fríggjadagur 18. juli 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
45
Ólavsøkan 2014
á Skálatrøð
kre a
Vit ynskja viðskiftafólki okkara gott summar
14. juli til 8. august 2014 eru
avgreiðslutíðir okkara broyttar.
Móttøkan á Smyrilsvegi 20 hevur opið
og telefonirnar verða tiknar
mánadag - fríggjadagin: kl. 10-12
Avgreiðslurnar á Tvøroyri, Runavík og
Klaksvík eru stongdar.
Økisskrivstovurnar hjá Eldradeplinum
eru opnar.
Frá mánadegnum 11. august 2014 verða
allar deildir opnar aftur soleiðis:
Tórshavn:
Allar yrkadagar frá kl. 10.00 til 15.00 uttan
fríggjadag, tá opið er frá kl. 10.00 til 13.00.
Økisdeildir:
Allar yrkadagar frá kl. 10.00 til 14.00 uttan
fríggjadag, tá opið er frá kl. 10.00 til 12.00.
Broyttar avgreiðslutíðir í summar
Sí annars www.av.fo
Ólavsøkukonsertin hevur verið hildin síðani eina ferð í 80’unum. Nú
verður konseptið umskipað, so tað er meira festivallíknandi
Hugni til alla familjuna
Ó
lavsøkukonsertin var
í nógv ár stóra ung
dómstiltakið, sum
veruliga skeyt tjóðar
hátíðina í gongd fyri yngra ættar
liðið. Fleiri pallar hava verið
nýttir, eitt nú Læraraskúlavøllurin,
Skansin og Skálatrøð, men fyribils
varð ólavsøkukonsertin í fjør tann
seinasta av sínum slag.
– Eg veit ikki, um eg vil taka so
rívan til, sum at siga, at konseptið
ikki riggaði meira. Í nógvar mátar
var talan um frálíkt tiltak. Ofta
hava sera góð nøvn verið á palli,
og sølan av atgongumerkjum
var eisini heilt nøktandi til tíðir.
Men samstundis var tað heldur
misjavnt, hvussu nógv lá eftir
til fyriskipararnar, og tað er jú
ikki nøktandi, tá endamálið hjá
Tórshavnar Ítróttaráð millum
annað er at samskipa inntøkutiltøk
á ólavsøku, soleiðis at avlopið kann
býtast millum mongu feløgini,
sigur Andrass Thomsen.
– Vit hava tí valt at broyta
leistin eitt sindur í ár. Talan er ikki
veruliga um nakran festival, tí
hetta er bara tann eina dagin. Men
talan verður um tónleikatiltak, sum
varðar allan dagin, og har tónleik
urin, sum verður spældur, eisini
fevnir meira breitt. Eitt nú hava
vit Michael Learns to Rock sum
høvuðsnavn, og tað er kanska ikki
akkurát tey heilt ungu, sum vit tá
sikta eftir, sigur Andrass.
– Okkara vón er í øllum førum,
at vit á hendan hátt kunnu skapa
eitt tónleikatiltak, sum rakar breitt,
og sum í størri mun enn ólav
søkukonsertin megnar at savna
alla familjuna, heldur Andrass
Thomsen.
Ólavsøkukonsertin hevur skift bæði eigarar, bústað og ham fleiri
ferðir. Nú verður broytt til Tórsfest, sum skal savna alla familjuna