Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 So náðileysir vóru tuberklarnar Vit vóru 9 systkin. Brøður mínir vóru Olrik, Hans og Poul. Systrarnar vóru Fía, sum doyði av kikhosta 2 ára gomul, Kristina, Fía, Hanna og Andrea (Dea). Umframt meg eru Poul og Andrea enn á lívi. Kristina og Fía doyðu av tuberklum í bestu árum, og hetta var sjálvsagt hart hjá okkum øllum. Kristina doyði í 1934, 22 ára gomul. Hon varð smittað í einum bindiklubba, har hon gekk saman við fýra øðrum gentum. Heima hjá eini av hesari gentum gekk pápin og hostaði, og tað vísti seg, at hann hevði tuberklar. Allar genturnar blivu smitt­aðar eins og konan hjá hesum manni. Gentur­nar komu so eisini at smitta síni hús­ fólk, so tey blivu nógv, sum vórðu rakt og sum doyðu. Tá varð bert eitt at gera, og tað var at fara suður á sanatoriið í Hoydølum. Men viðgerð var nær­um eingin tá fyri tuberklar. Hon var frísk luft og góður matur. Summi kundi koma fyri seg aftur. Onnur kundu koma fyri seg eina tíð, men so fingu tey afturstig. Hetta hendi við Kristinu. Men aftaná fimm ár aftur og fram doyði hon. Hon var tann, sum livdi longst av gentunum í bindi­klubbanum! Fía fekk meslingar í 1935/1936. Hesir mes­ lingar blivu serliga kendir í sambandi við meslingagrindini í Gøtu. Fía kom seg eftir meslingunum, men hon slapp ikki frá feprinum. So læknin gav boð um, at hon skuldi fara á sanatoriið og mamma fór við henni. Tá var ikki so lætt sum í dag at ferðast. Tær máttu fyrst fara til Klaks­víkar, gista har og so til Havnar. Tá var Fía væl fyri hóast fepurin. Hon gekk so mikið skjótt tá, at mamma fekk illa fylgt henni. Men hon kom ikki av aftur sanatoriinum. Her var hon, til hon doyði í 1940. Tá var ikki lætt at vera av bygd og at vera sjúklingur í Havn. Eg vitjaði hana, tá eg kom til Havnar. Tað kundi eisini henda, at pápi vitjaði, men tað kundi ikki vera ofta. Fía var trúlovað við Klæmint Juul Matras. Tey høvdu bygt hús og skuldu giftast. Hetta gjørdi tað ikki minni syrgiligt. Hann giftist seinni og fekk familju. Systrarnar vórðu jarðaðar heimbygdini. Annars vóru tuberklasjúklingar á bygd ofta jarðaðir í Havn. Tá vóru jarðarferðir nógv øðrvísi enn í dag. Prestur kundi ikki koma til allar jarðar­ferðir. Hann kastaði so jørð á, tá ið hann kom á umferð. Ervi var heldur ikki altíð hildið í sam­ bandi við jarðarferðina. Tað varð vanliga hild­ið um veturin, og tá varð øll bygdin boðin. Nógv at gera Hjá okkum børnum var tað sum hjá øllum øðrum tá í tíðini. Tað skuldi hjálpast til í húsinum við hoygging, velting, torvskuri og øllum tí, sum var at gera. Serliga var nógv at gera hjá okkum dreingjum um várið. Pápi plagdi at bera tøðini til veltuna. Tað var ikki altíð, at alt varð saksað, men hetta skuldi gerast. Hans, sum seinni gjørdist lærari, var óførur at saksa. Tað gjørdu vit beinanvegin vit komu úr skúl­anum. Hetta var ógvuliga drúgt ar­ beiði. Vit høvdu tríggjar kýr, fyrst eg minnist. Tað var einki við at mjólkin varð seld. Tað var heldur ikki lætt at fáa hana av bygdini. Men vit drukku nógva mjólk, vit fingu róma uppá breyð. Og so var tað rómastampur, sum eisini var so leskiligur. Konfirmatiónin Eg bleiv konfirmeraður í Funningi. Prestur var Sand, og hetta var hansara fyrsta kon­ firma­tión í Føroyum. Vit vóru tríggir kon­ firmantar frá Gjógv, vit liva øll enn. Í Funningi vóru teir fimm, og tey er langt síðan deyð. Men tað er eisini tiltikið, at fólk liva leingi við Gjógv. Annars var nógv samband millum