hósdagur 17. juli 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
7
Lagt til rættis: Óli Jákup Jacobsen
– Heldur ynski eg at kanna, hvat
kann vera ein estetisk uppliving,
sigur 26 ára gamli havnamaðurin,
Jóhan Martin Christiansen,
sum júst er vorðin fyrsti føroyingurin,
ið hevur tikið prógv sum listamaður
frá universitetinum í Lund
Frá barnsbeini av hevur Jóhan Martin
Christiansen fingist við list. Tey fyrstu árini
fekst hann nógv við at tekna og mála, men
síðstu árini hevur listin verið í øðrum skapi.
– List er nógv meira enn málningar, sum kunnu
prýða ein stovuvegg. Síðstu árini havi eg arbeitt
nógv við rúmligari list so sum skulpturum og
installatiónum. Somuleiðis geri eg nógv við
grafikk, video og tekstil, sigur Jóhan Martin.
Fyrsti føroyingur við
listaprógvi frá Lund
Í 2009 byrjaði Jóhan Martin at lesa
list á universitetinum í Lund.
– Listafakultetið er í Malmø, har eg tískil
havi havt mína dagligu gongd. Eg havi
búð í Keypmannahavn og síðani tikið
tokið til Malmø um morgnarnar, tá eg
annaðhvørt havi havt undirvísing ella ar
beitt í atelierinum. Undirvísingaleisturin,
ein fylgir sum listalesandi, er ikki heilt
líkur øðrum útbúgvingarleistum.
– Av teimum 120 ECTS poengunum,
útbúgvingin telir, eru 60 poeng fyri egið
arbeiði, meðan 60 poeng eru undirvísing, har
øll fak eru sjálvvald. Tí eru útbúgvingin og
arbeiðið rættiliga sjálvstøðug og upp til ein
sjálvan, sigur Jóhan Martin, hvørs útbúgving
kallast »Master of Fine Arts in Visual Art«.
Føroysk list ikki sum tann danska
Tá ein fer út um landoddarnar at búgva, sær
ein, at fólk í ymsum londum gera og uppliva
tingini ymiskt. Soleiðis er tað eisini við listini.
– Føroyingar hava ikki upplivað tey somu
tingini, sum eurpeiska meginlandið hevur
upplivað tey síðstu tveyhundrað árini. Tí er
tað eisini natúrligt, at føroyska listin kemur til
sjóndar á ein annan hátt enn í eitt nú Danmark.
Við tí er ikki sagt, at føroyska listin er betri
ella verri enn donsk list – hon er bara øðrvísi.
Tað fægsta í heiminum er antin bara gott ella
bara ringt, og sambært Jóhan Martini hevur
føroyska listin sínar góðu og minni góðu síður.
– Føroyska samfelagið er rættiliga isolerað,
og tað er ikki nógvur streymur gjøgnum
samfelagið. Eitt ávíst rák hevur verið í Føroyum
heilt síðan Mikines og Ingálv av Reyni, og er tað
abstraktir landslagsmálningar. Hetta er sum
so ikki ein kritikkur, men meira ein staðfesting.
Tað tykist torført at flyta seg víðari frá tí,
sum Mikines og Ingálvur hava slóðað fyri.
– Hinvegin er fyrimunurin við teirri føroysku
listini, at hon er rættiliga serføroysk. Hon er
eyðkennilig og hevur ein dám, sum er lættur
at fáa eyga á, sigur Jóhan Martin, sum hóast
sín unga aldur hevur verið eitt kent andlit
í føroyska listaumhvørvinum í fleiri ár.
Bjørt framtíð fyri listina
Jóhan Martin metir, at føroysk
list hevur tað gott.
– Áður var ikki pláss fyri nógv meira enn
klassiskari list, sum fólk vóru kend við, men
hetta er broytt síðstu árini. Listin hevur eisini
fingið meira rúm og talutíð í almenna rúminum.
Fleiri listafólk velja tískil at vera í Føroyum
og at geva aftur til føroyska samfelagið.
– Haraftrat haldi eg, at føroyingar eru
raskir at stuðla list, sigur Jóhan Martin
og dregur millum annað Mentanargrunn
Landsins fram sum dømi.
– Men eg sakni eitt sindur, at privata vinnulívið
stuðlar listini eitt sindur meira. Eg fari ikki
so langt sum at siga, at tað er teirra ábyrgd,
men heldur vil eg siga, at tað hevði verið stórt
av teimum at gjørt tað. Tey høvdu kunnað
givið ein part av sínum yvirskoti sum legatir
til føroysk – og útlendsk – listafólk, sum
vinnulívið ger í flestu londunum kring okkum.
Ikki klárur at flyta heim – enn
Fyri ein ungan nýútbúnan listamann sum
Jóhan Martin er ov nógv at læra og uppliva í
útlandinum, at hann flytur heim við bræði.
– Í Føroyum er ov lítil mótstøða at styrkja
mínar listarligu musklar. Tær avbjóðingarnar,
sum eg havi tørv á fyri at menna meg,
finnast ikki ordiliga í Føroyum beint nú.
Nakað av sambandi fer Jóhan Martin tó at hava
við Føroyar longu í heyst. Tá byrjar nevniliga ein
listaskúli í Havnini, sum hann verður knýttur at.
– Hetta er ein ótrúliga spennandi verkætlan,
sum privatpersónar – millum onnur Marita
Dalsgaard, Rakel Helmsdal, Joel Coel
og Katrina í Geil – hava tikið stig til. Her
verða ymisk sløg av list: Mynd- og leiklist,
skriviskeið umframt onnur. Eg skal undirvísa
í myndlist í eitt skeið, sum fer at vara í
40 tímar. Jóhan Martin útihýsir als ikki, at
hann flytur aftur til Føroya í framtíðini.
– Men tað fer nokk at vera hálva tíð, har
hin helvtin verður brúkt í útlandinum, sigur
hann og vísir samstundis á, at Føroyar enn
mangla tvey grundleggjandi ting, áðrenn
Føroyar gerast áhugaverdar at flyta aftur til.
– Fyri tað fyrsta sakni eg eitt gallarí, sum vit
kenna tað aftur frá útlandinum. Ofta hava slík
gallarí nøkur listafólk knýtt at sær, og stendur
tað fyri at fremja søluna hja listafólkunum og
annars at taka sær av ymiskum, sum lista
fólkini ikki megna. Tey kunnu eitt nú syrgja
fyri, at listafólkini verða umboðað á søvnum,
listamessum og líknandi. Fyri tað næsta
sakni eg eina listahøll, sum skipað kann hýsa
og sýna fram samtíðarlist hjá føroyskum og
útlendskum listafólkum. Ein listahøll er skipað
eitt sindur øðrvísi enn eitt listasavn og hevur
ikki somu uppgávur sum eitt listasavn so sum
varðveiting. Við teimum mongu dugnaligu og
initiativríku listafólkunum í Føroyum trúgvi
eg satt at siga, at tað bara er ein spurningur
um tíð, áðrenn ein listahøll eisini verður at
síggja í Føroyum, sigur ungi listamaðurin,
sum hevur stórt álit á, at føroyska listin
fer at mennast enn meira næstu árini.
Havi ikki tørv
á at definera list
Summar
gesturin
mynd: álvur haraldsen