Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 21 Ólavsøkan 2014 Ovurstórt tjald – Eg hevði áður samstarvað við danan Eugen Tajmer, tá eg hevði skipað fyri ymiskum. Vit kendust og sam­starv­aðu væl, men nú samráddist eg við NM Music um Bamses Venner. Men vit komu ásamt, tó nógv var at taka hædd fyri viðvíkjandi so stórum navn­ið, eittnú stuttleikaskatturin, sigur Poul Johannes Egilsnes. – Bamses Venner vóru á palli í 4 kvøld. Men fyrsta kvøldið mátti av­lýsast, tí veðrið var so vánaligt, vind­ur og regn, og áin var so stór, at eg tordi ikki. Eg metti vera best at halda seg til tað trygga, minnist Poul Johannes Egilsnes. Men nógv annað var á palli hesar fimm vikurnar við Leynavatn. Eitt­ nú gandakallur og búktalari, dansi­ gentur úr donskum Cirkus og so fleiri føroyskir bólkar, eittnú Black Birds. Eisini minnist Poul Johannes, at børn sungu sangir úr sangbókini »100 sangir«, meðan Bamses Venner spældu undir. – Eg leigaði eitt stórt tjald úr Keyp­mannahavn. Eg meini tjaldið var 80 metrar langt og 40 metrar breitt, sigur Poul Johannes Egilsnes. – Eisini leigaði eg WC vogn, og dansi­gólv skuldi eisini gerast. Vit nýttu 600 plátur til gólvið, og viðin til sjálvt tjaldið leigaði eg, minnist Poul Johannes Egilsnes. Streym og telefon – Ja, hetta eru nú 35 ár síðani. Eg minn­ist, at vit fingu streym úr tunnli­ num, og vit høvdu eisini ein motor. Vit læntu brandpumpu úr Havn, og eisini litperur. Sjálvt telefon høvdu vit í tjaldinum. Festligt var tað, og eg slapp snikkaleysur burturúr tí, sigur Poul Johannes Eglsnes. – Nógv var at gera, tí eg hevði ongantíð tað sama á skránni, og lýsast skuldi hvønn dag. Síðsta kvøldið var føroyskur dansur, og við dansifeløgum og vanliga fólk­inum mundu eini 2300 fólk vera í tjald­ inum, metir Poul Johannes Egilnes. Í tjaldinum bar eisini til at keypa mat og okkurt at leska sær við, og kiosk var í tjaldinum. So kom sjónvarpið Dansur var 4 kvøld um vikuna við Leynavatn í fimm vikur í juni og juli í 1979. Frá hóskvøldi til sunnukvøld. – Fólk tustu frá stevnunum til tjaldið, minnist stigtakarin. Men so gavst hann við hesum virk­sem­inum. – So kom sjónvarpið, og tað var harður kappingarneyti, og so høvdu vit eisini stuttlikaskattin at dragast við, minnir Poul Johannes á, sum tó hevði Dansistovuna í Vestmanna undir hond eina tíð eftir hetta. Men hóast hesar fimm vikurnar í stóra tjaldinum við Leynavatn ikki gjørdust eitt afturvendandi tiltak, so kann hetta sigast at vera startskotið til mongu festivalarnar, sum í dag mynda føroyska summarið. festivalarnar