Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 18. juli 2014 11 á 100 metrum, sum hevur nógv størst áhuga. – Í nógvum ítróttargreinum er tað eksplotiónin, sum hevur størstan áhuga. Magnus Gaard kundi væl hugsa sær, at hetta var ein táttur kappróðurin tók upp. – Tað hevði verið ómetaliga áhuga­ vert at havt ein stuttan róðrartein á í mesta lagi 200 metrar, har tað galt um at spurta sum fyri lívinum allan teinin. – Tað einasta, sum krevst er sera góð útgerð á málinum, tí tá verður talan um hundrað partar av s ekundum og tað krevst góð útgerð á startinum, tí tá mugu allir bátar liggja púra javnir. Hann heldur, at nógvir rógvarar høvdu meldað til ein slíkan róður, tí tað er avbera stuttligt at spurta. – Eitt nú kundi ein stuttur spurtur lokka nógvar sterkar rógvarar til, rógvarar, sum kanska ikki orka so væl at rógva teir longri teinarnar. Hinvegin kundi Magnus Gaard eisini hugsað sær nakrar róðrar á heilt longum teinum, kanska fimm ella 10 kilo­metrar. Her hugsar hann serliga um eldri rógvarar. – Eg kundi væl hugsað mær, at teir høvdu havt áhugað fyri slíkum róð­ uri, har tað kanska skal rógvast um Nólsoyar fjørð, úr Havnini til Nólsoyar og aftur til Havnar. Í einum slíkum róðuri vindur vind­ur og streymur havt ein týðandi leik­lut, men tað kundi verið ein partur av tí, har tað er seiggið í manningini, sálar­ liga styrkin, kunnleikin til streym­viður­ skiftini og royndirnar, sum fáa týdning fyri úrslitið. Magnus Gaard minnir á, at síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiarunum vóru ógvuliga nógvir bátar, sum róðu kapp. Hann minnir á, at á ólavsøku í 1990 vóru ikki færri enn 15 áttamánnafør og 12 tíggjumannafør, har fýra tíggju­ manna­før vóru úr Suðuroy. – Teir rógvararnir eru í bestu árum í dag og tað ein kapping á einum longum teini hevði verið akkurát nakað fyri teir, heldur Magnus Gaard. – Á ólavsøku í 1996 vóru nógv tíggju­mannafør við og heili fimm av teimum høvdu møguleikan at verða Føroya­meistari og tað var eitt øgiligt fólk á keiini og hugdi. Tað er hagar til, vit fegin vilja koma aftur, sigur Magnus Gaard. Kappróðurin á Ólavsøku í Havn skal endurnýggjast. Tað hevur nevndin, sum fyrireikar kappróðurin, sett sær fyri. Higartil hevur tað verið Havnar Róðrar­felag einsamalt, sum hevur skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku. Men nú er gjørt av, at øll trý róðrarfeløgini í høvuðstaðnum, Havnar Róðrarfelag, Knørrur og Argja Róðrarfelag, skulu skipa fyri ólavsøkuróðrinum í felag. Í hesum sambani er ein nevnd við umboðum úr feløgunum, sett at skipa fyri kappróðrinum. Stuttligari og hugnaligari Ein av nevndarlimunum, Magnus Gaard, sigur, at nevndin arbeiðir við eini ætlan fyri, hvussu kappróðurin kann endurnýggjast, so at tað verður hugaligari og stuttligari hjá fólki at fara at hyggja at kappróðuri. Magnus Gaard ásannar, at skotbráið til hesa ólavsøkuna er stutt, tí tað er so nýliga, at tað var greitt, at at feløgini skuldi skipa fyri ólavsøkuróðrinum í felag. Men tey fyrstu úrslitini av hesi nýskipan verða kortini at síggja á ólavsøku longu í ár. – Tað ræður um at fáa fleiri áskoðarar oman á róðrarøkið og tað snýr seg um at geva teimum eitt gott upplivilsi, ikki minst teimum yngru. – Hann sigur, at eitt, sum verður á keiøkinum undir ólavsøkuróðrinum í ár, verður eitt barnaland, har tað ber til hjá børnum at fáast við ymiskt. – Tað er fyri at gera tað hugnaligari hjá heilum familjum at fara á keiina at hyggja at kappróðuri. Tað verða eisini sølubásar av ymsum slagi á róðrarøkinum, har tað kanska fer at bera til at keypa ein kaffimunn, eina pannukøku og annað. Eitt annað, tey eisini hava í hyggju, er at seta benkur og borð upp, so at fólk kunnu sita niðri og hugna sær og síggja róðurin á stór­ skíggjað, men at tey síðani kunnu fara út á bryggjukantin at heppa á sínar bátar, tá ið koma inn um molan. – Hetta halda vit er sera týdningar­ mikið, tí hóast kappróðurin varar í einar tveir tímar, er tað bara í eitt korter ella so, at fólk síggja nakran róður. Tískil halda vit, at tað er av sera stórum týdningi at fólk fáa góðar um­ støður at hugna sær og práta ímillum róðrarnar, sigur Magnus Gaard. Hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrrenn næsta ár, at endurnýggingin fer at síggjast av álvara. Tað skal verða hugnaligari og stuttligari hyggja at kappróðuri á ólavsøku Kappróðurin á ólavsøku skal verða eitt upplivilsi – Tey, sum rógva kapp, eru fólk, sum taka sín ítrótt í allarstørsta álvara og tey hava uppiborið so góðar umstøður, sum tað ber til at geva teimum myndir: álvur haraldsen