fyri uruguayarum, men bleiv
steðgaður av kolumbiamonnum, sum
ynsktu eina mynd av Suarez maskuni,
sigur Ivan flennandi.
Ivan heldur tað vera ógvuliga
stuttligt at blíva kendur aftur á gøtuni
á hendan hátt.
– Man kann siga, at hetta er úrslitið
av mínum risaáhuga fyri Uruguay. Ella
sum onkur hevur sagt, hetta er lønin.
Men hetta hevði ikki latið seg gjørt í
nøkrum øðrum landi enn Uruguay, tí
tey verða so eyðmjúk av útlendskum
áhuga. Tey vænta, at ongin annar enn
tey sjálvi hava áhuga í sínum landi,
sigur Ivan.
Síðani fyrsta lýsingarfilmin hevur
áhugin frá fjølmiðlunum somuleiðis
verið stórur.
– Eg geri regluliga samrøður við
fjølmiðlarnar. Bæði bløð og sjónvarps
rásir. Áðrenn dystin millum Ongland
og Uruguay bleiv eg spurdur av einum
sjónvarpsmanni, hvat eg væntaði,
at úrslitaði gjørdist. Eg svaraði, at
Uruguay vann, og at teir skoraðu tvey
mál. Sjónvarpsmaðurin lovaði mær,
at um eg fekk rætt, skuldi hann bera
meg á rygginum til Føroya, og sum
flestu fólk við áhuga fyri fótbólti vita,
fekk eg rætt, sigur Ivan, sum tó skjótt
leggur aftrat, at sjónvarpsmaðurin ikki
bar hann allan vegin til Føroya, men
einans nakrar tíggju metrar.
Fekk heiðursmerki hjá
síni størstu fótbóltshetju
Ikki bara »vanlig« fólk hava víst Ivani
ans. Fleiri fyrrverandi landsliðsleikarar
hava somuleiðis addað hann á Face
book. Tann eina kontaktin skaraði tó
burturúr.
– Í lýsingi greiði eg frá, at mín yndis
spælari úr Uruguay er Luis Cubilla, og
familjan hjá honum setti seg í samband
við meg og segði, at tey ynsktu at heilsa
upp á meg. Tey gjørdu ikki mætari enn
at bjóða mær í familjuføðingardag, sum
var eitt ótrúliga stórt og stuttligt upp
livilsi, sigur Ivan og leggur aftrat, at
fólkið í Uruguay er eins og í Føroyum
serstakliga familjukært.
Luis Cubilla var áleypari á lands
liðnum í 70unum og varð í ár 2000
kosin at vera næstbesti leikari í 20. øld
hjá Uruguay. Haraftrat skoraði hann
sigursmálið móti Sovjet í fjórðings
finaluni í HM í 1970, sum er orsøkin,
at hann er yndisleikarin hjá Ivan.
– Cubilla doyði í fjør, men einkjan
vildi ógvuliga fegin vísa mær onkran
form fyri takksemi, at eg hevði nevnt
mannin hjá sær í lýsingini. Hon gav
mær tvær medaljur, sum hann hevði
vunnið, umframt eitt torn, sum Cubilla
hevði fingið sum viðurkenning í
70unum, at hann var besti spælari á
sínum plássi síðstu 25 árini, sigur Ivan,
sum er serstakliga glaður og stoltur fyri
hesar gávurnar.
Vorðin heiðurskonsul
Tjóðin í Uruguay hevur valt at geva
Ivani eitt sindur aftur sum eina viður
kenning fyri Ivansa innsats og kærleika
til Uruguay.
– Í vikuni møttist eg við uruguay
anska uttanríkisráðharranum, sum
ynskti at gera meg til heiðurskonsul hjá
Uruguay í Føroyum. Uttan at siga ov
nógv er hetta av sonnum ein dreymur
og ein risastóra heiður, sum eg ongan
tíð í mínum lívi hevði kunnað droymt
um, sigur Ivan, sum frá nú av skal hava
eina skrivstovu til taks í sínum húsum
í Klaksvík.
– Sjálvsagt er tað avmarkað við
sambandi millum Føroyar og Uruguay
beint nú, men man veit ongantíð,
hvussu tað verður í framíðini. Haraftrat
er hetta, sum sagt, ein stórur heiður fyri
meg.
Kinga og Ivan hava ikki ítøkiligar
ætlanir at flyta endaliga til Uruguay,
men teimum dáma serstakliga væl at
ferðast har. Men eitt er vist, tey ætla
at læra seg flótandi spanskt, sum er
málið í Uruguay – millum annað so
Ivan kann røkja sínar uppgávur sum
heiðurskonsul á besta hátt.
Poul Arni Jacobsen, Anja Hammershaimb Wang, Kinga Eysturland og Ivan
Eginsson Eysturland áðrenn dystin Uruguay-Kolombia í Río de Janeiro
Saman við Jan Dam í Montevideo í
2008. Daman hjá Jan búði í Uruguay
um ta tíðina sum einasti føroyingur,
ið nakrantíð hevur búð í Uruguay
Kendi uruguayanski tíðindamaðurin Martín Kezman
ger »selfie« við Ivan áðrenn dystin ímóti Italia í Natal
Ivan saman við eini gentu úr
Uruguay, sum vildi avmyndast
saman við honum
Saman við uruguayanska uttanríkisráð
harranum Luis Almagro, sum kunngjørdi,
at uruguayanski staturin ynskir at tilnevna
Ivan heiðurskonsul hjá Uruguay í Føroyum
Ivan var livandi maskotur
hjá La Celeste í HM
Kinga og Ivan til dystin millum Uruguay og Kolumbia. Sum sæst úti í høgru síðu,
hava yvir 2000 fólk dámað myndina, og yvir 100 hava deilt myndina.