Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 meldurin – Harafturat tykist tað ofta at bara vera EIN partur av hjúna­band­inum, sum er sjúkur. Men tað kann følast, sum at alt er sjúkt, og man orkar tískil ikki at arbeiða fyri tí, og lættast er at blaka alt frá sær, sigur Jógvan. At blíva tilvitaður um sína egoismu Tað er ikki bara ein einkult orsøk, at hjúnabond kunnu fáa trupulleikar. Satt at siga er tað torført at geva eitt einfalt svar, hvussu hjúna­ band­ið skal røkjast á besta hátt. Men Jógvan metir, at vit fyrst av øllum mugu verða tilvitað um, hvørji vit eru og um egoismuna, sum býr í okkum. – Vit eru øll innast inni sjálv­søkin. Tá ein innsær og verður til­vit­aður um hetta, kemur eyð­mjúk­leikin inn í lívið. Við tí torir og dugir man betur at samskifta við sín maka, sum samstundis førir til djúpari samskifti og eitt djúpari parlag. Við tí torir ein so betur at við­ganga sínar feilir og eisini at fyri­ geva feilirnar hjá makanum, sigur Jógvan. – Manglandi samskifti er ein av høvuðsorsøkunum, at fleiri hjúna­bond enda í skilnaði. Steðgar man at tosa saman, byrjar man at gera sínar egnu niðurstøður, hvat makin heldur og hugsar, og tá missir man skjótt hvørt annað burtur. Eitt brotið hjúnabond ávirkar ikki bara mannin og kvinnuna, sum fara frá hvørjum øðrum, men øll rundan um tey. – Nógv líða undir tí, sum á ensk­um verður kallað »law of consequences«, sum merkir, at man sær burtur frá avleiðingum av sínum gerðum. Man velur at undir­vurdera og feia undir teppið, hvussu nógv fer í knús rundan um seg, um eitt hjúnaband fer sundur. Ein sjálvur, børnini, familjan, vin­fólk umframt onnur verða øll rakt, sigur Jógvan. Tað perfekta sum oyðileggur Fleiri hjúnabond enda í skiljnaði í dag enn fyri nøkrum áratíggjum síðani, sum tað kunnu vera fleiri orsøkir til. – Tíðarandin hevur heilt avgjørt sín leiklut í tí. Tað er vorðið alt meira vanligt at síggja fráskild pør, og tá er tað møguliga lættari sjálvur at lata seg skiljast. – Men ein av teimum størstu orsøkunum til mongu hjúna­skilnaðir­nar er, at vit gjøgnum miðlarnar verða fóðrað um tað per­ fekta. Ígjøgnum filmar, seriur, internet og líknandi fáa vit tveitt á okkum ímyndir um tað perfekta lívið og tað perfekta parlagið. Tá man sjálvur so sær, at lívið hjá sær ikki er perfekt, verður ivin sáaður, sum kann føra til ónøgd, og at man byrjar at leita aðra staðni. Men lat meg sláa tað fast, at tað perfekta og full­komna hjúnabandið finst ikki, og tað er av stórum týdningi, at fólk skilja tað. Ein onnur orsøk, at mong hjúna­bond oyðileggjast, er, at nøkur grund­leggjandi virði eru við at verða gloymd. – Eitt fyribrigdi sum »halgan«, har man setir nakað til síðis og gevur tí treytaleysa fremstu rað­ festing, hevur í dag í stóran mun mist sín mátt. Vit liva ikki í eini tíð, har man bøtir nakað sum fyrr. Gongur sjónvarpið fyri, keypir man eitt nýtt. Man kann siga, at vit á ein hátt liva í eini eingangsmentan, har ting­ini verða blakað burtur, tá tey ikki virkað longur. Tíverri er hetta eisini smittað av á parlag. – Ofta verður sagt, at parlagið hevur trý stig. Fyrsta stig er »brúðar­ferðin«, har alt er gott og ljósa­reytt. Man er forelskaður og dugir bert at síggja tað positiva og hava góð ynskir og stórar dreymar hvørt fyri øðrum. Men skjótt kemur annað stigið, sum er ”vónbrot”. Hetta er tíðin, tá forelskilsið hevur lagt seg, og man fær eyguni upp fyri, at persónurin, man hevur gift seg við, ikki er lýtaleysur. Ger­andis­spurningar stinga seg upp, hvør ger hvat. Hvør keypir inn? Hvør fer eftir børnunum? Hvør orðnar upp­vaskið aftaná sunnu­dags­døgurð­an? Her gevast fleiri pør at arbeiða fyri parlagnum og kunnu tí koma til tað, at tey fara hvør frá øðrum. Triðja og týdningarmiklasta stigið er júst »halganin«, har man ásann­ar, at hjúnafelagin ikki er full­komin. Hóast tað halgar ein seg til at elska og æra sín maka alt lívið. Tey góðtaka, at tey eru ymisk og stuðla hvørt øðrum, sigur Jógvan. 2 av 3 hjúnabondum halda Við bókini »At elska og liva« ynskir Jógvan at geva føroyskum pør­um eitt amboð at styrkja sítt hjúna­ band. – Nógvar bøkur finnast um par­lag og hjúnaband runt í heimi, men ongin føroysk bók hevur higartil verið um evnið. Mítt ynski er, at fólk við at lesa bókina velja at halga seg til sín hjúnafelag og at arbeiða við parlagnum, sigur Jógvan, sum vísir á, at hjúnabandið krevur dag­liga røkt. – Eitt annað ynski við bókini er at broyta nega­ tivu ímyndina, nógv hava av hjúnabandinum, og at geva fólki vón. Hagtøl eru ofta uppi og venda, at upp til helvtin av øllum hjúna­bond­ um enda við skilnaði. Slík tøl kunnu taka mótið frá fólki. Sann­leikin er tíbetur ikki so dapur, tí fleiri av hasum hag­tølunum eru ikki bygd á veruligar og kritiskar kann­ ingar, og nýggjar og neyvari kann­ingar vísa, at hjúna­ skiln­aður í fyrstu giftu er nógv lægri enn nevndu tølini. Pør hava tørv á at vita, at tað er vón fyri teirra hjúna­bandi. Bøn og vón mín er, at henda bókin kann vera ein hjálp at kveikja viljan hjá pørum at dagliga arbeiða fyri sínum hjúna­bandi, sigur Jógvan Zachariassen at enda. Bókin »At elska og liva«, sum telur 174 blaðsíður, kom í bóka­handlar­nar í gjár, 22. juli, og kann keyp­ast fyri 175 krónur. post@sosialurin.fo Jógvan Zachariassen, pastorur og parráðgevi Mynd: Álvur Haraldsen