Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 18. juli 2014 6 VIKUSKIFTI Siglitúrur undir fuglabjørgini Ferðafólk hava ríkar møguleikar at uppliva fugl í hópatali og eitt sera fjølbroytt fuglalív, tá M.S. Hvíthamar siglir runt Skúvoynna ella vestan fyri bjørgini í Sandoynni. Í bjørgunum er millum annað lomvigi, lundi, skarvur, havhestur og álka. Ofta sæst sovandi kópur og á hásumri síggjast mangan nísur spæla sær í sjónum. Kaffi fæst umborð. Fá meira at vita á Sandoyar Kunningarstovu Niðan á hægsta forberg í Europa 754 metrar er niður til brimið við Seyðtorvu, tá tú stendur við eggina á Enniberg norðan fyri Viðareiði. Staðkendur ferðaleiðari fylgir tykkum, og ein lekkur matpakki fylgir við. Tá túrurin er liðugur, verður eisini føroyskur døgurði borðreiddur í matstovuni hjá Elisabeth, har lomvigabringa liggur á tallerkunum. Fá meira at vita á norðoya kunningarstovu Gongutúrur til trælanípuna Far ein túr út á 148 metra høgu nípuna, har óarbeiðsførir trælir í gomlum døgum vórðu omankastaðir sambært søgnini. Á túrinum kanst tú uppliva frálíka útsýnið suður í hav, har oyggjarnar sunnanfyri eru so sjónskar at síggja, fugl sum byggir í berginum, støðini har miðvingar plagdu at skera torv og ganga til neyta, heiðafugl, útsýnið til Geitaskorardrang, Sørvágsfjøllini og vakra Bøsdalafoss, sum stoytir seg í havið. Fá meira at vita á vága kunningarstovu Elt slóðina hjá seyðatjóvum Seyðatjóvar eiga sín part í føroysku søgubókunum. Tveir teirra, brøðurnir Kaspar og Sjúrður, hildu til í Kasparsholu, har teir goymdu seg fyri myndugleikunum fyri 300 árum síðani. Gongutúrurin byrjar í Akraberg, haðani farið verður til gongu til sermerkta hagan, sum eitur Blæðing. Ferðaleiðari verður við, sum vísir veg til Kasparsholu. Fá meira at vita á kunningarstovuni í vági Drunnhvítatúrur í Nólsoy Ein heilt serlig uppliving er drunnhvítatúrurin í Nólsoy. Í urðini eigur drunnhvítin, og hann sæst og hoyrist bert um náttina. Túrurin til gongu er lættur, og á hásumri er ikki ringt at ganga um náttina. Komin út í urðina, er bara at bíða, finna sær ein sess, lurta og skimast. Ymiskt er, hvussu skjótt ein varnast drunnhvítan. Fyrst hoyrast ljóðini undir grótinum, og knappliga fangar eygað svartar skuggar, ið flúgva rundan um ein. Friðurin, summarnáttin, fuglurin og serliga ljóðið frá drunnhvítanum, alt hetta átti ein at unt sær at uppliva eina ferð um árið. Fá meira at vita á kunningarstovuni í tórshavn Ferðast í Føroyum Lagt til rættis: Óli Jákup Jacobsen mynd: Uri Golman