týsdagur 22. juli 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83
spurturin
Í Homlulandi fáa
øll børnini gullmedalju
Tjóðarsilvurið
ólavsøkuróður
søkugleðini. Í ár fer tann
fantastiski Klaksvíkingurin
at bjóða tí ikki minni fantast
iska Drekanum Reyða av. Ein
veit ongantíð, hvat hendir, og
ólavsøkuróðurin er tí sjálv
kulminatiónin í kappróðri.
Tá ið fleiri
eru um boðið
Í fyrru helvt av 90´unum
var Skálabaturin stjørnu
tíggjumannafarið, sum altíð
blandaði seg upp í kapp
ingina um føroyameistara
heitið og vann trý á rað.
Í 1996 vóru tó fleiri, sum
bjóðaðu skálamonnum av.
Havnarbáturin legði nógv
fyri,
og
Vestmenningur
var góður sum altíð. Ný
bygdi Kjølur var eisini ein
vandamikil outsidari. Skála
báturin og Vestmenningur
byrjaðu kappingarárið best.
Fyrstu
stevnurnar
vóru
2000 metrar, har teir vóru
stinnastir.
Tríggjar
vóru
tó 1000 metrar, og á hesum
teininum kom styrkin hjá
Havnarbátinum
og
Kjøli
fram. Teir skiftust um at
vinna, og á ólavsøku var
støðan tann, at ikki færri
enn
trý
tíggjumannafar
kundu
gerast
føroya
meistarar – Havnarbáturin,
Skálabáturin og Vestmenn
ingur. Havnarbáturin vann
ólavsøkuna og streyk av stað
við øllum eftir eitt ótrúliga
spennandi kappingarár.
Spenningurin
á
ólav
søku stendur um so nógv.
Í
summum
førum
um
føroyameistaraheitið,
í
øðrum
førum
bara
um
at
vinna
ólavsøkuna,
tí
føroyameistarin er funnin
frammanundan. At vinna
ólavsøkuna er tó ríkiligt í
sjálvum sær, tí vinnarin fær
heiður og æru og er kongur
inntil næstu ferð. Um tað
stendur ólavsøkuróðurin –
til síðsta tak.
post@sosialurin.fo
Sjúrður Gullbein
Til ólavsøkuróðurin sleppa
børnini í ókeypis barna
land, sum verður fyriskip
að á bryggjuni við havnar
skrivstovuna, beint við
róðurin.
Kappróðurin skal savna
alla familjuna á ólavsøku.
Hetta er stavnhaldið hjá
Áhugafelagnum ólavsøku
róðri, sum fyriskipar til
takið kring sjálvan FM-
róðurin. Farið verður til
verka longu í ár við einum
barnalandi, sum í røttum
róðraranda hevur fingið
navnið Homluland.
Lærandi, upplýsandi
og stuttligt
Homluland er back to
basics. Her verður skapt
eitt einfalt umhvørvi, har
børnini sleppa at spæla
og fordjúpa seg í leiki og
smáum kreativum verk
stovum. Tey kunnu læra
at bregda og fáa ein vakran
homlulokk í hárið, og tey
kunnu perla, klattra, hoppa
band, lakka paradís, krita,
blása sápubløðrur, koyra
mánabil og annað mangt.
Í Homlulandi verður eisini
ein rættiligur róðrarbátur
til børnini at dreymarógva
í, og nøvn verða sett á
ymsu lutirnar í bátinum,
so at børn og vaksin kunnu
lesa um nøvnini á einum
føroyskum báti.
Hugskotið at gera eitt
back to basics barnaland
stavar frá sjálvum kapp
róðrarbátinum. Tí júst sum
í bátinum er einki disko
og eingin elektronikkur.
Homluland er bara rátt
tilfar, hugflog og handa
kraft.
Øll børnini kunnu
fáa eina gullmedalju
Fólkameingið kann vera
stórt til kappróðurin, og
eitt barn kann skjótt blíva
burtur í mongdini. Hes
um verður ansað eftir í
Homlulandi, og børnini fáa
tí møguleikan at gera sær
eina gullmedalju at hava
um hálsin. Á medaljuna
verða navn barnsins og eitt
telefonnummar skrivað á,
so at lætt er at fáa fatur
á foreldrunum, um tey
missa barnið burtur. Um
so verður, verður kunning
um barnið givin í hátalar
unum, sum varpa út kapp
róðurin.
Í Homlulandi kunnu
børnini eisini keypa sær
eina koppakøku og okkurt
at drekka, um tey tystast
í leiki, eins og tey kunnu
keypa sær eina lýsiballón.
Ja, tú las rætt, eina ballón,
sum lýsir! Eisini hesin
parturin
hevur
fingið
eina róðrarkrúllu, tí bæði
koppakøkur og ballónir
hava sama lit sum tey
trý kappróðrarfeløgini –
reyðar, bláar og hvítar, sum
so vakurt skapa tjóðarlitir
okkara.
