Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein G!óður festivalur – sum ikki einaferð G! Festivalur Eftirmeting - Nú ársins G! Festivalur er liðugur, er tíð til at gera upp, hvat var gott, og hvat var minni gott Sterkur samleiki G! er G!. Tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan, tá man sigur, at ongin festivalurin í heiminum er sum G!. Her verður hugsað um, at fólkini handan festivalin hava verið ótrúliga nærløgd allan veg­ in ígjøgnum at uppbyggja tann samleika, sum G! hevur fingið. Eitt sindur torført er at seta fing­urin á heilt akkurát, hvat sam­leikin er, men í stuttum er hann saman­ renningin av vøkrum um­hvørvi, ókendum men lovandi bólk­um og at eksperimentera við alter­ nativum tiltøkum. Í ár var G! onki undantak í so máta. Umhvørvið Uttan iva eitt av tí besta við G! er um­hvørvið. Tað, sum er serliga áhugavert hesum viðvíkjandi, er, at umhvørvið er so ymiskt og fjølbroytt inni á økinum. Høvuðs­ pallurin stendur á sandinum, har ser­stakliga vakra útstýni er yvir Gøtu­vík og út á Gøtunes. Annar pall­ur stendur á einum spæliplássi mitt í hugnaligu og lítlu bygdini, með­an aftur ein pallur er í eini ráari betonggrund. Við øðrum orðum fært tú náttúruupplivingar, bygda­hugna og betongstemning á ein­um øki við einum radiusi á 200 metrar. Alt, sum ikki er tónleikur G! er so nógv meira enn tónleikur. Øll árini G! hevur verið síðan 2002, hevur G! havt eina ørgrynnu av tiltøkum, sum hava verið rund­ an um tónleikin. Tað sæst og merk­ist týðiliga, at hetta er nak­ að, sum fyrireikararnir av festi­ vali­num raðfesta høgt. Nakað, sum næstan er vorðið synonym við G!, eru heitu pottarnir, sum standa niðri á sandinum, og sum eru kjokkfullir allan festivalin á tamb. Í fjør royndist á fyrsta sinni ein festivalkirkja, sum varð endurtikin í ár. Nokk so súm­ bolskt helt kirkjan til í einum fjósi. Í ár høvdu festivalgestirnir møgu­leika at hoyra Eivør í eini heimakonsert, har tað einans var pláss fyri 50 fólkum. Harafturat var møguligt at uppliva sjónleik, bók­mentatiltak, hyggja eftir Gög og Gokke og nógv annað. Matveitslan á sandinum Leygardagin var gjørligt at fáa makrelsuppu á gøtusandi. Ókeypis væl at merkja. Í ár var tiltakið ikki eins forkunnugt og í fjør og fyrra­ árið, men lat tað ikki taka nakað frá tí faktum, at hetta er eitt ótrú­ liga gott tiltak. At fáa lekkran fisk er altíð lekkurt, og tá man so slepp­ur undan at gjalda, og man kann njóta hann saman við eini rúgvu av øðrum glaðum fólkum, verð­ur tað ikki nógv betri. Stórt herð­a­klapp til fyrireikararnar og Varð­an, sum hevði latið fiskin, fyri góðu makrelsuppuna. Ongi hol í skránni Eitt tað keðiligasta við einum festi­vali er, um man skal bíða eftir tónleiki. Serliga um onki ann­að er at fara til ímillum kon­ sert­ir­nar. Men á G! var hvørki av has­um galdandi. Konsertirnar yvir­lappaðu eitt sindur, soleiðis at man kundi fara frá eini konsert og beint á eina aðra. Ljóðar kanska sum ein lítil detalja, men hon er rættiliga týdningarmikil fyri heildar­upplivilsi. TAÐ GÓÐA Óli Jákup Jacobsen Tað veldst sjálvsagt um eyg­að, sum sær – ella rættari sagt oyrað, sum hoyrir – hvørja konsert, einum dám­ar. Tí kann tað vera eitt sind­ur torført at gera eina heilda­r­ vurdering av einkultu kon­sert­unum. Men G! Festi­val­ur­in er so nógv meira enn sjálvur tónleikurin, sum kem­ur úr hátalarunum, og út frá hesum kemur ein eftir­meting. Tað kann vera eitt sind­ur misvísandi - ella órætt­víst, um man vil -at deila eftir­ metingina í ”gott” og ”minni gott”, tí ein kann fáa fatanina av, at helvtin riggaði, meðan hin helvtin ikki riggaði. Satt at siga er G! Festivalurin ein heilt ótrúliga sterkur og serstakur festivalur, har tey góðu tingini eru nógvar ferðir betri, enn hvat tey minni góðu tingini eru ring. So lat tað verða sligið fast, at G! Festivalurin í 2014 eins og undanfarin ár var ein sera góð­ ur og serstakur festi­valu­r. Men tað er altíð pláss til betringar, og soleiðis er eisini við G! festivalinum. post@sosialurin.fo