hósdagur 17. juli 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
10
VIKUSKIFTI
menna vit
kappróðurin
í Føroyum
Her eru nøkur uppskot um, hvussu tað tað kundi borið til at endurnýggja
kappróðurin í Føroyum. Eitt uppskot er at loysa kappróðurin frá stevnunum,
uttan ólavsøku, tí ein ólavsøka uttan kappróður er óhugsandi
Kappróður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Kappróðurin skal ikki vera bundin
at stevnum. Tvørturímóti skal Kapp
róðurin hugsa meiri um seg sjálvan og
ikki um at halda lív í stevnum.
Tað heldur Magnus Gaard. Hann
er limur í nývaldu nevndini, sum er
sett at skipa fyri kappróðrinum á ólav
søku, men í hesum føri umboðar hann
ikki nevndina, men sigur sína egnu
meining.
Hann sigur at nettupp ólavsøka er
einasta undantakið.
– Tað er óhugsandi við eini ólavsøku
við ongum kappróðuri, sigur hann.
Hann tekur undir við Ludvik við
Stein, róðrarviðmerkjara hjá Kring
varpinum, tá ið hann bæði í Sosialinum,
á in.fo og á Rás2, róði fram undir at
loysa kappróðurin frá stevnunum.
Magnus Gaard sigur, at kappróðurin
á ólavsøku er nakað heilt serligt. Hann
er sjálv ímyndin av ólavsøkuni og so
mikið týðandi partur av samleikanum
hjá ólavsøkuni, at tað ber slett ikki til
at hugsa sær at halda ólavsøku uttan at
kappróður er á skránni.
Akkurát einki at bjóða
Hinvegin heldur Magnus Gaard, at
nógvar av stevnunum kring landið hava
akkurát einki at bjóða kappróðrinum.
– Summastaðni er kappróðurin
bara eitt eiti. Tey manna ikki bátar,
men hava bara kappróðrarfelag, fyri at
rættvísgera, at tey fáa eina stevnu, har
tey kunnu selja pylsur og luftballónir
og forvinna eitt sindur av pengum.
– Oftani er tað eisini mangan á
hesum stevnum, at tað gongur allar
ringast at fyriskipa róðurin.
– Stevnurnar hava ikki megnað at
fylgt við, Nógvastaðni eru stevnurnar
ikki annað enn kappróður og nakrar
sølubúðir sum selja pylsur og ballónir.
Kappróðurin er væl fyriskipaður, men
restin av stevnunum eru fánað burtur
í einki.
Kappróðurin hevur gjørt sína skyldu,
men tað hava stevnufyriskiparar
summastaðni ikki, men tað eigur kapp
róðurin ikki at føla seg bundnan at.
Eitt nú dugur Magnus Gaard slett
ikki at síggja nakað skil á, at Voxbotn
festivalurin skal flytast, tí hann er sama
vikuskiftið sum jóansøka.
– Kappróðurin verður noyddur at
renna aftan á tíðarandanum, heldur
enn at royna at leggja forðingar í vegin
fyri honum, sigur Magnus Gaard.
Nógv longri róðrarár
Hinvegin dugir Magnus Gaard væl at
síggja fyri sær, at kappróður verður
lagdur afturat øðrum tiltøkum, sum
eru.
– Hví kann kappróður ikki verða á
mentanarnáttini ella á Summarfestival
inum, spyr hann. Klaksvík er ein góð
vág at rógva í, so tað hevði einki gjørt
at havt fleiri fleiri róðrar har, spyr
hann.
– Kappróðurin eigur at verða meiri
sjálvsøkin. Vit eiga fyrst og fremst at
hugsa um, hvat gagnar kappróðrinum
best og ikki, hvat gagnar stevnum kring
landinum best.
– Vit eiga fyrst og fremst at hugsa
um tað ítróttarliga. Tí eiga vit at hugsa
um at skipa fyri fleiri róðrum á firðum,
har sannlíkindi er fyri at róðurin verður
órógvaður av vindi og streymi, eru so
lítil sum til ber.
– Vit skulu velja okkum nøkur
róðrarøki, har umstøðurnar eru so
góðar sum tilber og har ber so eisini til
at hava fleiri róðrar á sama fjørði, uttan
at hugsa um, at kappróðurin skal halda
lív í stevnunum kring landið.
– Tey, sum rógva kapp, eru fólk, sum
taka sín ítrótt í allarstørsta álvara og tey
hava uppiborið so góðar umstøður, sum
tað ber til at geva teimum.
Somuleiðis skjýtur hann upp, at
kappróðrarárið verður longt, so at tað
verða fleiri róðrar.
– Kappróðrarfólk venja hart og
miðvíst alt árið, men tað eru bara tveir
mánaðir um árið at stevnurnar eru, og
tað er stuttligt at vera rógvari. Tí ber
tað væl til at hava kappróðrarárið nógv
longri enn tað er.
Hann nevnir til samanberingar, at
fótbóltsárið er minst eitt hálvt ár.
Spurtar og langir teinar
Magnus Gaard saknar eisini fleiri
róðrarteinar.
Sum er, rógva vit 1000 metrar, 1500
metrar og 2000 metrar summastaðni,
men fyri rógvararnar líkjast hesir róðr
arnir rættiliga nógv.
Hann heldur, at hinvegin vísir tað
seg, at at tað, sum hevur størstan
áhuga hjá áskoðarum, eru teir ordiligu
spurtarnir. Í renning er tað kappingin
Soleiðis
Kappróðurin á ólavsøki skal hava eina andlitslyfting