Hugskotið um Homlu
land er skapt, og til ólav
søkukappróðurin skal tað
standa sína fyrstu roynd.
Eydnast tað, verður kon
septið
víðariment,
so
at tað kann gerast ein
fastur partur av ólavsøku
róðrinum.
Stað:
Sunnan fyri havnarskrivstovuna
Kostnaður: Ókeypis.
Opið: 28. juli kl. 13.00-17.30.
Aldursmark: 2-10 ár.
Parkering fyri barnavognar: Ja
Poul Clementsen
Um kvøldarnar, seint um
várið, áðren flymo-fepurin
hevur lagt seg sum eina
dýnu yvir býin, og tú valla
hoyrir mannamál fyri gras
trimmarum, hoyri eg ofta
glefsini av róðursmonnum
og kvinnum, ið kýta seg al
goyst niðri á vágni.
Tá reisi eg meg oftast
upp; seti spakan frá mær,
rætti ryggin og síggi tey fyri
mær eina løtu. Smílist við
tankan um hetta ofta lætta,
lágvaksna
og
harðmælta
bakbeistið afturi í rong.
Sjálvt um geylini boða frá,
at bert 30 tøk eru eftir, og at
perluportrið stendur víðopið,
eru altíð nøkur eyka tøk eftir.
Nú munnu tey verða
komin árakað Viðarnes, tí
rópini tagnaðu. Tey fóru
aftur um oljutangarnar. Lítla
løtu seinni hoyrist ein onnur
rødd. Ymisk frá teirri fyrru,
og ein heilt onnur falsett,
men minst líka eldhugað.
Tað er hesin eldhugurin,
sum er so bergtakandi. Hvat
er tað, sum fær okkara besta
ungdóm at velja sár, pínu
og kaldar skvampar, fram
um flógvar kondideplar við
hamstarahjólum,
syntet
iskum gúlarótadrykkum og
flatskíggjum? Sneditt, ha?!
Fleiri av okkum hava eis
ini okkara egna yndisbát at
halda við. Tá ið so útvarpið
sigur frá onkran stevnudag,
kunnu vit fylgja við og
antin iðra okkum saman
við teimum ella fegnast fyri
okkum sjálvi. Tá serføroyska
ítróttin verður útvarpað, fáa
vit eitt sindur av mentan
tann vegin. Tað løgna er
jú, at kappróðrarfólk eru
mentanarberar
uttan
at
leggja so nógv í tað. Tey
flestu hugsa so at siga ikki
um tað. Men ímynda tær
eina ferð, at føroyskur kapp
róður helt uppat. Hevði tú so
saknað tað íkastið, sum júst
hendan ítróttin gevur? Sjálv
ur haldi eg, at tað hevði verið
tunnligt uttan.
Men
kappróður
sum
mentanaríkast
hevur
so
sanniliga
kapping.
Væl
marknaðarførd nøvn sum
Messi og allir hinir er so nógv
lættari
atkomulig
ítrótt.
Tað er so vælsignað lætt at
sita ein dag ella eitt kvøld
í ivaveðri og fáa tað heila
borðreitt inn í stovuna. Eitt
ótal av mínum kenningum
viðmerkir á facebook líkt
og ólíkt – í smálutum – um
heimsstjørnurnar í fótbólti.
Tað mugu tey um, men
eg hugsi bara, at tað er so
lætt og fordummandi, tá tað
er í heilum, fyri ikki at siga
hvørja viku. At vera serfrøð
ingur heima á sofuni hevur
ongantíð flutt nakað sum
helst. Tí ivist eg í, at júst
handan passiva dyrkanin
av marknaðarførdari ítrótt
hevur uppiborið so stórt
pláss í gerandislívinum hjá
heilt nógvum fólki. Higartil
eru vit spard fyri, at Copa del
Rey er spæld ólavsøkuaftan,
men eg havi varhugan av,
at tað hevði verið tómligt á
Tinganesi, um so varð.
Nei tú. Vit hava ger-so-
væl at halda øllum okkara
ungu til, so tey halda fast
um tjóðarítróttina fyri teirra
egnu skyld. Tí tá ljósini á
Anfield verða sløkt, er tað
ikki ein kleyv har á leið, ið
veit, hvat Føroyar er. Enn
minni, hvar vit eru. Kappróð
urin eiga vit og bara vit; og at
eiga nakað, tað pliktar.
Tað pliktar, júst sum við
móðurmálinum, merkinum,
tjaldrinum og tjóðarsam
leikanum. Tað eigur at fáa tín
stuðul, tína nærveru og tína
verju. Tað, at vera ein lítil
tjóð; tað, at vera føroyingur,
er ikki eitt time-share ævin
týr undir hentleikaflaggi.
Kappróður er ikki fyri
zapparar. Kappróður er ikki
fyri sofaserfrøðingar. Kapp
róður er harður, og fyri mær
er kappróður ímyndin av
einari lítlari tjóð, mitt úti í
Atlantshavi.
okkara samba