mánadagur 21. juli 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
serstova í øksnagerði
- Eg veit onki um, at
nakrar ætlanir skulu vera
um at steingja ella skerja
serstovuna í Dagstovni
num í Øksnagerði. Men
eg má spyrja trivnaðar
stjóran, sum í løtuni er
í summarfrí, nærri um
hetta.
Tað
sigur
Heðin
Mortensen, borgarstjóri
í Tórshavnar Kommunu
um leysasøgurnar, sum
foreldur og starvsfólk í
Dagstovninum í Øksna
gerði hoyra um møguligan
stongsul av serstovuni
fyri børn við kontakt- og
samskiftistrupulleikum.
Heðin Mortensen vátt
ar, at kommunan hevur
broytt politikk, tá tað snýr
seg um at rinda fyri skeið
hjá starvsfólki á stovn
unum – eisini tá tað snýr
seg um at serútbúgva
fólk, ið arbeiða við eitt
nú børnum við autist
um. Aðra staðir her á
síðunum finst leiðarin á
Dagstovninum í Øksna
gerði at, at tey nú mugu
finna pengar til skeiðs
virksemi og ráðgeving á
sjálvari rakstrarætlanini
fyri stovnin. Fyrr rindaði
kommunan
fyri
hetta
uttanum rakstrarætlan
ina.
- Generelli politikkurin
hjá okkum nú er, at
stovnarnir sjálvir fíggja
skeiðsvirksemi.
Hetta
er partvíst fyri at spara
pengar, men tað telur
eins nógv, at við hesi
skipan fær ongin stovnur
framíhjárætt til skeiðs
pengar fram um aðrar,
sigur borgrstjórin.
Borgarstjórin í Havn veit onki
um, at kommunan hevur ætlanir
um at steingja serstovuna í
Dagstovninum í Øksnagerði. Men
hann váttar, at kommunan hevur
broytt politikk, tá tað snýr seg
um at fíggja skeiðsvirksemi
Borgarstjórin
kennist ikki
við søgur
Ingolf S. Olsen
Hóast
tey
í
Øksnagerði
kunnu vísa á sera góð úrslit,
so óttast Anja Djurhuus,
leiðari á stovninum, eins
og foreldrini at børnunum
á serstovuni fyri børn við
kontakt-
og
samskiftis
trupulleikum, at Tórshavnar
Kommuna spakuliga fer at
niðurlaga hetta tilboðið.
- Vit síggja í øllum førum,
at raðfestingin ikki er tann
sama, sum hon var fyrr. Tá
kundu vit senda fólk á skeið
at fáa serútbúgvin at arbeiða
við børnum við autismu
ella við kontakt- og sam
skiftistrupulleikum annars.
Og fólk frá danska Center
for Autisme komu higar at
halda skeið einar tvær ferðir
um árið. Kommunan rindaði
fyri alt skeiðsvirksemið tá,
men nú skulu vit sjálvi finna
pengarnar til hetta innan
okkara egnu fíggjarætlan,
sigur Anja Djurhuus.
Hon sigur, at tað eisini er
sera ørkymlandi, at tað eisini
allatíðina ganga leysasøgur í
býnum um, at serstovan skal
leggjast niður.
- Foreldur og øll onnur
spyrja, tí hesar søgurnar
ganga, og tær fáa eisini meg
sjálva at ivast í, hvat kom
munan ætlar, sigur Anja
Djurhuus.
Einasta tilboðið
Hon heldur sjálv, at tað vildi
verið ein vanlukka, um tað
skuldi hent, at kommunan
stongdi serstovuna.
- Hetta er einasta tilboð
ið av hesum slagi í kom
mununi. Tað byrjaði sum
ein royndarverkætlan tíð
liga í 2002, tí pedagogar sóu
tørvin á einum sovorðnum
tilboði. Í 2008 varð tilboðið
gjørt varandi, og tørvurin
er ikki vorðin minni síðani
tá. Tí eigur hetta tilboðið at
raðfestast, sigur leiðarin á
Dagstovninum í Øksnagerði.
Á Dagstovninum í Øksna
gerði eru tey tilvitað um, at
tað krevur góðar førleikar
at arbeiða við børnunum á
serstovuni, og øll tey føstu
starvsfólkini har skulu vera
námsfrøðingar. Og dentur
verður eisini lagdur á, at tey
skulu hava møguleika at
serútbúgva seg, sjálvt um
pengarnir nú skulu finnast
á fíggjarætlanini fyri allan
stovnin.
- Tí er vandi fyri, at hesin
parturin verður avmarkaður,
tí tað eru sjálvsagt mørk fyri,
hvussu nógv kann sparast
aðra staðir á stovninum,
fyri at pengar skulu vera til
skeið og serútbúgving. Eg
hevði viljað, at Tórshavnar
Kommuna aftur fór at rað
festa tilboðið eins høgt, og
kommunan gjørdi fyri nøkr
um árum síðani.
- Vit hava frætt, at eitt nú
Runavíkar Kommuna hevur
satsað uppá góð tilboð til
børn vi autismu. Í februar
í ár var ein danskur autis
mukonsulentur og vitjaði í
Føroyum. Her kundu vit fáa
helvtina av kostnaðinum
fyri ráðgeving til starvsfólk
goldnan.
Konsulenturin
segði okkum, at hann eisini
hevði verið í Runavík, og
har rindaði kommunan fyri
ráðgeving í tveir dagar bæði
til foreldur og starvsfólk.
Hjá okkum skulu foreldrini
í sovorðnum førum antin
gjalda sjálvi ella royna at
søkja Almannstovuna um
pengar til endamálið. Ofta
orka foreldur ikki í holtur
við at søkja um pengar, so
tey annaðhvørt enda við
at gjalda sjálvi ella vel
ja ráðgeving frá, sum tey
annars høvdu havt fyrimun
av, sigur Anja Djurhuus.
Leiðarin á Dagstovninum í Øksnagerði heldur ikki, at serstovan á
stovninum longur hevur somu raðfesting í Tórshavnar Kommunu,
sum hon hevði fyrr, og leysasøgur hoyrast alla tíðina um stongsul
Kommunali áhugin minkaður
Anja Djurhuus, leiðari
á Dagstovninum í
Øksnagerði, er ørkymlað
av, at leysasøgur alla tíðina
ganga um, at kommunan
ætlar at lata serstovuna
fyri børn við kontakt- og
samskiftistrupulleikum
aftur. - Foreldur og øll onnur
spyrja, tí hesar søgurnar
ganga, og tær fáa eisini
meg sjálva at ivast í, hvat
kommunan ætlar, sigur hon