Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Børn við autismu ella øðrum kontakt- og samskiftis­ trupul­leikum hava gjørt stór framstig innan lutfals­ liga stutt tíð, tá tey eru kom­ in á serstovuna fyri børn við kontakt- og sam­skiftis­ trupulleikum á Dag­stovni­ num í Øksnagerði í Havn. Hetta kunnu foreldrini hjá Jens, Marius og Gabriel skriva undir uppá, men tey er ørkymlað, tí óttin fyri, at hetta tilboðið verður strik­ að, lúrir alla tíðina. Tey hoyra hetta sum leysasøgur í heilum og halda eisini, at kommunan ikki ger serliga nógv fyri at gera vart við, at til­boðið er har. Jens Miriam av Reyni er mamma fimm ára gamla Jens, ið helst hevur autismu, hóast enda­ liga diagnosan ikki er stað­ fest. - Tilboðið her er heilt fantastisk. Stovan hev­ur eina góða náms­frøð­inga­ norm­er­ing, so­leið­is at tey veru­liga kunnu geva sær stund­ir til tann einstaka. Jens hevur gingið her í skjótt tvey ár, og her er hann blivin sosial­ur. Áðrenn tað gekk hann í vanligum barnagarði, men har var ikki rúm fyri hon­um, og tí var hann ofta einsa­mallur. Hann segði held­ur ikki eitt orð, tá hann kom her, men nú sigur hann heilar setningar, sigur Miri- am av Reyni. Hon er tó bangin fyri, at Tórshavnar Kommuna spaku­liga er í ferð við at pína til­boð­ið niður. - Vit vita, at eitt sovorðið til­boð sum hetta krevur nógv bæði av leiðslu og starvsfólki, og tað kostar tí sjálvandi eisini meira í pengum fyri hvørt barnið her enn á einari van­ligari barnagarðsstovu. Kommun­ an ger ikki nógv fyri at varpa ljós á tilboðið. Sjálv visti eg ikki, hvat hetta til­boð­ið veruliga var, fyrr enn Jens var sloppin inn. - Áðrenn tað helt eg í veru­leika­num, at børnini, ið gingu her, vóru nógv verri fyri, og tí ivaðist eg í, um hetta var tað rætta fyri hann. Men tað er tað. Inklusjón skilt á tann hátt, at øll altíð skulu vera sam­an og hava sama tilboð, sær so pent út á pappírinum, men fyri børn við autismu rigg­ar tað ikki. Tey mugu hava skipað og reglulig viður­s­kifti í bakhondini fyri at tora at lata seg inkludera. Her gera tey eitt stórt og gott arbeiði fyri at fáa tað at rigga, og tað riggar so væl, at ofta finni eg Jens á einari van­ligari stovu, tá eg komi eft­ir honum, sigur Miriam av Reyni. Hon hevði ynskt, at fólka­ skúl­ar­nir eisini høvdu líkn­ andi tilboð sum tað í Øksna­ gerði. - Um Jens skuldi í skúla nú, so hevði eg vilja havt hann í Skúlan á Trøðni, sum er hin einasti, ið eg haldi hava eitt tilboð og umstøður, ið hóska til Jens, sigur Miriam av Reyni. Gabriel Tanja og Steingrím Ósá fluttu fyri tveimum árum síða­ni úr Klaksvík til Havnar fyri at yngs­ti sonurin Gabriel kundi slep­pa í serstovuna í Dag-stovni­num í Øksnagerði. Tó at diagnosan ikki er formliga stað­fest, so fingu tey at vita, longu tá Gabriel var tvey ára gamal, at hann hevur autis­mu. - Hann gekk í vøggustovu í Klaksvík, og tey vóru ógvu­ liga góð við hann har, men tey søgdu eisini sum var, at tey høvdu ikki nakað veruligt Vón um varandi tilboð serstova í øksnagerði Serstovan í Dagstovninum í Øksnagerði er júst tað rætta tilboðið til børn við autismu. Tað eru foreldrini samd um, og tey vóna, at Tórshavnar Kommuna fer at halda fast um tilboðið Seinasta dagin fyri summarfrítíðina var øll familjan komin eftir Gabriel Ósá– úr vinstru er tað pápin Steingrím Ósá, beiggin Benjamin, og mamman Tanja Ósá, ið situr undir Gabriel Hvørt barn hevur sína egnu boardmaker-talvu Gabriel heldur eitt vakið eyga við matpakkanum, tí honum dámar bert eitt ávíst slag av livradeiggi, sum Vivian Midjord, námsfrøðingur, skal smyrja á breyðið