Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 ítróttur Ísland er offur í stór­politiskum hondbóltstalvi Grannar okkara fyri vestan eru sera misnøgdir við altjóða hondbóltssamgonguna og mátan, sum Týskland er smuglað inn í HM endaspælið í staðin fyri Ísland hondbóltur Jóannes Hansen Í gjárkvøldið varð lutur kast­ aður um, hvussu tey 24 skulu bólkast, sum seinnapartin av januar næsta ár fara at luttaka í HM endaspælinum í hondbólti fyri menn. Kapp­ ingin verður í Qatar, og londini eru flokkað í fýra bólkar – seks í hvørjum bólki. Ein av stóru søgunum eftir lutakastið er, at Dan­ mark var óheppið í sínum luta­kasti. Øll tey árini, tá ið Ulrik Wilbek var lands­liðs­ venjari, lagaðu luta­kast­ini seg altíð óvanliga væl fyri Danmark. Í gjárkvøldið var fyrsta lutakastið, síðani ís­ lendingurin Guðmundur Guðmundsson tók við sum dansk­ur landsliðsvenjari, og tað lagaði seg soleiðis, at Dan­mark varð partur av stinn­asta bólkinum. Danmark varð styrkis­ mett ovast saman við Frak­ landi, Kroatia og Spania. Tí bar tað ikki til hjá dønum at koma í bólk saman við hesum tjóðunum. Í hinum røðunum fall luturin soleiðis, at Danmark fekk millum stinn­astu mótstøðuna. Mest eyðsýnt er tað, at úr niðasta styrkisbólkinum er Týskland í bólki saman við Danmark og Guðmundi Guðmundsson. Ísland sett í skuggan Ísland megnaði ikki at spæla seg í HM endaspælið. Tað gjørdi Týskland held­ ur ikki. Týskland tapti tveir kvalifikatiónsdystir ímóti Póllandi. Kortini var Týsk­ land í hattinum í gjárkvøldið, tá ið luturin varð drigin. Íslendingar halda, at teir hava verið fyri vanbýti, tí teir kenna seg – út frá gald­ andi ásetingum – at hava staðið fremri í bíðirøðini enn týskarar. Men altjóða hond­ bóltssamgongan, IHF, lagaði tað soleiðis, at Týskland varð boðsent at fáa sessin, sum var tómur. At ein sessur var tómur, segði IHF komst av, at Australia ikki kundi lut­ taka, hóast Australia hevði kvalifi­serað seg sum um­ boð fyri Oceania. At eingin hond­bóltssamgonga nú er í Oceania ber við sær, at heims­parturin ikki hevur loyvi at taka lut í HM enda­ spæl­inum, vóru boðini hjá IHF. At tað er Týskland og ikki Ísland, sum fær leysa sessin í Qatar kemst av, at IHF í tí fjalda hevur broytt ásetingarnar. Eitt nú veit europeiska hond­bólts­sam­ gongan, EHF, ikki av, at áset­ ingarnar eru broyttar. Ásetingin er tann um »non-appearance«, sum verður brúkt, tá ið tað skal finn­ast fram til, hvør skal boð­sendast, um eitt land, sum hevur kvalifiserað seg, ikki fer at taka lut. Inntil fyri stuttum var áset­ingin, at tað skuldi vera hondbóltssamgongan í tí heimspartinum, har heims­ meistarin er, sum skuldi gera av, hvør skuldi boðsendast. Spania er heimsmeistari, og har­við var tað EHF, sum skuldi gera av, hvør skuldi fáa leysa sessin í Qatar. Men fyri stuttum hevur IHF broytt ásetingarnar so­leiðis, at tað nú er altjóða hond­bólts­ sam­gongan, sum einsamøll ger hetta av. Eftir at tað var greitt, hvussu landið lá, eru áset­ingarnar broyttar frá, at tað er landið, sum eigur besta landsliðið, sum ikki hevur kvali­fi­serað seg, ið skal taka lut, og til, at luttakarin skal finnast við støði í úrs­litum í undanfarnum HM enda­ spølum. Íslendingar eru í øðini, tí teir kenna, at ítróttarlig atlit eru sett til síðis, og at tað í staðin er buktað og vent soleiðis, at tað fíggjarliga er komið framum: – Vit fara ikki at ákæra altjóða hondbólts­sam­gong­ una fyri mutur. Men tað er eyðsýnt, at ásetingarnar eru broyttar og bendar fyri at Týskland skal sleppa upp í part. Tað er ikki tí Australia hevur ov veikt lið at taka lut, at ásetingarnar eru broyttar. Tær eru broyttar fyri at fáa fíggjarliga sterka Týskland upp í part. Týskland er stinn hondbóltstjóð, og sjón­varps­ rættindini