Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 81 · 18. juli 2014 12 VIKUSKIFTI Summarið og Torleif Joensen Lagt til rættis: Óli Jákup Jacobsen Enda setningin... Sól og hiti fáa meg… ...í gott lag. Yndisstaðið at halda frí er… ...í Føroyum. Hetta summarið ætli eg mær… ...at uppliva føroysku náttúruna við familju og vinum. Tað er summar í Føroyum, tá ið… ...Sea Shepherd fólk eru at síggja í hvørjum króki. Føroyska summarið… ...er skiftandi í veðrinum. Tá ið veðrið ikki er gott, plagi eg at… ...lesa eina góða bók ella drekka kaffi saman við vinfólkum. Mær dámar best… ...tá veðrið er gott, og fólk eru glað. Ein góðveðursdag eti eg… ...mat, sum verður gjørdur klárur á grillini uttanfyri. Stevnurnar í Føroyum… ...eru tíverri, við at doyggja út, men ólavsøkan er komin fyri at vera. Fyri meg verður hæddarpunktið á summarinum… ...tá Føroya fólk savnast á ólavsøku. Mítt yndissummarhitt er… ...Yolanda Be Cool - We No Speak Americano. Besta summarferiu­- minnið er… ...tá familjan og eg í 1997 koyrdu úr Danmark til Disneyland í París. mynd: privat