Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 12 Ólavsøkan 2014 L eitar ein eftir telefon­ nummar­inum hjá Sofus Hansen í Havn, so kemur ein framá Halleluja Sofus Hansen. Og tað er eisini undir navn­ inum Hallleluja Sofus, at fólk kenna mannin best. Vit hitta Sofus heima við hús, og seta fyrst spurningin, um hann veruliga altíð er so glaður, sum hann sær út, um tað er sum á ólavsøku hvønn einasta dag? – Eri eri lívsglaður! Og eg eri sloppin at »lufta mær«. Øll hava ikki altíð góðtikið hetta. Men mín egna familja hevur loyvt mær at vera tann eg eri. Og fari eg í býin, so komi eg í samband við nógv fólk, ið spyrja um vegleiðing viðvíkjandi bilkeypi, ella tey vilja vita okkurt um mínar bilar. Eg tori at siga, at eg eri hjálpsamur, og royni at hjálpa, har eg kann. Og tá er ein eisini ein glaður persónur. Hetta er ektað, og als ikki uppátikið, staðfestir kendi havnamaðurin. Úr samkomuni og í býin – Ein kann siga, at tá eg sum yngri var virkin innan trúðarlív í samkomu, slapp eg ikki at vera tann, sum eg veruliga eri. Har var ov tjúkt fyri av teimum, ið settu forðingar. Men sum 31 ára gamal varð eg so at siga settur á aftasta bonk, og tveittur úr samkomuni, greiðir Sofus frá. - Men eg var ærligur og trúgvur mótvegis mær sjálvum. Eg fór í býin og fann aðrar vinir. Eg fann góðar vinir, ið hildu skil á hesum fýrinum, ið tók sína fyrstu øl sum 34 ára gamal, sigur Sofus, og nevnir vinirnar, ið vóru kendir í náttarlívinum í Havn síðst í áttatiárunum. – Eg havi ongar óvinir, tað eg veit um, og vil heldur ikki hava tað, staðfestir Sofus. – Tað stóð nógv á, tá eg fór úr samkomuni, og familja, og fólk annars, hildu ikki nógv um hetta. Men eg fekk fullan stuðul frá míni egnu familju, konu og børnum, sigur Sofus. – Nú eri eg við í sending í Kringvarpinum, har eg svari nøkrum spurningum, og fólk síggja kanska, at hasin fýrurin er ikki so býttur hóast alt, sigur Sofus brosandi. – Tað er gott at hava góðar vinir, ið ein kann hella seg at. Ein av mínum vinum plagar at siga, tá eg havi hug at grenja um okkurt: »Tað kundi verið so nógv verri«. Og tað er so púra rætt, staðfestir Sofus. – Ein annar kendur havnamaður hevur eisini sagt, at tað er ikki Guði, tað er galið við, men tað er hansara hooligans, ið tað er galið við, greiðir Sofus frá. – Eg havi eina trúgv, sum er 100%, men eg eri greiður yvir, at eg eri settur á eina jørð, har ein ikki kann fara yvir um vegin at keypa eitt fransbreyð, uttan at synda. Tað er soleiðis tað er, og eg haldi, at vor Harra er glaðast fyri, at tað er so­ leiðis, sigur Halleluja Sofus. Ein undangongu­ maður, ið sæst – Mær dámar at fara í býin, og mær dámar at síggjast. Tá eg fari ein túr við bobluni, so smílast fólk og hyggja, sigur Sofus, og sipar til serstaka bilin, ið hann hevur sniðgivið og bygt. – Eg geri hetta ikki fyri at gera meg upp. Men eg síggi hinvegin, at fólk smílast og eru glað, tá eg komi framvið, sigur Sofus. – Eg byrjaði at koyra á motor­ súkklu í 1991. men knappliga vóru eini 200, ið høvdu koyrikort til motor­ súkklu! Eg má hava gjørt okkurt rætt, smáflennir Sofus. Og Sofus heldur, at hann hevur slóðað fyri, so menn í dag tora betri. – Eg havi kanska latið upp og gingið undan, og á tann verið ein hjálp hjá monnum, ið ikki hava torað, sigur Sofus. – Men eg eri ein kensluborin og sárbarur persónur. Kanska er tað til dømis so, at tá ein er so sjónligur, sum eg, so kann tað henda, at eg eri komin framvið onkrum, og eg havi ikki heilsað uppá. Tá blívi eg keddur, men eg eri skjótur at taka telefonina og rætta uppá, sigur Sofus. – Mín trúgv er 100%, sigur tann kendi Halleluja Sofus, ið sum 31 ára gamal skifti kós, og fann røttu vinirnar. Kendur er hann, maðurin við flottu bilunum og góðu sangrøddini. Maðurin, ið onki hevur ímóti at síggjast, hevur altíð verið sjónligur, men hevur so at siga gjørt eitt »come-back« í almenna rúminum. Hann er ein sera virkin umboðsmaður fyri Føroyar, men hann er ikki komin syngjandi ígjøgnum øll tíðarskeið tey 60 árini, hann hevur livað Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Eg havi valt at síggjast » Eg geri hetta ikki fyri at gera meg upp. Men eg síggi hinvegin, at fólk smílast og eru glað, tá eg komi framvið«