Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leiðari til Heimatænastuna í VEKS Søkt verður eftir leiðara til Heimatænastuna í VEKS Leiðarin fær fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvs fólka­ ábyrgd ina av øll um virksemi hjá Heimatænastuni í VEKS við til vís ing til Stýrið. Talan er um eitt nýtt, spennandi, sjálvstøðugt og avbjóð andi starv. Týdningarmestu uppgávurnar verða: at mynda og menna Heimatænastuna í samstarv við stýrið · og starvs fólk í Heimatænastuni í VEKS til eitt gott og virkið arbeiðs pláss við týðiligum virðum og greiðum málum. í tøttum samstarvi við formannin og stýrið at skipa økið og · tryggja stýrinum og politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving. at tryggja, at avgerðir og lógir verða grundfestar í Heima­ · tænastuni og framdar í verki. tryggja, at okkara borgarar fáa røttu tænastuna. · tryggja neyva fíggjarstýring. · at vera skrivari hjá Stýrinum og stýrisformanninum. · Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðs royndir. Roynd ir og innlit í økið Heimatænasta, eldrarøkt v.m. er ein fyri ­ munur. Vit bjóða eitt spennandi, dynamiskt og fjølbroytt starv í einum jalig um og vinarligum umhvørvi. Starvið hevur nógvar fak ligar og per són ligar avbjóðingar og møguleiki er fyri fakligari og persón­ ligari menn ing. Ert tú sjálvstøðug/­ur, vælskipað/­ur, hevur tú góð sam starvs evni og dugur væl at samskifta við onnur? Hevur tú áræði at arbeiða undir skift andi umstøðum, yvirskot til at hugsa frameftir og vilja til at vera við til at optimera okkara borgara tænastur, kundi tað verið tær vit leita eftir. Heima tænastan í VEKS hevur høvuðssæti í Vestmanna. Løn­ og setanar viðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjar mála ráðið og avvarandi fakfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Zachariasen á +298 21 21 82 ella hedin@sunda.fo, formann í stýrinum fyri Heimatænastuna í VEKS. Skrivlig umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Sunda Kommuna Oyrarbakkavegur 3 Postsmoga 10 400 Oyrarbakki ella við teldupost til: sunda@sunda.fo Viðmerk umsóknina „Umsókn VEKS“. Umsóknarfreistin er mánadagin 11. august 2014. Heimatænasta í VEKS er eitt sjálvstøðugt kommunalt sam starv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda komm unur um at røkja heima tænastuna, eldrarøktina v.m. í felag. Samstarvsøkið telur 103 starvsfólk ella 73 ársverk, sum starvast í eldrarøktini, heimatænastuni, sjúkrarøktini v.m. í okkara 20 bygdum við uml 4.100 íbúgvum.