mánadagur 21. juli 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Geza Turi
Var tryggur í tí sum hann fyritók
sær. Hevði eina framúr góða bjarging
í byrjanini av dystinum.
3
Bárður Hansen
Stóð væl í verjuspælinum, men
var ikki líka nógv við í framrættaða
spælinum, sum hann vanliga plagar.
4
Atli Gregersen
Víkinga verjan hevði sum
heild gott tak á álopsspælinum hjá
Tromsø. Er stýrimaðurin í verjuni hjá
Víkingi og átti sín part av, at Víkingur
ongantíð kom undir trýst.
4
Erling Jacobsen
Leikti væl í miðverjuni saman
við Atla Gregersen. Hevði gott tak
á álopsspælinum hjá útiliðnum og
tí vóru gestirnir ongantíð veruliga
vandamiklar.
3
Hanus Jacobsen
Hevði eisini gott tamarhald á
verjustøðunum, líka sum Bárður
Hansen, men plagar eisini at vera
meira sjónligur í framrættaða
spælinum.
3
Sølvi Vatnhamar
Arbeiddi væl gjøgnum allan
dystin. Plagar tó at koma oftari til
vandamiklar støður í síðuni.
5
Hans Jørgen
Djurhuus
Dagsins leikari á Víkinga liðnum.
Ruddaði allar tær vandamiklu
støðurnar upp á miðvøllinum og
syrgdi fyri at verjan ongantíð kom
undir óneyðugt trýst.
3
Súni Olsen
Er altíð góður á bóltinum og
finnur væl viðleikararnar. Tað sást
tó at hetta var fyrsti dystur hjá Súna
í meira enn ein mánað og hann væl
skiljandi troyttur til endans.
4
Filip Djordjevic
Var góður til at halda uppá
bóltin og hevði eina framúr
avlevering, tá hann spældi Finnur
Justinussen leysan. Var kanska
heldur løgið tikin av vøllinum eftir
ein góðan tíma.
5
Hallur Hansson
Ein profilur á Víkinga liðnum.
Sær út til at gerast betur og betur
fyri hvønn dyst. Arbeiddi væl og var
við í flestu vandamiklu støðunum.
3
Finnur Justinussen
Arbeiddi væl sum altíð í
álopinum og kom eisini til fleiri
vandamiklar støður. Hevði størsta
kjansin í dystinum, tá hann í opnari
støðu skeyt á málverjan.
spælarameting
André Olsen
Hóskvøldið leikti Víkingur
fyrra dystin í øðrum undan
kappingarumfari
móti
norska liðnum Tromsø IL.
Dysturin endaði við mál
leysum javnleiki og tað er eitt
útgangsstøðið, ið Víkingur
væl kann brúka til seinna
dystin í Tromsø hóskvøldið.
Undan dystinum var eitt
sindur ilt at meta um mót
støðuna hjá Víkingi. Greitt
var, at mótstøðuliðið úr
Tromsø IL til dagliga leikar
í næstbestu norsku deildini
og at liðið var komið við
uppá eitt sokallað fair play
pláss. Men tað vóru fá í
Føroyum, ið veruliga kendu
til mótstøðuliðið.
Víkingur var omaná
Tá so dysturin byrjaði, sást
skjótt at hetta var eitt lið, ið
Víkingur megnaði at spæla
upp í móti. Hóast útiliðið var
greitt omaná fyrstu løtuna
av dystinum, fótaði Vìkingur
sær væl eftir at eitt korter av
dystinum var leikt.
Tá so eitt korter var leikt
av dystinum, kom Víkingur
av álvara við í dystin. Leikar
arnir hjá Vìkingi tordu betur
at halda uppá bóltin og tóku
skilabetri avgerðir í álops
spælinum. Serliga nær við
vóru teir um miðjan fyrra
hálvleik, tá teir 4 ferðir vóru í
vandamiklum støðum. Fyrst
datt eitt fríspark fyri føtur
nar á Finni Justinussen,
ið ikki veruliga fekk skot
á.
Síðani
royndu
Erling
Jacobsen, Hallur Hansson
og Sølvi Vatnhamar seg við
langskotum, men Tromsø
IL málverjin bjargaði fyri
hvørja ferð.
Eftir tað fyrsta korterið
var langt í millum tær
vandamiklu støðurnar hjá
útiliðnum. Hóast teir høvdu
bóltin meira enn Víkinga
liðið, hevði Víkingur gott
tamarhald á verjuspælinum.
Í mun til onnur norsk lið,
spældi Tromsø IL ikki so
beinleiðis, sum vit onkuntíð
hava sæð áður. Áður hava
vit sæð norsk lið, ið hava
skotið langar bóltar upp frá
verjuni niðan á áleyparan,
fyri síðani at byggja spælið
harfrá. Til dystin hóskvøldið
sóu vit eitt Tromsø lið, ið
spældi við einum stórum
tolsemi. Teir koyrdu bóltin
í millum sín í verjuni fleiri
ferðir, fyri síðani at finna
eina loysn longur frammi á
vøllinum, tá onkur viðleikari
hevði runnið seg leysan. Men
í flestu førum hevði Víkingur
gott tak á uppspælinum hjá
mótstøðuliðnum.
At hálvleiksstøðan var
0-0 kundi heimaliðið úr
Vìkingi iðra seg meira yvir.
Um størri neyvleiki var á
Víkinga liðnum, hevði onkur
av vandamiklu royndunum í
fyrra hálvleiki givið mál.
Hamskift útilið
Frá byrjanini av seinna hálv
Víkingur er framvegis ósigrað í Evropa. Tað syrgdu
Víkingarnir fyri hóskvøldið, tá teir á Svangaskarði leiktu
málleysan javnleik móti norska felagnum Tromsø IL
Víkingur
trívist væl
í Evropa
1 til 6
(0-0) 0-0
Dómari: Radu Petrescu (Rumenia)
Ósigraðir Víkingar í Evropa Árið 2014 hevur verið eitt framúr gott ár hjá
Víkingi í Evropa. Liðið hevur enn ongan dyst tapt av teimum fyrstu trimum. Í
fyrsta dystinum á Svangaskarði vann Víkingur 2-1 móti FC Daugava úr Letlandi,
meðan liðið spældi 1-1 á útivølli tann seinna dystin. Hóskvøldið spældi Víkingur
0-0 móti Tromsø IL og hetta er nakað sum gevur stig til føroyskan lið fótbólt.
trívist væl
Víkingur