hósdagur 17. juli 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast eg ikki fekk viðhald
í eini klagu til Almanna
málaráðið um at fáa eina
ávísa orðing í gerðabókina
hjá Tórshavnar býráð í við
gerðini av fíggjarætlanini
hjá kommununi, haldi eg tað
vera sera týdningarmikið,
at eitt mál verður kært, tá
ein ikki heldur alt vera í
lagi. Hetta fyri at tryggja
rættartrygdina og fáa bæði
politisku skipanina og fyri
sitingina til at flyta seg fram
á leið og gera alt fyri, at ásett
ar reglur verða fylgdar.
Sjálvt um ein borgari – í
hesum føri ein býráðslimur
– ikki fær viðhald í eini
kæru, so hevur málið stóran
týdning og er ein staðfest
ing av einum iva, ið kann
vera til gagns og brúks hjá
øðrum seinni. Í og við at Al
mannamálaráðið brúkti átta
mánaðir at viðgera kæruna,
er helst tí, at svarið ikki hev
ur verið so eintýðugt, ella tí
okkurt ivamál hevur verið.
Nú borgarstjórin í Havn
hevur verið so beinasamur at
almannakunngera úrskurðin
hjá
Almannamálaráðnum,
sum ikki tók undir við míni
kæru um eina orðing í gerða
bókini, fari eg at vísa til
eitt annað mál, har Heðin
Mortensen ongantíð fór út
við úrskurðinum á teirri
kæruni. Eini kæru, sum eg
fekk viðhald í. Eg fór heldur
ikki út við úrskurðinum, men
nú er sjálvandi eitt gott høvi
at greiða eitt sindur frá tí
málinum.
Talan er um eitt mál, har
Heðin
Mortensen,
hóast
hann var ein sentralur part
ur í málinum, ikki metti seg
vera ógegnigan at ganga á
odda í viðgerðini og fáa tað
samtykt.
Nógvir
havnar
borgarar vita helst, at Heðin
Mortensen hevur eina leigu
trøð í Havnardali, sum Tórs
havnar kommuna eigur og
sum borgarstjórin røkir væl
og hevur stóra gleði av, og tað
skal vera honum væl unt.
Fyri
nøkrum
árum
síðani
varð
arbeitt
við
at
orða
eina
reglugerð
fyri
kommunalar
traðir
í
Tórshavnar
kommunu.
Hetta við tí fyri eyga at fáa
størri gjøgnumskygni, betri
og rættvísari umsiting, og
at fáa leigutraðirnar undir
eina fasta skipan. Áhugin at
fáa eina trøð til leigu millum
borgarar í kommununi er
stórur, og bíðilistin tí alin
langur.
Í reglugerðini varð sett inn
ein grein um ættarliðsskifti,
sum ásetur, at øll tey, ið
høvdu eina leiguavtalu áðr
enn ein ávísan dag, kundu
tryggja eftirkomarum sín
um beinleiðis atgongd til at
yvirtaka leigumálið av trøð
ni.
Hóast tað á býráðsfundi
tá varð gjørt vart við, at
Heðin Mortensen heilt greitt
var ógegnigur at luttaka í
viðgerðini av málinum, tí
hann hevur áður nevndu
leigutrøð úti í Havnardali,
so metti hann seg sjálvan
ikki
vera
ógegnigan.
Tvørturímóti
gekk
hann
á odda í viðgerðini av hesi
nýggju reglugerð. Við øðrum
orðum viðgjørdi hann sítt
egna leigumál bæði í fíggjar
nevnd og í býráði.
Reglugerðin varð samtykt
og sett í gildi. Greinin í nýggju
reglugerðini um ættarliðs
skifti ber í sær, at tá Heðin
Mortensen einaferð leggur
árarnar inn, fer kommunala
trøðin í Havnardali beinleiðis
til son ella dóttir hansara, og
trøðin verður teirra, so leingi
hann ella hon livir.
Av ymsum orsøkum gekk
long tíð, áðrenn eg kærdi. Eg
fekk viðhald í kæruni, men
býráðsavgerðin varð tó ikki
broytt, tí boðað varð frá, at
hon ikki kundi ógildast sbrt.
§ 55 í kommunustýrislógini.
Tó gjørdi úrslitið av kæruni
nakrar rættingar í seinni við
gerðum í býráðnum.
Millum
annað
varð
borgarstjórin mettur ógegn
igir at luttaka í viðgerðini av
broytingum av gjøldunum
fyri at leiga traðir. Hann varð
av umsitingini biðin um at
fara av fundi, bæði í fíggjar
nevnd og býráði. So hóast
býráðsavgerðin um ættar
liðsskifti ikki varð broytt, so
hevur kæran broytt manna
gongdir í fyrisitingin og
harvið økt um rættartrygd
ina.
Mín vón er, at borgarin við
úrslitinum av kæruni, kann
fáa størri álit á eini óheftari
kommunalari fyrisiting.
Eg vil enda við at takka
borgarstjóranum
fyri,
at
hann hevur kunnað alment
um úrslitið av kæruni um
gerðabókini og harvið givið
mær høvi at greiða frá míni
fyrru kæru móti honum,
sum longu nú hevur broytt
fyrisitingarligar
manna
gongdir. Hetta fegnist eg
sjálvandi um vegna allar
borgarar í kommununi, tí
tað hevur bøtt um rættar
trygdina hjá hvørjum ein
støkum okkara her í høvuðs
staðarkommununi.
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi
kjak
Tá borgarstjórin tryggjaði
familju síni trøð í Havnardali
P.O. Box 3051 · Nóatún 1
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 35 39 00
hav@hav.fo
www.hav.fo
Starvið fevnir um matgerð, proviantering, reingerð v.m.
Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
Setanartreytir
Starvið er lønt í 5. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum
skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 21. juli 2014.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Havstovan
Nóatún 1
P.O. Box 3051
FO-110 Tórshavn
ella e-post: hav@hav.fo
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða,
reiðara, á tlf. 35 39 00 ella e-post: erlingl@hav.fo
Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.hav.fo
Havstovan søkir eftir
kokki
Søkt verður eftir kokki til Magnus Heinason
at byrja skjótast gjørligt.
Lýsing av Magnus Heinason
R/S Magnus Heinason
Tórshavn
TN 407
OW 2252
Bygdur í Tomrefjord, Noreg í 1978
Skipaslag: Havrannsóknarskip