mánadagur 21. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nógv
betri
sáttmála
Pedagogarnir, sum eru
settir við nýggja forskúlan á
Argjahamri, hava nógv betri
sáttmála enn aðrir pedagogar
Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, eftir at
Gerðarrætturin vísti teirra blokadu móti viðurskiftunum á forskúlunum aftur
Leo Poulsen
Á fyrsta sinni í meiri
enn 50 ár, fær Havnin
nú sín næsta forskúla,
tá skúlaárið 2014/2015
byrjar.
Tað verður skúlin á
Argjahamri, ið verður
karmur um hendan
nýggja forskúlan.
Ósemja hevur annars
verið millum Peda
gogfelagið og komm
ununa um sáttmálan
á økinum, ein ósemja,
sum førdi til, at Pedagog
felagið noktaði limum
sínum at søkja starv hjá
Tórshavnar kommunu.
Kommunan svaraði
aftur við at leggja hetta
málið fyri Fasta Gerðar
rættin, sum tók ta avgerð,
at blokadan hjá Peda
gogfelagnum var ólóglig,
og tískil skuldi setast til
viks.
Hetta førdi so aftur til,
at Pedagogfelagið kærdi
avgerðina til Nevndina
fyri Fasta Gerðarrættin,
og bíðað verður nú eftir
hesari avgerðini.
Málið liggur tí eitt
sindur í leysum lofti, men
avgerðin um forboðið
hjá Pedagogfelagnum,
ið forðar limum sín
um at søkja um størv í
forskúlunum í Tórshavn
ar kommunu, er sett úr
gildi, og tí stóð tað peda
gogunum frítt at søkja
hesi størv.
Og tað hava pedagog
ar so gjørt, og øll størvini
við nýggja forskúlan á
Argjahamri eru tískil
sett.
Góðar sømdir
Og sambært Heðin
Mortensen, borgarstjóra,
hava pedagogarnir á
Skúlanum á Argjahamri
fingið væl betri sømdir
í sínum sáttmálum, enn
aðrir pedagogar á øðrum
forskúlum.
– Lønin fylgir sjálv
andi lønini í sáttmálan
um hjá pedagogunum,
men umframt tað, fáa
teir allar tær sømd
ir, sum finnast í lær
arasáttmálanum, íroknað
fyrireikingartíð og
annað, sigur Heðin Mort
ensen.
So sigast má, at teir
pedagogar, sum hava
fingið starv á Argjahamri
ikki kunnu klaga um um
støðurnar.
Spurningurin er
so hinvegin, um hetta
kemur at ávirka teirra
viðurskifti við teirra
fakfelag.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Úrskurðurin í Fasta Gerðar
rættinum staðfestir, at sátt
málin á dagstovnaøkinum
skal verða galdandi eisini á
forskúlaøkinum.
Og tað er púra burtur
við, tí tað er heilt hvørt
sítt starvsøki. Og tað vóru
kommunurnar
og
Peda
gogfelagið eisini samd um,
sigur Maud Wang Hansen,
forkvinna í Føroya Pedagog
felag.
Hon skilir tí ikki framferð
arháttin ella avgerðina hjá
Fasta Gerðarrættinum, og tað
er eisini tí, at hendan avgerð
er kærd inn fyri Nevndina
fyri Fasta Gerðarrættin.
– Vit meta, at grundleggj
andi brot er framt á einum
fyrireikandi fundi, og tað
er eisini tí, vit hava heitt á
dómararnar fyri Fasta Gerð
arrættinum, um at taka mál
ið upp aftur, sigur Maud W.
Hansen.
Hon vísir á, at forskúlar í
Eystur kommunu og Runa
víkar kommunu seinastu
árini hava koyrt sum roynd
arverkætlanir, eftir avtalu
við Mentamálaráðið. Kunn
gerðin sum varð lýst á sumri
2013 lýsur munin á arbeiðs
økinum á dagstovnum og
forskúlum og er tað út frá
hesum at partarnir hava
samráðst seinasta góða árið.
– Vit eru í løtuni í ein
um vakum í mun til sátt
málasamráðingarnar, og í
teirri støðu, at um vit skulu
fylgja
úrskurðinum
hjá
Fasta Gerðarrætti, so eru
pedagogarnir í Sankta Frants
skúla nógv verri fyri enn
pedagogarnir í Eystur- og
Runavíkar kommunu og sum
heild nógv verri fyri enn lær
ararnir í forskúlunum, hvat
løn og arbeðistíð viðvíkur,
sigur Maud Wang Hansen.
Vit standa
spyrjandi
Leo Poulsen
Søgur eru farnar at ganga um, at
tað eru trupulleikar hjá Hotel Tórs
havn í Danmark, at fáa sjúklingar
heim, sum hava verið í Danmark
í viðgerð.
Vit vendu okkum tí til hotellið
og prátaðu við leiðaran, Onnu
Mariu Durhuus, og hon váttar hesi
tíðindi.
– Tað eru trupulleikar til tíðir, og
teir eru afturvendani. Tað vísir seg
eisini, at tað ber ikki til at bíleggja
ferðaseðil frammanundan, sigur
Anna Maria Durhuus.
Tað vísir seg eisini, at tað ber
illa til at siga, hvussu leingi sjúkl
ingarnir eru í viðgerð.
– Og tá kunnu vit renna okkum
í trupulleikar, um teir ein dag fáa
at vita, at nú eru teir lidnir við
viðgerðina. Tá kann vera trupult
at fáa pláss við flogfarinum, sigur
Anna Maria Durhuus.
Hon sigur hinvegin, at trupul
leikin ikki neyðturviliga er stórur,
men serliga upp undir høgtíðir
kann tað vera trupult at fáa ferða
seðil.
– Tá kann trupulleiki upp
standa, um hotellið er fult, og
nýggir sjúklingar eisini koma,
sigur Anna Maria Durhuus.
Sum skilst er trupulleikin upp
staðin eftir, at Atlantsflog leigaði
eina Airbus flogfarið til íslending
ar.
leo@sosialurin.fo
Fáa ikki sjúklingarnar heim
Tað kann til tíðir vera ein trupulleiki at fáa liðugtviðgjørdu sjúklingarnar
heim, sigur leiðarin á Hotel Tórshavn, Anna Maria Durhuus