mánadagur 21. juli 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! Festivalur
Onki ordiligt høvuðsnavn
Jú, Sister Sledge eru kendar
og hava ein kendan sang, men
tær standa sum eitt sindur
veikt høvuðsnavn. Ikki tí, tær
høvdu eina fína konsert, har
tónleikararni veruliga dugdu sítt
hondverk. Men Sister Sledge var
ikki ordiliga nakað, man gleddi seg
stórvegis til at hoyra. Haraftrat
er ”We are family” ikki millum
heimsins bestu sangir, men tað
er kanska ein spurningur um
smag og behag. Fleiri viðmerktu,
at tey saknaðu eitt veruligt
hæddarpunkt, og at tey av tí
sama ikki reiðiliga høvdu sett seg
í skránna.
Skráin leygardagin
Tá høvuðsnavnið ikki ordiliga
var til staðar at draga og savna
fólk, var tann uppgávan serliga
løgd á føroysku nøvnini. Tey
gjørdu tað so at siga fínt, men
leygardagin
var
skráin
bara
ov tunn at lyfta uppgávuna til
fulnar. Leygardagurin á einum
festivali
eigur
at
vera
tann
berandi dagurin, men satt at siga
var skráin fríggjadagin væl meira
spennandi enn skráin leygardagin.
Harafturat vóru tað rættiliga fáar
konsertir gjøgnum dagin, áðrenn
Símun úr Konoy trein á pall kl.
19.20. Makreltiltakið á sandinum
var uttan iva ein av orsøkunum
til tað, men hóast suppuna
var rúm fyri fleiri konsertum
seinnapartin og tíðliga um kvøldið.
Hví skuldu eitt av føroysku
høvuðsnøvnunum, Byrta, spæla
kl. 2 um náttina? Tað hevði verið
nógvar ferðir meira hóskandi at
rykt skránna ein ella tveir tímar
fram, so tónleikaseinnaparturin
ikki tyktist so tómur, sum hann
gjørdi.
Veðrið
Fyri at vera rímiligur hava fólkini
handan G! onki vald á veðrinum.
Men man sleppur ikki rundan um,
at veðrið hevur ein serstakliga
stóran leiklut, hvussu góður ein
festivalur verður. Veðrið vísti seg
frá síni bestu og síni ringastu
síðu.
Fríggjadagin
upplivdu
gestirnar kanska eitt tað besta
summarveðrið, sum hevur verið
í summar. Men á onkran hátt
føldist tað, sum man hevði tikið
eitt veðurlán, og man skuldi gjalda
aftur leygarkvøldið við rentu. Eitt
var, at regnið minti um tropuregn,
men eisini varð høvuðspallurin
á sandinum niðurlagdur. Tann
avgerðin var skilagóð, tí sandurin
var at kalla burtur, men økið
tyktist av tí sama heldur lítið tá.
Appin
Eitt og hvørt tiltak við virðing
fyri sær sjálvum hevur í hesum
telefontíðum eina app. Tað hevur
G! eisini, men fleiri vístu seg at
hava trupulleikar við henni. Tað er
næstan frægari at ikki hava nakað
enn at hava nakað, sum riggar illa.
Hjá fleiri virkaði appin seint, og
harumframt sløknaði telefonin
eisini, meðan man ferðaðist runt
á appini. Kanska G! far onkran
teldu-
ella
telefonsnilling
at
hyggja hana ígjøgnum og forbetra
hana til komandi ár.
TAÐ MINNI GÓÐA