mánadagur 21. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tað
var
flytirokan
á
Dagstovninum í Øksnagerði
í Havn beint fyri summar
frítíðina. Tey eldru børnini
eru vorðin færri, meðan tey
smæstu eru vorðin fleiri,
so neyðugt hevur verið at
broytt samansetingina av
stovunum. Nú er ein barna
garðsstova í staðin fyri tær
tvær, sum vóru framman
undan, og tann eina vøggu
stovan er í staðin vorðin til
tvær.
Í sama viðfangi er ser
stovan fyri børn við kontakt-
og samskiftistrupulleikum
eisini flutt, men hóast júst
børnini á hesi stovuni eru
viðkvom fyri broytingum
og óskipaðum viðurskiftum
– teimum slepst ikki undan,
tá flutt verður – so hava tey
trý børnini, sum hava verið á
stovuni, meðan flytingin er
framd, tikið hurlivasan við
rættum ryggi.
Ein sólskinssøga
Men eitt sindur av hurlivasa
bilar heldur ikki eina stund,
tá børnini á serstovuni ann
ars hava tey skipaðu og
struktueraðu viðurskiftini,
tey hava brúk fyri. Tað hava
tey, og serstovan hevur verið
ein sólskinssøga, síðani hon
var latin upp í februar 2002,
bara nakrar mánaðir eftir, at
Dagstovnurin í Øksnagerði
lat upp í september 2001.
Bæði starvsfólk og foreld
ur eru á einum máli um, at
serstovan er eitt alneyðugt
tilboð til børn við kontakt-
og samskiftistrupulleikum,
herundir børn við autismu.
Fýra
dreingir
hoyrdu
til stovuna fyri summar
frítíðina, tá henda vitjanin
varð gjørd. Ein teirra var
farin í summarfrí, men eftir
vóru tríggir. Tveir teirra hava
mest sannlíkt autismu, utt
an at formliga diagnosan tó
er staðfest, meðan tann triði
hevur fingið staðfest autis
mu.
Men sama um diagnosan
er staðfest ella ikki, so hava
allir tríggir grundleggjandi
trupulleikar við at fella inn í
størri bólkar – at vera sosial
ir á vanligan hátt saman
við øðrum børnum – og teir
hava tørv á skipaðum viður
skiftum. Og felags fyri teir
tríggjar er eisini, at teir hava
ment seg munandi, síðani
teir sluppu inn á serstovuna í
Dagstovninum í Øksnagerði.
Egið val
- Teir hava trupult við at
fungera í størri eindum alla
tíðina, men tað merkir ikki,
at teimum als ikki dámar at
vera millum nógv børn. Teir
skulu bara altíð hava møgu
leikan at velja sjálvir, um teir
vilja vera partur av eini størri
eind ella vera meira fyri seg
sjálvar, og tað hava teir her.
Teir vita, at teir altíð kunnu
sleppa inn á teirra egnu
stovu, har umstøðurnar eru
skipaðar eftir teirra tørvi,
og tí kunnu teir eisini vera
saman við hinum, júst sum
teimum lystir, sigur Anja
Djurhuus, leiðari á Dag
stovninum í Øksnagerði, ið
sjálv, umframt útbúgving
sum námsfrøðingur, eisini
hevur
útbúgving
sum
autismukonsulentur.
Inklusjón
Inklusjón er spjaldramerkið
fyri námsfrøðini í Føroyum,
og tað merkir í stuttum, at øll
børn – eisini tey við serligum
tørvi – skulu takast við inn
í heildina og felagsskapin,
har
tey
eru,
eitt
nú
í
barnagørðunum, og at ongin
má setast uttanfyri.
- Men tað merkir ikki, at
børn við autismu ella øðr
um kontakt- og samskifti
strupulleikum bara skulu
potast inn í eina vanliga
barnagarðsstovu, og vit so
kunnu siga, at nú eru tey
inkluderað. Tey verða hin
vegin inkluderað, tá tey
kunnu vera saman við nógv
um børnum í størri eind
um, men allatíðina eisini
hava møguleikan at velja
eitt minni, væl skipað og
strukturerað
umhvørvið,
sum tey kenna er teirra.
- Tað síggja vit eisini
hvønn dag her, at eitt barn
við autismu fínt kann vera
saman við øllum hinum
børnunum inni á teirra stov
um og spæla í styttri ella
longri løtur, men verður
gangurin ov nógvur ella tey
á annan hátt verða sinniliga
órógvað, so sleppa tey altíð
inn á teirra egnu stovu og
kunnu vera har í friði. Tað
snýr seg um, at tey sleppa at
taka lut í teirra egna tempo,
sigur Anja Djurhuus.
Hon vísir á, at loysnin
eisini kann brúkast í skúlu
num.
