Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tilboð til børn við autismu har, og at Gabriel ikki var egn­aður at vera á einari van­ligari barnagarðsstovu. Tí gjørdu vit av at flyta til Havn­ar, tí vit høvdu hoyrt um serstovuna í Øksnagerði. Um vit skuldu verið verandi í Klaksvík, hevði annað av okkum foreldrunum muga ging­ið heima at tikið sær av hon­um, sigur Tanja Ósá. Hon er í læru í Eik, og Stein­grím arbeiðir við teld­ um hjá Nema. Gabriel verður fimm ár í august, og hann hevur ment seg nógv, síðani hann byrjaði í serstovuni í Øksnagerði. - Gabriel klárar illa gang og órógv, men hann er ikki so sensi­tiv­ur longur, og hann er eisini meira sosialur. At hann trívist væl her, er ongin ivi um, tí hann er altíð glaður, tá vit avlevera hann um morgun­in, sigur Tanja Ósá. - Og hann hevur meira orku nú og er meira rundan um hini børnini og eygleiðir – tað er hansara máti at spæla uppá – um vit eru onku-stað­ ni við honum, til dømis í føðingardøgum. Hann kenn­ ir seg týðiliga tryggari nú og sigur alsamt fleiri ljóð, leggur Stei­n­grím Ósá afturat. Tey bæði óttast, hvat hendir, um tilboðið í Øksna­ gerði verður niðurlagt ella skert, tí tey eru avgjørd um, at Gabriel ikki megnar at ganga í einum vanligum barnagarði. - Tað verður ikki gott fyri Gabriel, og tað verður heldur ikki gott fyri hini børni, stað­ festir Tanja Ósá. Steingrím Ósá heldur ikki, at tað er nøkur sparing fyri sam­felagið at spara upp á til­ boðini til børn sum Gabriel - Hann kann gerast dýrur seinni, um vit ikki taka hond um hann nú. Tað nyttar onki at trýsta Gabriel og hansara lík­ar inn á vanligar stovnar, tí tey megna einfalt ikki at vera har, sigur hann. Marius Marius fyllir eisini seks ár í august og hevur gingið í Øksna­gerði síðani í januar í fjør. Tá var hann júst komin til Føroya úr Avstralia, har hann hevði búð til tá. - Í fyrstani hevði hann eitt afturstig, men tað var tí, hann skilti ikki málið. Hann kom tó sterkt aftur, og síðani er hann nógv mentur og hev­ur fingið árræði. Hann hev­ur nevniliga eisini fingið til­boð um at ganga til ríðing fyri at venja motorikk og sans­ir. Eg hevði ongantíð kunn­að ímyndað mær, at hann nakrantíð fór at vilja ríða á einum hesti, men tá hann fór at hyggja saman við pedagogunum, og hann nærm­ast í spølni bleiv spurd­ur, um hann hevði hug at royna, segði hann ja bein­ an­veg­in, sigur Durita Olsen, mamma Marius. Marius fekk staðfest autis­mu í Avstralia, men har kost­ar tað fitt av pengum at fáa pláss á serstovnum. - Vit føroyingar hava ofta lyndi til at halda, at alt er betri í teimum størru londun­ um, har so øgiliga nógv tilboð eru á øllum økjum. Men veruleikin er jú, at tey nógvu tilboðini bara eru har, ið nógv fólk býr – í teimum størru býar­sam­feløg­unum. Í Føroyum eru til­boð­ini ikki verri, enn tey eru á landinum í Danmark ella í Avstralia. Og tilboðið her á Dagstovninum í Øksna­gerði er heilt gott, og tað er væl betri enn nakað, vit høvdu atgongd til í Avstralia. Har eru eisini góð tilboð, men ikki har vit búðu, sigur Durita Olsen. - Fyrr helt Marius seg mest fyri seg sjálvan. Ikki tí, at hann ikki er sosialur, men hann dugir bara ikki so væl at vera sosialur og kann lætt blíva hyperaktivur. Her er eyka normering til børn sum hann, og tað er tað, hann hevur tørv á. Loysnin er jú ikki at lata hann liva í eini sápu­bløð­ru, tvørturímóti hevur tað stóran týdning fyri hann at kunna vera millum onn­ur børn eisni, sigur hon og legg­ur afturat: - Inklusjón er ein balansu­ gongd, tá vit hava við børn við autismu at gera. Tey hava sosialar trupulleikar og ein serligan tørv. Tí má hyggj­ ast eftir, hvat hvørt einstakt barn megnar og so geva tí av­ bjóð­ingar í samsvar við tað. Eisini Durita Olsen vón- ar, at serstovutilboðið í Øks­ na­gerði heldur fram. - Eg eri í øllum førum ógvu­liga bangin fyri, hvat skul­di hent við Marius, um hetta tilboðið dettur niður fyri. Starvsfólkið her er sera dugnaligt, og tað eru tey, sum eru okkara serfrøðingar á øki­num, leggur Durita Olsen dent á. ingolf@sos.fo serstova í øksnagerði Marius fer eftir myndini, ið sigur, at nú skal matpakkin etast Jens hevur eina stilla stund, har hann spælir fyri seg sjálvan. Tað er umráðandi fyri børn við autismu, at tey kunnu fara frá hinum børnunum, um gangurin verður ov nógvur Durita Olsen er komin eftir soninum Marius. Tey búðu í Avstralia til fyri góðum hálvum øðrum ári síðani. Tilboðið í Øksnagerði er betri enn nakað, tey høvdu atgongd til, har tey búðu í Avstralia, sigur Durita Olsen Jens hevur havt sín seinasta dag á serstovuni í Øksnagerði fyri summarfrítíðina, men hann gleðir seg at koma aftur í august. Jens hevur ment seg nógv og er vorðin meira sosialur tey knøppu tveuy árini, hann hevur gingið har, sigur mamman Miriam av Reyni Boardmaker er ein altjóða skipan, har myndir og litir verða nýttar at greiða frá øllum, ið fer at henda, og hvat børnini á serstovuni skulu gera. Myndirnar verða settar á talvuna hjá tí einstaka barninum, sum so tekur hana av aftur, tá tað, sum myndin fráboðar, skal henda ella gerast