Gjógv og Funning. Upprunaliga var eingin vegur, men tað var ikki so langt at ganga. Tað var um ein tími, men tað varð ikki roknað fyri at vera nógv tá á døgum. Men tað kundi vera nokk so tungt við byrðu niðanbrekku úr Funningi. Men tað var meira samband fyrr, áðrenn kirkjan kom við Gjógv. Tá hevði hvørt hús við Gjógv sítt hús at halda til í í Funningi. Her skuldi skiftast klæði, áðrenn farið var í kirkju, og so aftur, tá farast skuldi av stað aftur. Hjá okkum var tað hjá Osvald og Karolinu Jacobsen. Tey vóru millum annað foreldur hjá Jóhannes skómakaran í Fugla­firði og Mallu, sum bleiv 100 ár. Eg skuldi búgva hjá teimum, tá ið eg gekk til. Men prestur búði har saman við konuni, so hetta lá ikki so væl fyri. Eisini var tað so, at frakt og postur kom upp á land í Funningi. Tað varð síðan borið til Gjáar. Til skips sum aðrir Tá var tað mest sum lóg, at tá ið man var 14 ár, so var at fara til skips. Men hetta var á várið, og foreldrini fingu yvirtalað meg ikki at fara beinan­vegin, tí vit høvdu so nógv at hoyggja. Eg segði, at eg kundi steðga eitt ár, men so varð tað ikki meira. Fyrsta skipið eg var við í 1937 var Fame, sum Jacob Haraldsen í Fuglafirði átti. Skiparin var Jóan Magnus Lamhauge ein trí­menn­ingur mín úr Lamba. Eg fór henda túrin fyri pápa mín. Hetta var bara ein summar­túrur til Íslands, sum var ordiliga mis­lukkaður. Vit høvdu tveir ella tríggjar bátar við. Vit lógu inni við land, og bátarnir fiskaðu frá skipinum. Eina ferð vit vóru inni ein sunnudag tosaði skiparin hjá okkum við skiparan á Lítlu Emmu. Teir vóru systkinabørn. Eg var trímenningur við báðar. Hannebeiggi fortaldi fyri Jóan Magnus, at tað var nokk so nógvur fiskur á eini ávísari leið á Norðurlandinum. Tá riggaði nógv betur við fiskarínum. Vit royndu við Mánaoyggjarnar á Norður­landinum. Har átti nógvur lundi. Har var eingin bóndi í nánd, so teir prátaðu um at fara at draga lunda. Eg var so grammur, at eg spurdi um eg ikki kundi sleppa við. Men tað bar ikki til sum ein ið var fyrsta túrin. Morgun­in eftir lá ein stúr dungi av lundum á dekkinum. Vit vóru tríggir fyrsta túr, og vit vórðu settir at royta, so vit sluppu at royta allan tann dagin. Tað er ikki vist, at tey ungu høvdu latið seg siga soleiðis nú á døgum. Men tá bar tað snøgt sagt ikki til at siga nei. Avrokningin fyri tann túrin er framvegis til. Túrurin gav ikki nógv. Bátafiskiskapinum varð avroknaður í felag, meðan tað á snørisveiðuni var avroknað eftir lippunum. Hetta var sjálvdráttur, sum var tað vanliga tá á døgum. Tilsamans kom avrokningin ikki uppá kr. 100. Tá ið trygging og slíkt var farið av, kom avrokningin niður um 50 krónur. Tá høvdu mamma og pápi gjørt mær oljuklæði, so tey kostaðu mær einki. Um klæðini skuldi verið keypt, hevði úrtøkan komið niður á null. Hetta at oljuklæði vóru gjørd heima var tað vanliga. Tey vóru seymað heima, og so vórðu tey ferniserað fleiri ferðir. Tá ið farið var av jólum byrjaðu tey at hanga úti at torna. Komandi partur: Jógvan vildi vera maskinmeistari og kom í smiðjulæru. Hann var við at taka móti Fuglberg tiltikna jomfrútúrin, tá ið hann fór runt. Gjógv 1936. Kvinnan á myndini er kona prestin Sand. Húsini við ljósum skjøldri vinstrumegin á myndini eru tey á Rætt, haðani Jógvan er ættaður V.f. Dinnafía Ferjá, Kristina og Fía. Kristina og Fía vóru systrarnar hjá Jógvani, sum doyðu blaðungar av tuberklum Foreldrini hjá Jógvan vóru Malena og Óli Andreas. Abbi Jógvan, Orik, var ein álitismaður