mánadagur 21. juli 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82
ítróttur
og triðbestu norsku deildini,
svarar Kaj Leo í Bartalsstovu.
– At samanbera triðbestu
norsku deildina við Effo-
deildina er trupult. Tað er
stórur munur á teimum ym
isku liðunum, bæði í Effo-
deildini og triðbestu norsku
deildini. Um eg skal gita,
hvussu støðið er í Levanger
FK, so stendur okkara lið ikki
aftanfyri nakað føroyskt lið.
Hevur mót uppá meira
Tá Kaj Leo í Bartalsstovu
spældi í Føroyum, var eingin
loyna, at Kaj Leo hevði høgar
málsetningar.
Hann
vildi
royna seg uttanlands og
tann málsetningurin er nú
náddur.
Men Kaj Leo í Bartals
stovu er sum flestu fót
bóltsspælarar. Hann hevur
longu sett sær nýggj mál og
tey hevur hann vónir um
at megnað. Springbretti at
sleppa víðari úr triðbestu
norsku deildini er munandi
betri enn í Effo-deildini,
heldur Kaj Leo í Bartalsstovu.
– Útlitini fyri at koma
víðari eru betur her í Noregi,
vildi eg sagt. Allir dystirnir
verða streamaðir á netinum
og tí eru tað fleiri, ið hyggja
eftir okkara dystum. Hetta
var eisini ein av orsøkunum
til at eg valdi at skifta til
Levanger FK.
– Eg havi altíð droymt um
at koma longur út at spæla og
um eg klári at halda eitt høgt
støðið, meti eg at tann mál
setningurin er realistiskur.
Mín málsetningur er at koma
so langt, sum eg yvirhøvur
kann og tað er bert tíðin, ið
má vísa, hvussu langt tað ber.
Í løtuni er summarfrítíð
í triðbestu norsku deildini.
Levanger FK við Kaj Leo
í Bartalsstovu á vøllinum
spældu tann 13. Juli sein
asta dystin undan summar
steðginum. Tískil er Kaj Leo
í Bartalsstovu í løtuni heima
í Føroyum í summarfrítíð.
Kaj Leo í Bartalsstovu skal
yvir aftur til Noregs tann 27.
Juli, tá venjingin byrjar aftur
í Noregi.
andre@sosialurin.fo
FAKTA
Kaj Leo í Bartalsstovu
Føddur: 23-06-1991
Felag: Levanger FK
Nummar á troyggjuni: 13
2014: 15 dystir, 4 mál fyri Levanger FK
Áður umboðað Víking:
127 dystir fyri besta liðið, 26 mál.
2 landsdystir fyri Føroyar, móti Gibraltar
og Thailandi.
fótbóltur
Hans Jacob á Líknargøtu er
umboðsmaður hjá Kaj Leo í
Bartalsstovu og hevur selt
leikaran til norskan fótbólt.
Hans Jacob á Líknargøtu
sigur at norska felagið er væl
nøgt við Kaj Leo.
– Felagið letur væl at Kaj
Leo og letur sum heild væl
at fyrru hálvu av kappingar
árinum.
Hann greiðir eisini frá, at
venjarin hjá Levanger FK,
Andreas Holmberg, sigur at
Kaj Leo ger framstig allatíð.
– Venjarin er væl nøgdur
við Kaj Leo. Hann sigur at
Kaj Leo passar betri og betri
til spælistílin og at hann
er ein týðandi leikari fyri
uppspælið hjá Levanger, tí
at nógv av uppspælinum
gongur í gjøgnum vinstru
síðu, har Kaj Leo vanligar
leikar.
Hans Jacob á Líknargøtu
heldur eisini at Kaj Leo í
Bartalsstovu
hevur
útlit
fyri, at verða seldur víðari
til okkurt størri felag, men
viðgongur, at tað ikki er í
teirra tonkum í løtuni.
– Um Kaj Leo heldur
fram at arbeiða hart og mál
rættað, so dugi eg ikki at
síggja nakra orsøk fyri, at
hann ikki skal koma longur.
Í løtuni er tað tó ikki í okkara
tonkum, tí vit ynskja fyrst og
fremst at hann skal leika væl
á liðnum hjá Levanger og at
teir skulu flyta upp í næst
bestu deildina. Tá fær hann
møguleika fyri at royna seg
á hægri stigið.
andre@sosialurin.fo
Umboðsmaðurin
um Kaj Leo í
Bartalsstovu