Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 ítróttur fótbóltur Nógv fólk og frálíkt fót­bólts­ veður. Veðrið hóskvøldið var av tí besta og at tað var ókeypis gjørdi, at ein rúgva av áskoðarum var til dystin. Tað er eisini eitt stórt pluss, at Víkingur enn ongan dyst hevur tapt í Evropa í 2014. Risa møguleiki skuldi givið sigur. Í Víkingi iðra tey seg nú yvir, at Finnur Justinussen ikki legði Víking á odda 1-0 miðskeiðis í seinna hálv­leiki. Risa møguleikin til Finnur Justinussen í seinna hálv­ leiki skuldi havt givið mál og er tað einasta minus punktið við dystinum. Hallur eisini fyri fyrstu ferð Sámal Jákup Joensen og Gunnar Vatnhamar spældu sín fyrsta dyst í Europa League seinast. Dysturin móti FC Daugava á Svangaskarði var eisini fyrsti dysturin í Europa League hjá landsliðsleikaranum, Hallur Hansson. Hann hevur fyrr sitið á bonkinum fyri AaB í Europa League, men hevur í ár leikt sínar fyrstu dystir í kappingini. leiki sást, at venjarin hjá Tromsø IL hevði tosa við stór­um bókstavum. Tromsø leik­ararnir vóru nógv meira ágrýtnir enn í fyrra hálvleiki og Víkingarnir fingu ikki líka nógva tíð á bóltinum. Víkinga liðið var eisini nógv trýst tá eitt gott korter var leikt av seinna hálvleiki. Eftir eitt langt álop hjá Tromsø, var eisini um reppi at Tromsø fekk lagt seg á odda hesa løtuna, men tíbetur fyri Víking, rakti skotið hjá Tromsø leikaranum á stong­ ina. Víkingur var nærri sigrinum Og júst sum sat við kensluni av, at luftin var við at fara úr Víkinga ballón­ ini, svar­aði Víkingur aftur. Eftir gott álop, fekk Filip Djordjevic spælt bóltin inn um til ein púra leysan Finnur Justinussen, ið var einsa­mallur móti mál­verj­ anum. Tíverri fyri Finnur fekk málverjin bjargað út til hornaspark. Hetta var avgjørt størsti mál­møgu­ leikin í dystinum og hann skuldi og burdi havt givið mál til Víking. Móti endanum av dyst­ inum varð Víkinga liðið trýst longur aftur á vøllin. Men tað gjørdist ongantíð til meira enn eitt trýst, tí Víkinga verjan hevði gott tak á álopsstøðunum hjá úti­ liðnum. Tí hevur Vìkingur eitt nøktandi útgangsstøðið til seinna dystin uppi í Tromsø hóskvøldið. Fær Víkingur tá eitt mál, skulu gestirnir hava tvey og tí var tað ein bjart­ skygdur stemningur millum Víkinga áskoðararnir eftir dystin. andre@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar (Heðin Hansen, 76.), Hans Jørgen Djurhuus ■, Súni Olsen (Ingi Sørensen, 90.+3.), Philip Djordjevic (Andreas Lava Olsen, 68.) – Hallur Hansson – Finnur Justinussen Tromsø IL Benny Lekström - Hans Norbye, Simen Wangberg, William Frantzen, Kent Are Antonsen – Magnus Andersen, Remi Johansen, Thomas Kind Bendiksen, Morten Moldskred, Thomas Drage (Lars Gunnar Johnsen, 83.) – Jonas Johansen ■ (Runar Espejord, 71.) Nøgdur Víkinga venjari Skulu hava mál á útivølli Eftir dystin, var tað ein nøgdur Víkinga venjari. Sigfríður Clementsen helt, at Vìkingur gjøgnum dystin var tað vandamiklara liðið, hóast mótstøðuliðið hevði bóltin meir enn Víkingur. – Eg eri nøgdur við dystin. Men dysturin bylgjar øgiligt. Í byrjanini trýsta teir okkum nógv, meðan vit so fáa yvir­takið lítla løtu aftaná. Gjøgnum dystin hava teir bóltin meira enn vit og sein­astu tjúgu minuttirnar trýsta teir okkum nógv. Allíkavæl haldi eg, at vit hava fleiri møgu­leikar enn mótstøðu­liðið og eisini størri møgu­leikar, so vit kundu havt fingið ein sigur í kvøld. Spurdur um seinna dystin í Noregi um eina viku, svarar Sigfríður, at Víkingur fær ein truplan dyst, men at teir fara til Noregs fyri at skora mál. – Tað verður trupult í Noregi, men tað tekur onga tíð at gera eitt mál. Fáa vit eitt mál, skulu teir hava tvey, so vit fara eftir at spæla okk­ ara møguleika. Víkinga leikarin, Hans Jørgen Djurhuus var millum mest eyð­sýndu mennirnar á vølli­num undir dystinum móti Tromsø IL. Aftaná dystin var tað ein troyttur, men allíka­væl nøgdur Hans Jørgen Djurhuus, ið vit fingu orðið á. – Vit eru nøgdir við dystin. Innsatsurin hjá leikarunum var framúr góður og tað er ein treyt, um man skal fáa úrslit í Evropa. Eg haldi eisini at vit skaptu nógvar kjansir, serliga í fyrra hálvleiki, tá vit í eini fýra støðum kundu havt lagt okkum á odda. Vit halda teimum eisini væl frá møguleikum í fyrra hálvleiki. – Teir høvdu bóltin meira enn vit, men tað var eisini okkara ætlan. Vit vildu at teir skuldu byggja spælið upp, meðan vit skuldu dúva uppá skjótálop. Hetta eydn­ aðist eisini væl. – Hans Jørgen Djurhuus leggur afturat, at teir fara til Noregs at leika útidyst við góðum treysti. – Vit hava eitt gott út­ gangs­støðið til seinna dystin. Tað var umráðandi hjá okk­ um at vit ikki taptu og upp­ aftur meira umráðandi er tað, at vit halda teimum frá at skora. Vit fara eftir at fáa eitt mál á útivølli, tí so skulu Tromsø hava tvey.