Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 18. juli 2014 9 føroyskan fótbólt, fara við tyrluni, taka upp í KvF og fara á flot við einum út­ róðrar­manni. Haraftrat skulu vit hava fleiri vakrar náttúrumyndir, sigur Max, sum heldur, at serliga skýggini í Føroy­um eru vøkur, tí tey kunnu vera so dramatisk. Ovfarnir av føroyska bliðskapinum Týsku filmmakararnir hava bara gott at bera Føroyum. Serliga er tað eitt, sum hevur yvirraskað teir. – Eg kann ikki siga tað ov ofta, at blíð­skapurin hjá føroyingum er heilt einastandandi. Við vissu kunnu vit siga, at vit ongantíð hava upplivað slíkan blíðskap, sum føroyingar hava víst okkum, sigur Max avgjørdur. – Øll eru so fyrikomandi og hjálp­ som, sum vit longu upplivdu umborð á Norrønu. Vit sótu og hugdu eftir lands­ dysti í týskum blusum, og meðan vit hyggja, koma tveir brøður framvið og byrja at práta við okkum. Tað var ser­ stakliga hugnaligt, og vit hava síðani eisini verið og vitjað teir í Runavík, har teir fortaldu okkum eina rúgvu. – Fyri at taka eitt annað dømi úr rúgv­uni vóru vit á Toftum og ynsktu at gera eina samrøðu við onkran út­ róðrar­mann. Vit spurdu eina til­vildar­ liga kvinnu, sum vit møttu í bygdini, hvussu vit á bestan hátt kundu møta ein­um útróðrarmanni. Henda kvinnan bað okkum bíða við og koyrdi oman í havnalagið fyri at vita, um nakar var har. Lítla løtu seinni kom hon niðan­ aftur og segði, at har tíverri ikki var nakar júst tá, sigur Eike og staðfestir, at slíkt hjálpsemi neyvan hevði komið fyri aðrastaðni. Fólk hava verið sera beinasom at hjálpt teimum við at gera filmin. – Okkara ætlan, áðrenn vit komu higar, var at banka upp á hurðina hjá fólki og spyrja, um vit kundu gera sam­ røðu við tey. Men tað hevur víst seg at verið óneyðugt, sigur Eike. – Ja, tað hevur verið ein ketu­reak­ tión av hjálpsemi. Spyrja vit onkran um okkurt, eru øll líka skjót at taka tele­ fon­ina fram og bjóða seg at ringja til onkran, sum kundi verið áhugaverdur hjá okkum at tosa við, sigur Max. Teir báðir hava longu eftir einari viku fingið ein fullan notatblokk av kontaktum. Tað hevur verið óvæntað lætt at fingið fatur á so mongum kon­ taktum eftir so stuttari tíð. – Samfelagið her er so lítið, og tað tykist at vera so stutt frá tanka til handling. Eitt nú vóru vit í einum tón­ leika­handli í Havnini og spurdu mannin handan kassan, um hann kendi onkran tónleikara, sum vit høvdu kunnað tosað við. Vit høvdu ikki meira enn talað, so kemur ein tónleikari innar, sum vit fáa tele­fon­nummarið hjá, og sum vit skulu ringja til. Mistiknir at vera Sea Shepherd Fleiri føroyingar eru varin við at nærkast teimum, tí tey halda, at teir eru eitt filmslið, sum er knýtt at Sea Shepherd. – Fólk vilja ikki reiðiliga tosa við okk­um av ótta fyri, at vit eru Sea Shepherd fólk. Tá vit so fortelja, at vit onki hava við tey at gera, og at vit í veru­leik­anum hava smakkað grind, gerast tey heilt spent, greiðir Max flenn­andi frá. – At smakka grind var eitt stuttligt og øðrvísi upplivilsi. Eg vildi sagt, at hon smakkar sum ein samanrenning av fiski og búff. Og spikið smakkar sum ein sterkur ostur bara eitt sindur saftigari, sigur Eike. Max og Eike hava í roynd og veru verið í sambandi við Sea Shepherd. Tað hendi á kampingøkinum í Æðuvík. – Vit sótu í rúminum á økinum og hugdu eftir HM dystinum millum Holland og Argentina. Har sat ein fýrur frá Sea Shepherd við síni farteldu og skriv­aði okkurt. Tá eg so taki mítt kamera upp úr taskuni og leggi tað á borðið, síggi eg, hvussu kløkkur hann gerst og heldur á dyr. Seinni kemur ein ann­ar frá Sea Shepherd og gloppar hurð­ini, men fer eisini beint avstað aftur. Eg trúgvi, at tey vóru bangin fyri, at vit skuldu filma tey, sigur Max. Ætla at vísa filmin í týskum sjónvarpi Avgerðin at koma til Føroya hevur verið serstakliga røtt sambært Max og Eike. – Hóast ferðin hevur verið dýr, og vit ikki hava so nógvar pengar, hev­ur túrurin verið heilt fantastiska góður. Bæði persónliga, men eisini fyri dygdina á filminum. Hevði eg ikki komið higar og seinni sæð filmar hið­ ani, hevði eg angrað tað alt mítt lív, sigur Eike avgjørdur. – Vit hava uttan iva fingið eitt nógvar ferðir betri upplivilsi enn vanlig ferða­fólk, tí vit hava verið í samband við so mangar føroyingar. Tað eru satt at siga fólkini í einum landi, sum geva tað besta upplivilsi. Dokumentarfilmurin hjá teimum báðum skal helst ikki enda sum ein skúlaverkætlan eina. – Ætlanin er so avgjørt at selja filmin til onkra av týsku sjónvarpsrásunum. Neyvan verður tað das Erste ella ZDF, ið eru tær allar størstu rásirnar, men kanska onkra minni lokala rás, sigur Eike um 48 minuttir langa dokumentar­ filmin. – Tað kundi eisini hent, at vit fara at vísa hann til ymsar filmfestivalar, men tað er ikki bara bara at fáa atgond hagar. Vit fara so í øllum førum at gera eina roynd. Um KvF vísir filminum áhuga, siga Eike og Max, at teir ynskja at gera eina avtalu. – So hava vit eisini eina orsøk at koma aftur higar, siga Eike og Max, sum meira enn fegnir høvdu ynskt at kom­ið aftur higar eina ferð í framtíðini.