Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jákup Jacobsen – Eg brenni fyri at vísa á, at Bíblian er viðkomandi enn tann dag í dag. Tað er ein av orsøkunum, at eg havi skrivað hesa bókina. Soleiðis sigur Jógvan Zacha­riassen, sum er pastor og leið­ari fyri samkomuna »Lívdin« í Hoyvík. Heitið á bókini, »At elska og liva«, leggur upp til, at hon snýr seg um kærleika í einum hjúnabandi, og hvussu man kann fáa hann at vara, til deyðin okkum skilir. Hásongurin broytti okkara hjúnaband Nýggjasta bókin í føroysku bóka­handlunum er ein útlegging av Hásonginum, sum er ein av 66 bók­unum í Bíbliuni. – Hásongurin er ein poetiskur sangur, sum snýr seg um kærleikan millum ein mann og eina kvinnu gjøgnum alt lívið. Hann er ikki langur, men eg vil fara so langt sum at siga, at Hásongurin er ein tann týdningarmiklasta bókin fyri pør at lesa, sigur Jógvan. – Hjá mongum hevur Hásong­urin verið ein torskild bók, tí hon nýtir nógv myndamál, sum er torført hjá føroyingum at seta seg í. Soleiðis havi eg eisini havt tað. Men tá eg byrjaði at skilja Hásongin, fekk eg eyguni upp fyri honum, og tað broytti veruliga okkara hjúna­band, sigur Jógvan, ið hevur arbeitt við bókini síðan á jólum. Grundarlagið undir bókini varð tó lagt fyri trimum árum síðan. – Sum undirvísari í Lívdini hevði eg í 2011 eina røð í sjey pørtum um Hásongin. Árið eftir varð eg spurdur av Prei, um eg kundi skriva um Hásongin, men frá nýggjum vinkli, og gjørdist tað til fýra grein­ar. Á hesum grundarlagi valdi eg síðani at fara djúpari niður í Hásongin og arbeiða meira miðvíst at skriva eina bók um hann. – Mær dámar væl at skriva, og eg hugsi ofta, hvat í mínum talum kundi verið áhugavert at skriva víð­ari um. Eg leggi stóran dent á, at evn­ini eru viðkomandi fyri tann breiða skaran, soleiðis at flest gjør­ligt kunnu fáa gagn av tí. Hóast »At elska og liva« er ein bók, ið byggir á Bíbliuna, er hon ætlað øllum. Tí hjún eru hjún og hava somu líkn­andi avbjóðingar at stríðast við, sigur Jógvan, sum áður hevur latið tvær bøkur av hondum, »Frælsi« og »Samkoman«. Ikki rúm fyri egoismu í hjúnabandinm Jógvan ynskir, at menniskju fáa trúnna og vónina aftur at fáa eitt gott hjúnaband. Við at nærlesa Hásongin ber til at fáa nøkur am­boð at arbeiða við sínum hjúna­ bandi. – Fyri tað fyrsta snýr hjúna­bandið seg ikki um, hvat ella hvussu nógv ein sjálvur kann fáa burtur úr tí. Sum maður eigi eg ikki at hugsa, hvussu kona mín kann vera mær til mest gagns. Vit noyðast at leggja egoismuna til síðis og fáa tað besta úr hvørt øðrum. Vit noyðast at spegla tað góða og ikki minst tað ringa í hvørt øðrum. – Fyri tað næsta vísir Hásong­urin, hvussu týdningarmikið tað er hjá hjúnum at blíva hvørs ann­ ans besti vinur. Ígjøgnum allan Hásong­in verður vendingin »vinur mín« nýtt, og hetta er lyklaorðið gjøgnum allan sangin. – Fyri tað triðja verður víst á, at mynstrið til eitt eydnusamt hjúna­band, har man gerst gamal saman, er einfalt. Við tí er ikki sagt, at tað er lætt at liva eftir mynstrinum, men sjálvt mynstrið er einfalt. Eg havi í bókini roynt at útgreinað hetta mynstrið. Nýggja bókin hjá Jógvani er býtt upp í tvey, har fyrri parturin gjøgnum­gongur Hásongin brot fyri brot, har ymiskir sannleikar verða viðgjørdir. – Fyrri parturin er býttur upp í níggju smærri kapittular við hvør sínum evni. Aftaná hvønn kapittul hevur Unn skrivað eina hug­leiðing um sama evni. Hetta er gjørt fyri at variera hugsanirnar í bókini, tí menn og kvinnur hugsa ikki endiliga eins. Seinni part­urin er eftirskriftir, har annað við­kom­andi stendur, sum kann hjálpa at fáa mest burtur úr bókini og Hásong­ inum. Eitt nú er ein orðalisti við øllum myndamálinum í Hásong­inum, ein umskriving av Hásong­inum til dagligt føroyskt, fakta um Hásongin, ein uppsummering av teimum 5 kærleiksmálunum og spurningar til hvønn kapittul, sigur Jógvan. Hjúnabandið er sum ein urtagarður Sum pastorur í Lívdini er ein av mongu uppgávunum at ráðgeva fólki hvør sær, men eisini sum pør. Ígjøgnum sínar á leið 20 árs royndir hevur Jógvan lært, at hjúnabandið er at líkna við ein urtagarð. – Hjúnabandið er livandi eins og ein urtagarður. Um tað ikki verður røkt, endar tað í van­røkt. Gongur nóg long tíð, doyr partur av garðinum. Men tað eru tveir rættiliga stórir munir á einum van­røktum urtagarði og einum van­røktum hjúnabandi. Fyri tað fyrsta tá tú sært ein vanrøktan urta­garð, tekur tú saktans arbeiðs­handskarnar upp á og fer út at lúka. Viðvíkjandi hjúnabandinum hava vit alt ov lætt við at skumpa trupul­ leikarnar frá okkum í staðin fyri at loysa teir. – Vit hava í alt ov langa tíð verið fortald av miðlum, at so og so nógv hjúnabond enda í hjúnaskilnaði, og tað hevur sáað iva hjá mongum hjúnum. Men eg vil venda tí á høvdið og siga, at flestu hjúnabond halda, og at tað er vón fyri øllum hjúnabondum, um tey arbeiða fyri tí, sigur Jógvan Zachariassen, pastorur og parráðgevi, sum saman við konu síni, Unn, hevur skrivað bókina »At elska og liva«, ið kom í bókahandlarnar í gjár meldurin Hjúnabandið er eitt fulltíðar arbeiði Hjúnabandið er livandi eins og ein urtagarður. Um tað ikki verður røkt, endar tað í van­røkt