fríggjadagur 18. juli 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
46
Ólavsøkan 2014
T
að plagar at vera lítil ferðsla
í tinghúsinum hesa ársins
tíðina, og soleiðis hevur tað
eisini verið í ár.
Mikudagin 28. mai var orduligur
endabrestur í løgtinginum. Henda
dagin vóru fimm tingfundir. Tvey
mál vóru á dagsskrá. Annað var
uppskot frá Jacob Vestergaard um
broyting í løgtingslóg um serstakar
treytir fyri fiskiskap eftir norðhavs
sild og makreli 2014. Hitt var, at
vinnunevndin hevði lagt fram álit í
uppskotinum til samtyktar um at seta
grein 19 nevnd at kanna viðurskiftini
kring Eik grunnin. Vikið varð frá
øllum tíðarfreistum á teimum við
gerðarstigum, sum eftir vóru í løg
tingsmálinum um norðhavssildina
og makrelin í 2014.
Fimti fundurin varð settur klokk
an 19.20, og hann var liðugur klokkan
19.25. Formaðurin boðaði frá, at um
ikki fleiri mál komu til tingið, varð
fundur ikki aftur fyrr enn á ólavsøku.
Einki mál er síðani komið í tingið,
og harvið verður næsti fundur ólav
søkudag, soleiðis sum tað er ásett í
stýrisskipanarlógini, sum varð sam
tykt í hesum døgum fyri tjúgu árum
síðani:
§ 10. Løgtingssetan byrjar ólav
søkudag og heldur á til ólavsøkudag
árið eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løg
tingsformaður, løgtingsmenn, løg
maður, landsstýrismenn og embætis
menn skrúðgongu úr tinginum
í dómkirkjuna, har gudstænasta
verður hildin, og síðan aftur í tingið.
Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir
embætismenn eru við í skrúðgong
uni, og hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur
ólavsøkudag kl. 13.00.
§ 11. Samkomustaður løgtingsins
er Tórshavn. Í serstøkum føri kann
løgtingið tó koma saman til fundar
á øðrum staði í landinum.
§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir
løgmaður frá støðu landsins og tí, ið
landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans
tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu
landsins til umrøðu.
20 ára føðingardagur
Tað eru í hesum døgum 20 ár síðani,
at galdandi stýrisskipanarlóg varð
samtykt, og hon hevur verið galdandi
síðani á ólavsøku í 1995.
Politiska arbeiðið við lógarupp
skotinum varð grundað á álitið um
stýrisskipan, sum serlig nevnd, sett
av landsstýrinum í 1993, tilevnaði.
Nevndin varð mannað við Sjúrði
Rasmussen, Anfinni V. Hansen, Birni
av Heygum, Hans Trygva Teirin og
Kjartani Hoydal.
Fyri at lógin skuldi verða gald
andi, var kravið í gomlu lógini, at
tvey løgting skuldu samtykkja hana
í óbroyttum líki. Tað vil siga, at tað
skuldi vera løgtingsval ímillum,
at tingið eina ferð og so aftur eina
ferð viðgjørdi og samtykti lógina
óbroytta.
Politiskur turbolensur
Viðgerðin í sjálvum tinginum var á
vári og sumri fyri 20 árum síðani,
og tað kann ikki sigast annað, enn
at hon var í einum tí turbolentasta
politiska tíðarskeiðnum í nýggjari
politiskari søgu í Føroyum.
Løgtingið varð valt 8. november
1990, og harvið lá tað í luftini, at løg
tingsval skuldi verða aftur á heysti
í 1994.
Eftir valið í 1990 skipaðu javn
aðarflokkurin og fólkaflokkurin
samgongu við Atla P. Dam sum
løgmanni. Samfelagskreppan og
politiska kreppan sóust aftur í fleiri
skiftingum og broytingum. Atli P.
Dam segði, sum hann longu, tá ið
samgongan varð skipað hevði boðað
frá, løgmanssessin frá sær, tá ið val
skeiðið var hálvrunnið. 18. januar
1993 varð Marita Petersen løgmaður.
Eitt fjórðingsár seinni – 24. apríl 1993
– varð nýggj samgonga skipað millum
javnaðarflokkin, tjóðveldisflokkin og
sjálvstýrisflokkin.
Henda samgonga sat, inntil løg
tingið 19. mai 1994 – eftir uppskoti
frá sambandsflokkinum – samtykti,
at val skuldi verða 7. juli. Landsstýrið
sat, inntil nýggj samgonga varð
skipað 10. september 1994 millum
sambandsflokkin, javnaðarflokkin,
verkamannafylkingina og sjálvstýris
flokkin og við Edmundi Joensen sum
løgmanni.
Frá tí at løgtingsvalið varð útskivað
19. mai og fram til landsstýrisskiftið
10. september var talan um fyribils
landsstýri ella starvsstjórn. Tað var
júst í hesum tíðarskeiðnum, at nýggja
stýrisskipanarlógin varð viðgjørd
og samtykt av tveimum løgtingum.
Talan var á mangan hátt um eitt
heitt politiskt summar, og mótsatt
øðrum árum var tað lív í tingsalinum
dagarnar upp undir ólavsøku, men
tað kann ikki sigast, at tað fór við
so nógvari tíð at fáa nýggju stýris
skipanarlógina samtykta.
Meðan løgtingið plagar at binda frið í juni og juli mánað og inntil á ólavsøku, so var tað
fyri 20 árum síðani løgtingsval og fleiri tingfundir upp undir ólavsøku, tá ið galdandi
stýrisskipan varð samtykt, eftir at tingið fleiri ferðir veik frá tíðarfreistunum
Tað politiskt heita summarið
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo
...framhald