mánadagur 21. juli 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gleði meg at vitja støð
sum eg kenni frá myndum
Norska Sonja drotning kom
leygardagin til Føroya, og eftir
almenna partin av vitjanini
skal hon komandi dagarnar at
vitja ymsastaðni í Føroyum
Danjal av Rana
Myndir: Sigmar Mørkøre
Leygardagin kom norska
Sonja drotning til Føroya
á vitjan. Fyrsti parturin av
vitjanini var almennur, men
drotningin verður verandi á
privatari vitjan í Føroyum í
nakrar dagar.
Leygardagin fingu vit orð
ið á Sonju drotning, tá ið hon
hevði vitjað í Kirkjubø.
– Her er ómetaliga áhuga
vert at vitja. Tað er, sum at
søgan situr í veggunum.
Hesi gomlu húsini, kirkjan og
múrurin hava stórt søguligt
virði. Og so er tað eisini
norsk kongssøga, segði Sonja
drotning, eftir at Jóannes
Patursson, bóndi, hevði víst
henni runt í Kirkjubø.
Leygardagurin var einasti
almenni vitjunardagurin hjá
drotningini, men hon verður
verandi í Føroyum til hós
dagin.
– Vit fara at vitja nakrar
av hinum oyggjunum kom
andi dagarnar. Millum annað
fara vit til Suðuroy mikudag
in, og vit vóna eisini at vitja
Gjógv og Mykines. Eg gleði
meg at síggja nøkur av hes
um støðunum, sum eg einans
kenni frá myndum.
Kongaskipið Noreg siglir
til Suðuroy mikudagin, og
sambært skiparanum ligg
ur leiðin eisini vestur um
oyggjarnar, fyri at síggja
hábærsligu náttúruna vest
anfyri.
– Eg eri sera áhugað í list,
og tað er ein av orsøkunum
til, at eg eri í Føroyum hesar
dagarnar, segði Sonja, drotn
ing, tó uttan at vilja siga meiri
um, hvat tað merkir.
– Eg vóni, at Føroya Lands
stýri á onkran hátt megnar
at varðveita múrin og fær
lagt tak omanyvir bygningin,
kanska sum vit hava gjørt
við dómkirkjuleivdirnar í
Hamar í Noregi, segði Sonja,
drotning.
Listin dregur
Sonja, drotning av Noregi, er
fødd 4. juli í 1937. Gentunavn
hennara er Haraldsen. Hon
og Harald kongur møttust
fyrstu ferð í 1959, men tað
var ikki fyrr enn í 1967, at tá
verandi krúnprinsurin, Har
ald, fekk loyvi frá pápa sín
um, Ólavi kongi, at gifta seg
við Sonju, ið ikki var aðal.
29. august 1968 vórðu tey
gift í dómkirkjuni í Oslo.
Sonja drotning er cand. mag.
í fronskum, enskum og lista
søgu. Hon hevur eisini eina
yrkisútbúgving í kjóla- og
draktseyming.
Líka frá ungdómsárum
hevur Sonja drotning verið
áhuga í list, serliga í nútím
ans list og grafikki, og eigur
hon eina stóra privata lista
samling.
Í 2013 sýndi drotningin
fyri fyrstu ferð síni egnu
listaverk fram. Tað var í
eini framsýning saman við
norsku listamonnunum Ørn
ulf Opdahl og Kjell Nupen.
Og tað er eftir øllum at
døma Kjell Nupen at takka,
at drotningin í hesum døgum
vitjar í Føroyum.
Kjell Nupen var, saman
við Ørnulf Opdahl, læru
meistari
hjá
drotningini
fram til deyða sín í mars 2014.
Í 2005 hevði Kjell Nupen eina
listaframsýning á Listasavni
Føroya. Tað var hann, sum
fyrst bjóðaði norsku drotn
ingini at koma við sær til
Føroya. Kjell Nupen doyði
eftir stutta sjúkralegu í mars
í ár, men drotningin gjørdi av,
at vitjað Føroyar allíkavæl,
uttan lærumeistara sín.
danjal@sosialurin.fo