- Eitt barn, ið hevði
verið á okkara serstovu og
hevði ment seg nógv, fór í
ein vanligan flokk, tá hann
fór í skúla. Tað vísti seg, at
hann steðgaði upp og fyri
tað mesta helt seg uttanfyri
flokshølið, tí hann orkaði
ikki gangin. So gjørdi Hoy
víkar Skúli ein flokk eftir
sama leisti sum okkara ser
stova. Nú gongur tað fínt hjá
dronginum, og hann lærir
eisini betri nú, sigur Anja
Djurhuus.
Gongur báðar vegir
Serstovan
er
ikki
bert
mennandi fyri børnini við
kontakt-
og
samskiftis
trupulleikum. Eisini børnini
á
hinum
stovunum
fáa
góðan førning av, at ein ser
stova er á Dagstovninum í
Øksnagerði.
- Børnini læra at góðtaka
børn, ið kanska ikki eru heilt
sum tey. Hetta eru vit eisini
tilvitað um at læra tey, og á
Altjóða Autismudegnum í ár
gjørdu vit eisini nógv burtur
úr at greiða børnunum á
barnagarðsstovunum
frá,
hvat autisma er, og hvønn
tørv børn við autismu hava í
mun til onnur børn.
- Tey læra, at tað ikki er
nakað ónormalt í, at onkur
er øðrvísið, og gyltu regluna,
vit ganga eftir her, at ”ongin
er øðrvísið, men øll eru
ymisk”, sigur Anja Djurhuus.
At børnini veruliga taka
hetta til sín, hevur hon eina
góða søgu um.
- Eitt foreldur at einum
drongi segði frá, at tey høv
du verið onkunstaðni, og ein
javnaldri at dronginum var
við. Hesin undrast við stór
um orðum á eitt barn, ið ikki
var heilt sum hini, men tá
sigur drongurin, ið gekk her,
at tað var onki at tosa um,
tí ”hann hevur jú bara eitt
brek”. Vit fegnast altíð um so
vorðnar søgur, ið vísa, at øll
børnini fáa okkurt burturúr,
sigur Anja Djurhuus.
Øll hava tørv á strukturi og serliga børn við autismu. Tí mugu
tey hava møguleika at ferðast ímillum tað meira kaotiska
barnagarðsumhvørvið á vanligu stovunum og teirra egnu, lítlu
stovu, har viðurskiftini eru skipað eftir teirra tørvi. Tí inklusjón snýr
seg ikki bara um, at øll børnini skulu hava neyvt sama tilboð, sigur
Anja Djurhuus, leiðari á Dagstovninum í Øksnagerði í Havn, sum
hevur serstovu fyri børn við kontakt- og samskiftistrupulleikum
Serstova við
góðum úrslitum
Fakta
Serstovan í Øksnagerði er fyri børn við kontakt- og
samskiftistrupulleikum. Ofta hava børnini staðfesta
autismu, ella illgruni er um, at tey hava autismu.
Hagfrøðisliga eru trý av fýra børnum við autismu dreingir.
Serfrøðingar ivast tó í, um talið er í samsvar við veruleikan,
ella tað bert er torførari at staðfesta autismu hjá gentum.
Serstovan í Øksnagerði livir væl upp til hagtølini. Fyri
summarfrítíðina hoyrdu fýra børn til stovuna. Tey vóru øll
dreingir. Eftir summarfrítíðina kemur so eitt barn afturat,
og tað er eisini ein drongur.
Stovan hevur rúm fyri 6-8 børnum.
Børn við autismu og eisini onnur børn við kontakt- og
samskiftistrupulleikum duga illa at samskifta á vanligan
hátt við at tosa og lurta. Ofta hava tey lítið ella onki mál
og skilja heldur ikki týdningin av at samskifta við orðum.
Hinvegin hava tey ofta væl lættari við at samskifta
visuelt, í myndum og litum. Tí er sonevnda boardmaker-
skipanin, ið er eitt altjóða mynda-mál, eitt týdningarmikið
samskiftisamboð á serstovuni. Við boardmaker verða
myndir og litir nýtt at greiða barninum frá øllum, ið henda
skal.
serstova í øksnagerði
Anja Djurhuus, leiðari á Dagstovinum í Øksnagerði, er sjálv útbúgvin autismukonsulentur og er ikki í iva um, at
skulu børn við kontakt- og samskiftistrupulleikum inkluderast í størri eindir, so er tað ein fortreyt, at tey hava faklig
dugnalig starvsfólk rundan um seg og eitt umhvørvi, har børnini eisini hava møguleika at vera í smærri bólkum. – Alt
hetta krevur eina góða normering. Tað snýr seg um, at børnini sleppa at taka lut í teirra egna tempo og allatíðina
hava møguleikan at velja eitt minni, væl skipað og strukturerað umhvørvið, sum tey kenna er teirra, sigur hon