fríggjadagur 18. juli 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
13
Ólavsøkan 2014
Originalarnir eru burtur
– Vit eru so skjót at geva diagnosur,
venda og seta í bás. Øll skulu vera
líka, og rúm er ikki fyri originalunum
longur, sigur Halleluja Sofus.
– Eg havi valt at síggjast. Tað
verður ikki øðrvísi, og tað ger eisini,
at eg havi nakað at fara upp til, tí eg
kann gleðast um, at eg havi torað, og
at eg í dag eri góðtikin, sigur Sofus.
– Eg havi valt at liva á tí stuttligu
síðuni, sigur Sofus.
70.000 fólk vitjaðu Sofus
– Vit hava ov lítið av talentleitarum í
Føroyum. Tað er lætt hjá teimum, ið
duga at koma sær fram. Men tað eru
so nógv, ið fáast við ymiskt áhuga
vert, men tey síggjast ikki í almenna
rúminum. Ofta eru tað bestu lista
fólkini, ið ikki duga at koma sær
fram. Eg royni altíð at siga við slík
fólk, hvussu fantastisk tað er, ið tey
gera, sigur Sofus.
Og sjálvur hevur Sofus nógvar
fjepparar, ið halda nógv av tí, hann
fæst við.
– Eg havi eini 1000 vitjandi fólk í
bilhúsinum hjá mær summarhálvuna.
Tað eru mest útlendingar, men eisini
føroyingar. So síggja tey bilarnar,
og eg syngi fyri teimum, um tey
ynskja tað, og tey fáa eisini ein film
um Føroyar við sær. Eg geri tað
av mínum eintingum, tí eg haldi
Føroyar hava tað uppiborið, sigur
Halleluja Sofus.
– Útlendingar eru bilsnir av, at
Føroyar eru eitt framkomið land,
tí myndir úr Føroyum vísa oftast
fuglar, flagtekjur og so framvegis,
men hetta eru ikki Føroyar í dag,
metir Sofus.
– Tað kemur fyri, at eittnú týsk
arar ávegis til Ísland steðga á her,
men fara als ikki víðari, sigur Sofus.
– Eg geri nógv fyri at umboða
Føroyar, tá eri í útlondum við bil
unum hjá mær. Á eini sýning hevði
eg 70.000 vitjandi á mínum bási, og
eg hevði 50 kilo av faldarum um
Føroyar við mær. Allir faldararnir
vóru burtur tann fyrsta dagin, sigur
Sofus, sum altíð hevur Merkið við
sær á ferð.
Sofus er ofta á ferð úti í heimi við
sínum sermerktu akførum, og hann
sæst eisini úti í heimi. T.d. fær hann
nógva rúmd í útlendskum motor
bløðum, og eisini har er Merkið við.
– Eg arbeiði nú uppá ein Cadillac
frá 1960, ið ætlandi skuldi standa
liðugur í ár, men tað hevur verið
so nógv annað á skránni, og pengar
skulu eisini til. Eg byggi eisini eina
motorsúkklu, so sigast kann ikki
annað, enn at sinnið er ungt, sigur
Sofus við einum smíli.
– Eg havi eini 4 gamlar bilar, ið eg
arbeiði við, og eg havi roknað uppá,
at eg verði 130 ár, tá eg eri liðugur
við teir, sigur Sofus flennandi, og
leggur afturat, at í dag er alt hetta
bert frítíðarítriv.
– Bilarnir eru nógv eftirspurdir.
Eg fái javnan tilboð um at koma á
bilsýningar í útlondum, og um at fáa
frítt pláss. Hetta eru pláss, ið kosta
millum 35.000 krónur og 70.000
krónur, sigur Sofus, ið hevur vunnið
heiðurstekin á fleiri framsýningum
í útlondum.
– Eg royni at umboða Føroyar,
annað kann ikki sigast. Og stuttligt
er, at fólk ofta vitja aftur. Fyri stuttum
ringdi eitt par til mín, og spurdi,
um hetta var sami Sofus, sum var í
sendingini hjá Gintberg. Tey spurdu,
um tey kundu koma á vitjan. Tá tey
vitjaðu, so spurdi konan: Kan du
synge for os? Tað gjørdi eg so, tí eg
helt hetta vera stuttligt, og eg elski
tað, sigur Halleluja Sofus.
Ein dreymur at syngja
Sofus er kendur fyri akfør síni, men
kendur er hann eisini sum sangari, tó
at hann ikki hevur gjørt so nógv við
sangin í mong ár.
– At syngja og standa á palli
hevur altíð verið ein dreymur. Eg
sang í áttatiárunum saman við
systrunum, og tað var so tað. So var
stilt og eg arbeiddi eisini í útlondum
í nøkur ár, sigur Sofus.
Í nøkur ár hevur Sofus sungið í
tí stilla, tá brúdleyp og annað hevur
verið á skránni.
– Men tíbetur heitti Jákup
Zachariassen á meg um at royna
veingirnar aftur, so okkurt er nú
ávegis, men nær útgávan kemur, er
ikki lætt at siga beint nú, sigur Sofus.
Elskar Havnina
– Eg elski Havnina, men eg skilji ikki
altíð tað, sum verður gjørt við býin,
sigur listamaðurin Sofus.
Til dømis skilji eg ikki tað, ið
hendir úti við Skansan nú. Hví skal
ein stórur bygningur kroystast niður
har nú?, tað skilji eg ikki, sigur Sofus.
Og Skálatrøð kundi verið flott.
Staðið kundi verið ein havn fyri
ferðafólk, og kundi verið bundin í
økið við gamla kirkjugarð við eini
brúgv. Og vit hava tørv á einum
tórspalli. Hesin kundi verið hongdur
upp yvir Skálatrøð, uttan at vit mistu
parkeringspláss, sigur Sofus, og vísir
mynd av flottum bygningsverki, ið
er opið,og stendur á fýra beinum,
og sum Sofus eisni hevur gjørt vart
við og víst á hjá myndugleikunum í
kommununi.
– Arkitktar hava allir lisið somu
bøkur, og kanska havt somu lærarar.
Eg havi ongan møguleika at byggja
nakað, men tað ger onki, um ein
hevur hugflog, og tað ger onki, um
eg geri vart við meg og kanska gevi
íblástur, metir Sofus.
Ongin trupulleki
at gerast 60
Tú ert júst fyltur 60 ár. Hvat sigur
tú um tað?
– Tað er fínasta slag! Eg leggi ikki
árarnar inn fyri tað. Hatta er bara eitt
tal. Ein skal halda sinnið ungt, og ikki
halda, at ein ikki kann nakað, tí tú
kanst!,sigur Sofus.
– Hatta tími eg als ikki at hugsa
um, hvørki viðvíkjandi klædnastíli
ella á annan hátt. Ein kann framvegis
rigga væl, um aldurin er har, um ein
bert røkir seg væl, sigur Halleluja
Sofus.
– Tað eru fleiri tilkomnir havnar
menn, ið eru tað, ið teir eru, og
sum rigga. Ein sær teir eittnú sita
í Vágsbotni, og eg hyggi nógv eftir
teimum, sigur Sofus, ið ikki noktar,
at hann hevur verið ein slóðari, ið
hevur gjørt sítt til, at samfelagið er
rúmligari í dag, enn fyri fáum árum
síðani.