Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ólavsøkuróður Tann stóri enda Flikk flakk og flottir fýrar Fólk lata seg í serlig klæðir, veitsla er í gøtum, felagsskapurin blómar, reyðir kjálkar og glað andlit. Tað ljóðar sum karnival í Rio, men tað er ólavsøkuaftan, og vit eru á veg til kappróður Magnus Gaard Ólavsøkuróðurin er okkara samba, var tað ein, sum segði við meg á Bursatanga í fjør, og tað mátti eg geva honum rætt í, hóast tankin ikki var fallin mær sjálvum inn. Men hvat er tað, sum ger kapp­ róðurin á ólavsøku til nakað heilt serligt? Flestu føroyingar hava upp­livað løtuna á Eystaru vág. Eitt skyggjandi vakurt tíggjumannfar fer upp um høvd við eini blaðungari róðurs­kvinnu, sum er ovur­fegin og full­komu­liga smeltað saman við stemning­ inum, sum er í fesku løtuni. Flestu okkara hava upplivað tað, og vit kenna øll onkran mitt í rokanum, ella ið hvussu so er onkra søgu frá ólav­søkuróðrinum. Og tí er tað, at øll, sum verða spurd um teirra ólavsøku, siga, at við kappróðrinum byrjar ólav­søkan av sonnum. Tá byrjar tjóðarhátíðin. Og hetta er veruliga nakað heilt serligt, at ein ítróttar­grein, sum sam­ stundis, sum hon hevur mentanar­ligar røtur heilt aftur í víkinga­øld, verður íðkað av okkara allarbestu ítróttar­fólkum. Tey hava vant ein heilan vetur eftir mest fram­komnu metodum og sleppa at seta punktum fyri sínum kappingarári framm­an fyri Føroya fólki, sum skrýtt er í skrúð. Og júst hetta er tað ser­ liga, sum hugtekur okkum og gestir ár eftir ár. Saman­ renn­ingin av fortíð og nútíð í vertskapi. Vit kunnu sjálv­andi fara niðan á forn­ minnis­savnið at síggja snið og nøvn á føroyska búnanum ella bátinum, ella vit kunnu fara til ein fyri­ lestur um grindaróður í 19. øld – men tað verður ongan­ tíð heilt tað sama sum at uppliva og vera partur av mentan­ini í felagsskapi og vertskapi, tí tá er mentanin sprelllivandi. Tað verður sum at lesa ein bók um føroyskan dans í staðin fyri at fara upp í ringin. Tað verður ongantíð heilt tað sama. Sjálvur hevði eg ein vin­ mann í Oyndarfirði, sum var róðursmaður á átta­ manna­farinum Oyndra í Oyndarfirði í 1982, bert 9 ára gamal. Oyndri hevði vunnið allar stevnurnar hetta árið, og bert Ólavsøkan var eftir. Eg stóð innarlaga á mola­num. Á leið har sum bilarnir koyra í land av Smyrli. Oyndri róði innast við molan, og teir fingu ikki skutin fram um Kvívíking fyrr enn á hálvum molanum. Vin­maðurin, sum stýrdi Oyndra, díkti á sínar menn; men gloymdi alt um, hvussu tætt mál­linjan var við molan. Áðrenn nakran grunaði, brast í molan og allur fram­ skuturin skrædnaði sundur. Onkur bleiv togaður upp á molan av áskoðarum, onkur annar leyp í onkran annan bát. Men Oyndri bleiv føroya­ meistari, og 9 ára gamli vinmaðurin bleiv lyftur upp um høvd av Niels Juel Arge ella Atla Dam ella onkrum øðr­um høgum harra, og eingin legði nakað í knústa átta­mannafarið júst ta løt­ una, ið hvussu er. Soleiðis stendur onkur ólavsøkuróður sterkastur í minninum á okkum øllum; og líknandi hendingar og serlig minni um róðrar hava vit øll, annaðhvørt tí vit sjálv róðu, kendu onkran sum róði, ella bara vóru hugtikin av stemninginum og øllum teimum vøkru, føroysku klæð­unum. Og so stendur ein aftur har á Bursatanga meir enn 30 ár seinni. Vunnir róðrar og glaðar gentumanningar í gull­parykkum, og spentir yvir­kroppar við ørmunum í lofti ger­ast brádliga ein ímynd av gleðini hjá øllum føroy­ingum um kappróð­ urin – at eiga og geva eitt sindur av sær sjálvum í tjóðar­felagskapin og tjóðar­ ítrótt­ina. Sannleikin á Bursatanga var ikki heilt av leið. Brasiliu­menn spæla fótbólt, føroyingar rógva kapp, og ólav­søku­róðurin er okkara samba. post@sosialurin.fo Tann, sum vinnur ólavsøkuna, er kongur og vinnur heiður og æru Magnus Gaard Ólavsøkuróðurin er tann heilt stóri endaspurturin – the grand finale. Summir bátar eru í serflokki. Teir vinna allar stevnurnar og eru føroya­meistarar longu á vestan­stevnu. Aðrir eru javnir alt árið og skiftast um at vinna. Tá hava ofta fleiri bátar møgu­leikan at gerast føroya­meistarar á árs­ins síðsta degi. Og heið­ urin at vinna ólav­søkuna – at vinna tann stóra enda­ spurtin – er somikið stórur, at manningarnar kýta seg alt, tær kunnu. At sigra á tjóðar­degnum framman fyri túsundavís av áskoðarum í festivitas og føroyskum klæð­um, ger løtuna ógloym­ andi. Ein veit ongantíð, hvat hendir Tað er hent so mangan, at ein manning óvæntað stingur seg framúr og vinnur á favo­ rittinum. Í fyrra­árið vann gamla gardan á Jarnbardi við kvinnum á føroya­ meistaranum