Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ‘Life is just a picture of black and white in between is for you to deside’. Orðini eig­ur Uni Debess, og tað var sera hóskandi, at júst hesi orðini ljómaðu í Syðru­ gøtu fríggdagin, tá 80 FENRIS leikarar trinu inn í hugnaligu bygdina við seks gøtuleikum. Leikirnir við­ gera júst spurningin um, hvussu vit fóta okkum í gerandis­resi­num, hvørji eru vit og hvørjar avbjóðingar hava ungdómar í dagsins sam­felag. Ella fyri at brúka mynd­ina hjá Debess; við hvørj­um litum mála vit okk­ara egnu lívsmynd. Í góðveðrinum á G! settu teir 80 fenris­leikar­ar­nir sín ser­liga dám á, meðan fjøld­ in fylg­di við. Leygar­dagin vóru leikar­ar­nir í Runa­vík, har stórt laksatorg var, og mána­dag­in vitjaði FENRIS bæði í Nólsoy og Mykinesi. Stóra framførslan verður í Norðurlandahúsinum hós­ kvøld­ið 19.30, tá leikurin ‘FENRIS á turné’ verður sýnd­ur. Leikurin bleiv frum­ sýnd­ur á Akureyri fyrr í juli. Evnið í stóra leikinum í Norðurlandahúsinum er sum skilt eisini samleiki, indi­vidual­isma og ung­dóm­ ur. Tey ungu valdu sær sjálvi evnið, tí tey hildu, at indi­ vidual­isma er vorðið eitt mant­ra í dagsins samfelag. Øll skulu rannsaka seg sjálv­ an og hava støðuga fram­ gongd – men hvussu gerst hetta, tá ein samstundis ynsk­ir at vera við í sosialum felags­skapi, ið bæði røkkur tvørt­ur um landamørk, mál og mentanir? Hesir spurn­ ing­ar verða eisini viðgjørdir í leiki­num hóskvøldið. Fenris Fenris er ein norðurlensk ung­dóms­verkætlan við ung­um og yrkislistafólki úr 6 norðurlenskum londum. 80 ung úr Danmark, Fin­ landi, Føroyum, Íslandi og Norra framføra við sangi, tón­leiki, dansi og stúltum á ein­um palli uppbygdur við kass­um. Luttakandi bólk­ar­ nir eru Tón­leika­bólk­urin Rag­na­rock úr Danmark, Leik­klub­b­ur­inn Saga úr Akur­eyri í Íslandi, Sjón­ leik­ara­bólk­urin Glotti úr Gøtu í Føroyum, Hurja Pi­ru­etti úr Rase­borg í Fin­ lan­di og Tana Kultur­skúli, Sámi Mán­áid Teáhter úr Ta­na í Norð­ur­norra. Stefan Moberg úr Svøríki er leikstjóri. Tón­ leik­in hevur Kristian Blak úr Føroyum staðið fyri. Jenny Romberg úr Fin­ landi er koreografur, Hen­ ri­etta Vedel úr Norra er drama­turgur og Johanne Eggert úr Danmark er pall­ snið­gevi. »Life is just at picture«, men... Myndir: Chris Senn