mánadagur 21. juli 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! Festivalur
Samanumtøka av
G! Festivalinum
Barbara Holm
G!
festivalurin
megnaði
enn
einaferð at prógva sítt serstaka
virði fyri føroyska samfelagið, tá
ið ársins festivalurin takkaði fyri
seg leygarnáttina. Hóast høvuðs
nøvnini á G! ikki vóru so áhugaverd,
sum tey onkuntíð hava verið, so var
tónleikurin úr Føroyum frálíkur í ár.
Tey føroysku nøvnini vóru
veruliga nakað fyri seg, og saman
setingin av føroysku bólkunum var
spennandi. Samstundis kann sigast,
at fleiri av útlendsku nøvnunum
yvirraskaðu, og serstakliga var
íslendski parturin framúr. Tó so má
sigast, at skráin ikki var so spenn
andi sum onkuntíð fyrr.
Osar av mentan
Eingin ivi kann vera um, at G! festi
valurin á ein frálíka hátt megnar at
vera ein sýnisgluggi fyri føroyska
mentan og tónleik sum heild. G! er
so nógv meira enn bert tónleikur, og
tilboðini á økinum í ár vóru framúr.
Til dømis var eitt nú eitt yoga-
fjós at finna á økinum, sum føroy
ingar stóðu fyri, har til bar at fara
inn og finna frið, og læra um yoga
og meditatión. Samstundis var
festivalin kirkjan aftur at finna á
festivaløkinum, meðan Norðlýsið
var karmur um Gudstænastu fyrra
partar.
Í einum fjósi á økinum vóru
eisini fleiri leikir og øðrvísi fram
førslur á skránni. Eitt nú vóru
gamlir teknifilmar sýndir fram,
sum vóru áhugaverdir bæði hjá
ungum sum eldri.
Í sama fjósi fór eisini ein frum
framførsla fram á G!, og sjónleikurin
var so mikið væl umtóktur, at fólk
stóðu heilt út á vegin og royndu at
fáa sjónleikin við, tær fýra ferðir
hann var sýndur fram. Talan er um
Terry'sa Saga, sum er ein stuttligt og
ógvuliga undirhaldandi útlegging
av Føroyingasøgu, sum sjónleikarin
Kjartan Hansen og Eventmálaráðið
stendur fyri.
Samstundis var tað ógvuliga
kærkomið at síggja í ár, at góðskan
á matinum á økinum var munandi
betri. Meðan vit onkuntíð hava fing
ið pitsur og burgarar og fastfood
annars í hópatali, var tað nærum
einki slíkt at síggja á økinum í ár.
Ístaðin vóru eitt nú framúr búffar
við grønmeti, fiskasuppa og fleiri
fiskarættir, pasta bolognese, sushi
og eitt breitt úrval av kaffisløgum
at fáa á økinum.
Alt í alt má sigast, at G! festi
valurin á hvørjum árið hevur so
nógv spennandi tilboð til vitjandi,
umframt tónleikin, at tað mangan
kennist sum man ongan møguleika
hevur fyri at náa at uppliva alt,
sum G! fyrireikararnir hava at
bjóða. Samstundis er kenslan á G!
so serstøk, tí her finnur tú allar
hugsandi partar av føroyska sam
felagnum savnaði saman í einari
hugnaligari bygd, har heim, fjós,
barnagarðar og alt møguligt annað
verður drigið inn í eitt serstakt G!
huglag bert fyri eitt vikuskiftið.
Skurrar í oyrunum
Tá G! festivalurin í stóran mun er
ein ímynd av føroysku mentanini
í dag, og festivalurin samstundis
tykist verja garð um okkara felags
samleika, kann tað ikki annað enn
skurra í oyrunum, tá Stóra Sang
løtan er á skránni.
Hóast løtan er ógvuliga hugnalig
og undirhaldandi á nógvar mátar,
er tað mest sum niðrandi at uppliva
okkara størstu sangskattar á slíkan
hátt.
Í ár var tað betri eydnað enn í
fjør, men kortini tykist tað undrun
arvert, at G! fyrireikararnir velja at
lata løgini í bossanova tónar, og so
statt taka burtur alt tað serstaka,
sum er í hvørjum lagið sær.
Verturin, Finnur Koba, var ógvu
liga undirhaldandi, og tað vóru
sangararnir í stóran mun eisini.
Men tað var eyðsæð, at fleiri teirra
ikki megnaði at fylgja við í bossa
nova taktunum, og tískil var tað til
tíðir tærnakrympandi.
Samstundis tykist tað óhóskandi
at lata sangskattir okkara í slíkan
búna, tí allir sangirnir vera mest
sum líka. Hóast hugskotið er rætti
liga stuttligt hevði tað ivaleyst verið
lættari at svølgt, um temaði skifti á
hvørjum ári, og ikki var bossanova
ár eftir ár.
Føroyska mentanin væl fyri
Hóast Stóra Sangløtan helst ikki
fellur á góða jørð hjá øllum, so
má sigast samanumtikið, at ein
sangløta av slíkum slag - tað vil
siga við fleiri ymiskum sangarum,
og einum stórskíggja við tekstu
num - riggar ógvuliga væl inn í G!
huglagið. G! umboðar alt frá vík
ingamentan til yoga, og alt har
ímillum, og er eitt sera gott dømi
um, at vit í Føroyum hava eina ríka
mentan, sum á ongan hátt stendur
í stað. Vit síggja á hvørjum ári, at
eldsálir kring landið skipa fyri
spennandi átøkum av ymsum slag,
og tað er avgjørt at fegnast um.
Samstundis er Syðrugøta nakað
fyri seg, og spælir ein stóran leiklut
í, at G! helst er tað besta dømi um
nakað serføroyskt, sum vit kunnu
vera errin av.
barbara@sosialurin.fo
G! mentanin
slær ikki feil
Á hvørjum ári streyma túsundtals føroyingar og útlendingar til Syðrugøtu at
uppliva G! festivalin, og aftur í ár prógvaði festivalurin hví. Tað er kanska
ikki tey stóru høvuðsnøvnini, sum lokka fólk til sín, men serstaka mentanin
á G! er nakað, sum helst ikki ber til at uppliva aðrastaðnis. Vit taka samanum
festivalin, og nevna nøkur av hæddarpunktunum á ársins festivali