har og eitt nú lýsingarinntøkurnar hava nógv at siga, er viðmerkingin hjá Guðmundi B. Olafsson, sum er formaður í íslendska hond­bólts­sam­band­inum HSÍ. joannes@sosialurin.fo HM í manshondbólti í Qatar 15. januar til 1. februar 2015 Bólkarnir A: Spania, Slovenia, Qatar, Hvítarussland, Brasilia og Chile B: Kroatia, Bosnia/Hercegovina, Makedonia, Eysturríki, Tunesia og Iran C: Frakland, Svøríki, Algeria, Tjekkia, Egyptaland og Emiratini D: Danmark, Pólland, Russland, Argentina, Bahrain og Týskland Jóannes Hansen Fyrrverandi venjarin hjá KÍF og VÍF fær ikki loyvi at luttaka í HM, hóast hann og Australia megn­ aðu at spæla seg í enda­ spælið. Tá ið tað í gjárkvøldið varð drigið um, hvussu luttakararnir skulu flokk­ ast í HM enda­spæl­inum í manshondbólti, sum eftir ársskiftið verð­ur í Qatar, var Australia ikki við í luta­kastinum. Australia eigur ikki hond­bóltslið, sum er mill­um tey stinnastu í heim­inum. Men liðið hevði kvalifiserað seg til enda­spælið. Tí hevði í Føroyum væl kendi danin Jan Ottosen syrgt fyri. Tíðliga í hesum árinum fór Jan Ottosen úr VÍF, har hann hevði ábyrgdina av kvinnuliðnum, til Australia at standa á odda í roynd­ini at kvalifisera teirra mans­lið til luttøku í HM enda­spælinum. Tað eydnaðist, men kortini vóru Australia og Jan Ottosen ikki umboðað, tá ið luta­kastið var í gjár­ kvøldið. Danski venjarin, sum inntil fyri stuttum hevur verið í Føroyum, var ov­ farin, tá ið tað gekk upp fyri honum, at liðið, sum hann hevði staðið á odda fyri í kvalifikatiónini, ikki skal luttaka, hóast tað hevði spælt seg til lut­ tøku. Sambært donskum miðl­um brúktu Jan Ottosen og spælararnir um­leið 25 túsund krónur úr egnum lumma til sjey venjingar­legur og ferðina til New Zealand, har tað eydn­aðist teimum at vinna 22-18 og 32-18 og har­ við at spæla seg í enda­ spælið. Hildu teir, inn­til tað fyri stuttum vísti seg, at altjóða hond­bólts­ samgongan hevði gjørt av, at tað skuldi vera Týsk­ land og ikki Australia, sum skuldi luttaka. – Rættast hevði verið at sagt, at Týskland er und­an úttikið at taka lut í enda­spælinum, sigur Jan Ottosen við danskar miðlar. Hann hevur ikki spunnið gull av at vera lands­liðs­venjari í Australia: – Eg havi fingið minni enn fimm túsund krónur fyri at hava arbeitt við hes­um í sjey mánaðir. Sátt­málin sigur, at eg havi rætt at fáa prosentir av sponsor­inntøkunum, sum australska sambandið fær til vega. Tá ið vit nú ikki skulu luttaka í enda­ spælinum, detta sponsor­ inn­tøkurnar burtur, og harvið fái eg einki burtur­ úr. Eg bíði eftir at frætta, hvussu altjóða hond­bólts­ samgongan fer at endur­ gjalda henda missin, sigur Jan Ottosen við danskar miðlar. Jan Ottosen heldur, at eingin ivi er um, at Australia er ofrað, og at grund­gevingin, at tað í løtuni ikki er nøkur hond­ bólts­samgonga í Oceania, og at tað harvið ikki ber til at senda luttakara í enda­pælið úr hesum part­ inum av heiminum, er íspunnin fyri at fáa pláss fyri Týsklandi. Al Jazeera eigur sjón­ varps­rættindini til HM endaspælið, og virðið í teim­um er ikki so stórt, um 85 milliónir týskarar, ið eru sera áhugaðir í hond­bólti, ikki fylgja við. Tað kom illa við, tá ið Pólland varpaði Týsk­land úr kappingini. Men nú hevur altjóða hond­bólts­ samgongan IHF altso funnið út av, hvussu pláss skal verða fyri Týsklandi í kapp­ingini, og tað er gingið út yvir Jan Ottosen og Australia. – Tað er torført at síggja fairplay í hesum. Australska mansliðið lut­ tók í HM endapælinum í 2001 og í 2013, og kvinnu­ liðið luttók í HM enda­ spæl­inum, sum var í Serbia í desember í fjør, stað­festir Jan Ottosen. Lut­tøkan hjá honum í HM enda­spæl­inum í Qatar er ofrað, og vinnarin er Týskland. Jan Ottosen situr við svarta peri Guðmundur Guðmundsson