Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 20 Ólavsøkan 2014 Í 1979 varð eitt sera stórt tjald reist á sandinum við Leynavatn. Í fimm vikur var tónleikur á pallinum í tjaldinum, eins og framførslur av ymsum slag. Og fólk í túsundtali ferðaðust til tjaldið við Leynavatn, har ein av vitjandi bólkunum var Bamses Venner. Tað var vest­menn­ ingurin Poul Johannes Egilsnes, ið tók stig til hesar fimm vikurnar við tónleiki og fagnaði, og sigast kann, at hetta var eitt slag av startskoti til festivalarnar, sum nú mynda føroyska summarið Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Páll Hellu Hann uppfann » Eg leigaði eitt stórt tjald úr Keypmannahavn. Eg meini tjaldið var 80 metrar langt og 40 metrar breitt, sigur Poul Johannes Egilsnes. Eisini leigaði eg WC vogn, og dansi­ gólv skuldi eisini gerast« Í dag er torført at ímynda sær, at eitt sera stórt tjald í 1979 stóð á sandinum við Leynavatn, og at hetta ovurstóra tjald var karmur um dans, tónleik og framførslur av ymsum slag, so at fólk tustu til Leynar hesar fimm vikurnar. Nevnast kann, at hóast árið er 1979, so hevði tjaldið allar hentleikar, so sum brandpumpu, litperur og enn­ tá telefon. Øll viðurskifti upp á pláss Tað var Poul Johannes Egilsnes, ið var maðurin aftanfyri stóra til­takið við Leynavatn hesar fimm summar­ vikurnar, har eittnú kendi danski bólkurin Bamses Venner vitjaði. – Tað var í januar í Aalborg, at MN Music ringdi til mín fyri at vita, um gjørligt var at fáa Bamses Venner til Føroya at spæla. Eg starvaðist sum hovmeistari umborð á Lómi tá, og eg bað um 14 dagar til at hugsa meg um, greiður Poul Johannes Egilsnes frá. Hann hevði í seksti- og sjeyti­ ár­unum nakrar ferðir roynt at hava útlendskar bólkar í Føroyum, og longu í 1964 tók hann sær av norsku Doodle Bugs, sum H.C.W. Tórgerð hevði fingið til Føroya. Poul Johannes skipaði so fyri, at teir sluppu at leika á Vestanstevnu í Vestmanna, og hann fór síðani út­ ferð undir Vestmannabjørgini við teimum, tí tað fekst Poul Johannes eis­ini við longu í 1964. – Tað eru annars júst 50 ár síðani í ár, at Doodle Bugs vitjaðu fyrstu ferð í Føroyum, vísur Poul Johannes á. Men aftur til tjaldið, Leynavatn og Bamses Venner. – Eg hevði eitt hugskot um at fáa hettar til eitt útitiltak. Fyrst máttu neyðugu loyvini fáast, og eg prátaði við Petur Müller, borgarstjóra í Kvívík, og bóndan Jákup Egholm. Báðir vóru fittir at tosa við. Síðani setti eg meg í samband við løgregluna í Norð­streymoy og sýslumannin í Vest­manna, og síðani setti eg meg í samband við fútan og Gjaldstovuna. So var alt uppá pláss, sigur Poul Johannes, ið eisini minnist, at Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan dagliga kann­ aði viðurskiftini. Minnini koma fram, tá Poul Johannes Egilsnes sær mongu myndirnar, ið tiknar eru í tjaldinum við Leynavatn í 1979, og hann greiðir væl frá hesum fimm vikunum við framførslum og tónleiki Mynd: Dagfinn Olsen