hósdagur 17. juli 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
8
VIKUSKIFTI
vera frá
Sea Shepherd
Tað eru ikki einans Sea Shepherd, sum eru komin til Føroya at gera video
upptøkur. Týsku Eike og Max eru í Føroyum og gera ein dokumentarfilm um
Føroyar og føroyingar, har teir samanbera tað siðbundna við tað modernaða.
Men tað var eitt sindur av eini tilvild, at teir yvirhøvur komu til Føroya
Film
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Teir búgva í einum bili og koyra runt
í landinum at gera samrøður og fáa
vakrar myndir. Eike Hollermann og
Maximilian Specht eru báðir 22 ára
gamlir og lesa miðlaframleiðslu á uni
versitetinum í Ostwesfalen-Lippe, sum
liggur í Norðurtýsklandi.
– Vit komu við Norrønu í síðstu
viku og fara avstað aftur beint áðrenn
ólavsøku, so vit verða her í góðar tvær
vikur, sigur Eike.
Av tilvild til Føroya
Sum part av útbúgvingini skuldu Eike
og Max gera ein film. Teir valdu at gera
ein dokumentarfilm um Føroyar, sum
má sigast at vera serstakt, tí tað er ikki
á hvørjum degi, at filmar um Føroyar
verða gjørdir í útlendskum skúlahøpi.
– Tað stóð okkum frítt í boði, hvat
fyri slag av filmi vit skuldu framleiða.
Báðir vóru vit avgjørdir um, at tað
skuldi vera ein dokumentarfilmur, sigur
Max, ið stendur fyri øllum upptøkunum
á túrinum. Eike hevur hinvegin ábyrgd
ina av ljóðframleiðsluni.
– Haraftrat ynsktu báðir at gera
filmin uttan fyri Týskland, har serliga
londini norðanfyri høvdu okkara
áhuga. Í fyrstuni hugdu vit at kendaru
londum so sum Norra og Ísland, sigur
Max víðari.
Ungu týskararnir vistu um Føroyar,
men ikki nógv meira, enn at tað var
eitt land, sum lá onkra staðni í Europa.
– Satt at siga høvdu vit fyrst tikið av
gerð um at fara til Íslands. Vit kannaðu,
hvussu vit kundu koma hagar við ferju,
tí vit máttu hava bil við, og sóu vit,
at neyðugt var at ferðast gjøgnum
Føroyar. Tá hugsaðu vit við okkum
sjálvum, hví ikki bara gera filmin um
Føroyar í staðin. Ísland var hóast alt
rættiliga kent, meðan Føroyar einans
var kent gjøgnum fótbólt, sigur Eike,
sum soleiðis vísir á, at ferðin til Føroya
var nakað av eini tilvild.
Tað tók teimum ikki langa tíð at
avgera at koma henda veg. Teir spurdu
vegleiðaran á universitetinum, og hann
stuðlaði teimum frá fyrsta sekundi at
fara til Føroya.
Komu við opnum sinni
Eike og Max vistu lítið og onki um
Føroyar, áðrenn teir fóru umborð á
Norrøna í Hirtshals.
– Tey grundleggjandi tingini vistu
vit, men vit ynsktu heldur at koma
til landið við einum opnum sinni enn
at hava lisið so nógv um Føroyar, at
meiningarnar vóru gjørdar framman
undan. Vit ynsktu heldur at uppliva
Føroyar enn at lesa um tær, sigur Max.
– Tað, sum hugtók okkum so ótrú
liga nógv, áðrenn vit komu higar, var, at
eitt so lítið land fjart frá øllum megnar
at klára seg. Ein kann siga, at Føroyar
er sum onnur europeisk lond – bara
minni. Tað er ótrúligt.
– Upprunaliga ynsktu vit at gera
ein film um tað gamla og siðbundna
Føroyar, men vit funnu skjótt útav, at
Føroyar vóru eitt serstakliga modernað
land. Neyðugt var tí at broyta ætlanina
nakað, og samanbera vit nú tað sið
bundna við tað modernaða Føroyar,
sigur Eike.
Internet til 5 hús
Stórur munur er á, hvussu teir forvænt
aðu, at Føroyar fóru at vera, og hvussu
tær veruliga eru.
– Sjálvsagt vistu vit, at Føroyar
høvdu eitt modernað samfelag, men
føroyingar eru nógv meira framkomnir,
enn vit trúðu. Eitt nú vóru vit í lítlari
bygd við fimm húsum, har øll høvdu
internet – ja, og enntá skjótt internet.
– Serliga vegunum eri eg imponer
aður av, tí teir eru allir góðir og væl
hildnir. Sjálvt til smáu bygdirnar eru
vegirnir væl asfalteraðir, sigur Eike.
– Eitt annað, sum hevur yvirraskað
okkum, er talið av føroyskum kamping
vognum. Í Týsklandi koyrir man fleiri
hundrað kilometrar fyri at kampa,
meðan her kampa tey stórt sæð i
grannabygdini, sigur Max flennandi.
Síðstu vikuna hava Max og Eike
koyrt nógv runt í Føroyum og filmað
og tikið upp.
– Inntil víðari hava vit gjørt eina
samrøðu við Marjun Lómaklett, prest,
um týdningin av kristindóminum í
Føroyum. Eisini hava vit verið við, tá
menn hava verið á fjalli og roytt seyðin.
Tað var rættiliga áhugavert at uppliva.
– Seinni í vikuni og í næstu viku
skulu vit millum annað taka upp á
G! festivalinum, gera eitt innslag um
Fólk halda okkum