Páll Fanga. Í fjør máttu føroya­meistarar­ nir á Jarnbardi við monnum lúta fyri útisetunum á Oyra­ sunds­báturin, sum streyk av stað við gullinum og ólav­ Sjúrður Gullbein Útlop úr ørandi hæddum á ólavsøkuróðrinum. Neiguðsdoyð. Var við Gjógv saman við trim­ um vinmonnum og dam­ unum hjá okkum. Og har, mitt í bygdini, stóðu sjey irriterandi lekkrir fim­leik­ arar og spældu bólt. Vit gingu skundisliga fram­ við. Tað vil siga, vit trígg­ir vinmenninir gingu fram­ við. Damurnar stóðu eftir. Og nú fara stavnarnir at gera kavingarbrøgd til kappróðurin á ólavsøku. Klokk­an 14.30, beint eftir setanina, fara sjey kimi­ ligir og trimmaðir menn – kanska flottari enn teir á Klaksvíkingi – at leypa himmalhøgt úr stiga­bil­ inum hjá sløkkiliðnum og á sjógv, beint framman fyri áskoðarunum, sum eru komnir til kappróður. Í fall­ inum gera teir flikk flakk og aðrar fintur, áðrenn teir bresta í bláman. Framførslan er partur av nýggja tiltakinum kring ólavsøkuróðurin, sum tey trý róðrarfeløgini í høvuðs­staðnum eru farin at menna í felag, og sum vit sleppa at uppliva fyrstu ferð longu í ár. Ætlanin er at gera róðurin til eina ítrótta­liga og mentanarliga uppliving fyri alla fam­ iljuna, og útlopið er ætlað sum ein øðrvísi og eksotisk upp­hiting til sjálvan kapp­ róðurin. Tað krevur nógva venj­ ing at gera slík útlop, men fyrst og fremst eru tað drúgvu royndirnar frá fim­leik­inum, sum skapa grundar­lagið hjá monn­ unum. Teir hava kavað úr hæddum fyrr, eitt nú í gjónni við Gjógv, og films­ brot av teimum hava verið at sæð á YouTube. Til ólavsøku­kappróð­ ur­in sleppa vit at uppliva teir live á Eystaru bryggju. Byrjað verður klokk­an 14.30, tá ið stiga­bilurin koyrir inn á økið beint sunn­an fyri Strand­ferðsl­ una, og endað verður stutt áðrenn kappróðurin byrjar klokkan 15.00. Framførslan er ókeypis. post@sosialurin.fo 6 mannafør kvinnur Masters 1 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 41 2 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37 3 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 4 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23 5 Ternan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 6 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 7 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 6 mannafør kvinnur* 1 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 3 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 4 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 *) Støðan áðrenn umróðurin í Miðvági. Úrslitið eftir umróðurin var ókent, tá blaðið fór til prentingar. 5 mannafør gentur 1 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36 2 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36 3 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32 4 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 5 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 6 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 8 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 5 mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . FM 42 2 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 33 3 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 4 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 5 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 6 mannafør menn 1 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 2 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 3 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 4 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 5 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 6 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 7 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 9 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 10 Kollfirðingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 8 mannafør 1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40 2 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 3 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 4 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 5 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 10 mannafør 1 Drekin Reyði . . . . . . . . . . . . . . . . . . FM 42 2 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 3 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 4 Ormurin Langi (RK) . . . . . . . . . . . . . . . 24 5 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 6 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Støðan í FM 2014 Ólavsøkuróðurin Myndir: Ólavur Frederiksen