Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 44 Ólavsøkan 2014 T að er Tórshavnar Ítróttaráð, sum er áhugafelag hjá ítróttar­felagsskapum í Havn, sum skipar stóran part av undir­haldinum á ólavsøku. Størsti parturin av aktivitetinum hjá Ítróttaráðnum snýr seg eisini um ólavsøkuna, har felagsskapurin hevur til endamál at samskipa mongu tiltøkini við básum, hoppiborgum og øðrum, sum hoyrir ólavsøkuni til. Andrass Thomsen, sum er nevndar­limur í Tórshavnar Ítróttaráð, er høvuðssamskipari av tiltakinum á Skálatrøð. – Tað er tó ikki so, at Skálatrøð er tað einasta, sum vit takast við á ólavsøku. Tórfest er líkasum til­takið, sum kickstartar tað heila leygar­ dagin. Sunnudagin opna so mongu básarnir á Skálatrøð, og ólav­søku­ aftan er tað so skrúðgongan og setanin, sum eru á skránni. Hetta eru eis­ini sera stór átøk, men tosa vit um tombola, skjótibásar og annað, sum hoyrir ólavsøkuni til, so er tað á Skála­trøð, at vit hava savnað hetta. Hetta hevur riggað framúr væl sum undir­haldsdepil hjá teimum yngru, og tað er so avgjørt eisini ætlanin og vónin, at nógvar familjur aftur í ár leita sær oman á økið, sigur Andrass Thomsen – Vit gjørdu á sinni av at savna mongu básarnar niðri á Skálatrøð, og hetta hevur riggað framúr væl. Umframt at kalla føstu tingini, sum hoyra eini ólavsøku til – eitt nú tombola, skjótitelt og hoppiborgir – so hava vit eisini roynt at hava nýggj og meira forkunnug ting at fara til. Eitt nú høvdu vit í fjør so­ nevndu Tórsódn, sum vit leigaðu til endamálið, men tað er ein leistur, sum vit hava valt at ganga frá. – Orsøkin er heilt einfalt, at vit meta tað vera ov dýrt at taka slíka út­ gerð heim til ólavsøku. Leigu­kostnað­ urin er stórur, og tað fer nógv arbeiði og nógvur peningur til at rigga til og av. Og tá talan er um leigukostnað, so er talan at kalla um at senda pengar út gjøgnum vindeygað. Radiobilar á parkeringsøkinum Heldur enn at leiga sær dýra útgerð á hvørjum ári, so er Ítróttaráðið nú farið undir tilgongd, har tey heldur royna at endurnýggja egna goymslu av undirhaldslutum. Soleiðis verður talan um fleiri nýggjar tíðardvøljur á Skálatrøð í ár. Radiobilar eru vanliga vælumtóktir hjá bæði smáum og stórum – og heilt stórum – børnum, og lítil ivi man vera um, at hetta kann gerast tað heilt stóra hittið á ólavsøku. – Vit vóna í øllum førum, at hetta verður nakað, sum fólk taka væl undir við. Eisini hava vit gjørt íløgur í tvær nýggjar karusellir. Eina til smærru børnini, har tey kunnu sveiggja róliga upp og niður, meðan malið verður runt, meðan hin er til heldu størru børnin. Her er talan um so­nevnda tekoppa-karrusell, sum vit kenna tað frá eitt nú tivoli. – Vit hava valt at keypta hesar lutir, og vit bæði vænta og vóna, at hetta í longdini fer at loysa seg, soleiðis at vit enn betur verða før fyri at skapa inntøkur til ítróttafeløgini, sum jú eru tey, sum eiga Ítróttaráðið, sigur Andrass Thomsen. Túsundtals limir taka lut Meðan tað soleiðis er Tórshavnar Ítróttaráð, sum samskipar tiltøkini hjá mongu ítróttafeløgunum, so eru tað enn sum áður mongu feløgini, sum syrgja fyri at fáa limirnar at standa vakt í mongu básunum. Her er tað skipað so, at feløg fáa ábyrgdina av ymsum átøkum, og síðani vaktseta ábyrgdarpersónar í feløg­unum limir, soleiðis at tað altíð eru fólk til arbeiðis, tá básar, hoppiborgir og annað er opið. Sam­skipandi leikluturin hjá Ítróttaráðnum er eisini fíggjarligur, skilt á tann hátt, at feløgini, sum eiga Ítróttaráðið síðani býta avlopið sína­millum, heldur enn at togast og kappbjóða í royndunum at fáa flest møgulig vitjandi. Langtíðarparkeringin á Skálatrøð verður stongd alla ólavsøkuna. Undirhald til alla familjuna verður á staðnum, og ístaðin fyri bensin- og dieselriknu fýrahjólararnar, verður talan um el-drivnar radiobilar á staðnum Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo Radiobilar » Vit gjørdu á sinni av at savna mongu básarnar niðri á Skálatrøð, og hetta hevur riggað framúr væl. Umframt at kalla føstu tingini, sum hoyra eini ólavsøku til, so hava vit eisini roynt at hava nýggj og meira forkunnug ting at fara til«