Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Týskvøldið klokkan 19 verð­ ur aftur europeiskur fót­ bóltur á skránni. Tá fær HB vitjan av FK Partizan úr Serbia. Týskvøldið í síðstu viku hittust HB og FK Partizan niðri á Balkan. Úrslitið var 3-0 til heimaliðið, og í HB leguni ásanna tey, at talan var um stóra mótstøðu, og at tað sum einki kundi havt verið talan um uppaftur størri tap. Í vikuskiftisblaðnum varð vísti á, at HB áður hev­ ur staðið seg væl betri á heima­vølli enn á úti­vølli í europeisku meistara­kapp­ ingi­ni. Eitt nú varð víst á 2004, tá ið HB eftir 5-0 tap á úti­vølli megnaði at vinna 3-0 á heima­vølli ímóti FC WIT úr Georgia. Álopsspælarin Andrew av Fløtum hevur verið á besta HB liðnum síðani 1996. Í tíðar­skeiðnum 2004-2007 var hann í Danmark, og harvið var hann ikki við í Georgia í 2004. Eingin spælari, sum var á HB liðnum týskvøldið, var á liðnum fyri tíggju árum síðani. Men tað vóru onkrir í ferðalagnum hesa ferð, sum eisini vóru við í 2004. – Eftir 3-0 tapið í Serbia týs­kvøldið varð tosað um, hvussu tað gekk fyri tíggju árum síðani á útivølli og á heimavølli. Tá varð sagt, at FK Partizan er væl betri lið, enn liðið úr Georgia var fyri tíggju árum síðani. Týs­ kvøldið spældu vit ímóti liði, sum hevur fleiri heilt góðar spælarar. Úrslitið sig­ ur, at teir vóru væl betri enn vit. Men HB sýndi sera góðan hugburð, og tað vóna vit eisini verður at síggja á heimakvøldið týskvøldið, sigur Andrew av Fløtum. – Vit fara at gera okkara besta, og bæði fyri HB og føroyskan fótbólt hevur tað týdning, at vit arbeiða fyri so góðum úrsliti, sum tað á nakran hátt ber til. Europa luttøkan hesa ferð hevur heilt víst verið okkum at gagni, og tað vóna vit fer at síggjast aftur bæði í lands­ kappingini og í steypa­ finaluni. Umframt teir, sum vóru við í Serbia, er Levi Hanssen tøkur hesa ferð. Dómarakvartettin er komin úr Makedonia at halda skil á. joannes@sosialurin.fo Stórt tak bíðar HB Einki er vónleyst, men veteranurin Andrew av Fløtum heldur serbiska mótstøðuliðið vera framúr gott fótbóltur Mynd: hb.fo Andrew av Fløtum Víkingur kann órógva lands­ kappingina Um tað eydnast Víkingi at spæla seg víðari í Europa liguni, verður neyðugt at gera broytingar í 16. Umfariu, sum verður á og kring ólavsøkuna. Eftir summarsteðg síð­ani leygardagin 27. juni verður í vikuskiftinum farið undir aftur lands­ kapp­ingina í fótbólti. 15 av 27 umførum eru avgreidd, og í 16. umfari hittast liðini soleiðis: ÍF- Skála, AB-EB/Streymur, HB-B68, B36-KÍ og NSÍ- Víkingur. Nú hóskvøldið fer Víkingur at spæla í euro­peisku kappingini í Tromsø. Næsta avbjóð­ ingin hjá Víkingi verður sambært heimligu kapp­ ingarskránni miku­kvøld­ ið 30. juli, tá ið tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík millum NSÍ og Víking. Fyri Víking og før­ oyskan fótbólt yvirhøvur er at vóna, at tað ikki fer at bera til at spæla henda dystin mikukvøldið í næstu viku. Orsøkin er henda: Um tað hóskvøldið eydn­ast Víkingi sum fyrsta føroyska felag nakran­tíð at spæla seg í 3. inn­leiðandi umfar í euro­peiskari kapping, so verður neyðugt at flyta oyggja­uppgerðina við Løkin. Dystir­nir í triðja umfari í Europa liguni eru ásettir at vera hósdagar­ nar 31. juli og 7. august. Mótstøðuliðið verður HNK Rijeka úr Kroatia ella Ferencvárosi TC Ungarn. Tað er greitt, at vinn­arin av Tromsø IL og Víkingi hóskvøldið eigur heima­vøll hóskvøldið 31. juli. Bæði havnarfeløgini eiga í landskappingini heima­dyst á ólavsøku. HB fær ólavsøkuaftan vitjan av toftamonnum, og ólav­søkudag skulu klaks­víkingar í Gundadal at royna seg ímóti topp­ liðnum B36. Sunnudagin 27. juli vera tveir dystir: ÍF fær vitjan av Skála, og sjøtil verður settur á ólavsøku­ fótbóltin, tá ið AB fær vitjan av EB/Streymi. joannes@sosialurin.fo