Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Nógvir í nýggjari troyggju Illa sperdu feløgini hava funnið sær styrk millum teir, sum hava vant nógv, men sjáldan eru slopnir framat á besta liðnum, har teir hava verið Jóannes Hansen Á midnátt í fyrrakvøldið læt flytingarvindeygað í fót­bóltinum aftur fyri hesa ferð. Sum tað plagar at vera, so var tað eisini soleiðis hesa ferð, at fleiri spælarar skiftu felag, áðrenn tað í hesum um­far­inum var ov seint. Í feløgunum, sum kapp­ast um FM heitið, var tað friðar­ ligt. Longu tá ið flytingar­ gluggin læt upp, fekk topp­ liðið tilgongd av trimum topp­spælarum, sum av álv­ara økja um kappingina um fyrstu ellivu plássini – Adrian Cieslewicz, Odmar Færø og Rógvi Poulsen. Teir vóru á liðnum undan summar­steðginum, og tá var Jóan Símun Edmundsson at síggja í HB álopinum. Víkingur er á triðja plássi í lands­kappingini, og víkingar­nir hava ikki verið uttanfyri eingjagarðarnar fyri at finna nýtt fólk. At Sølvi Vatn­hamar og Andreas Lava Olsen eru komnir heim aftur til felagið, sum teir fóru frá, eftir lestur á flat­ londum styrkir av álvara um liðið. Sølvi Vatnhamar hevur longu í europeisku kapp­ing­ ini vunnið sær pláss millum teir fyrstu ellivu. Andreas Lava Olsen hevur í euro­ peisku uppgerðunum verið skiftur inn, og í tveimum førum hevur hann skorað avgerandi mál. Hann er fram­ vegis plágaður av skaða, men tá ið hann verður fullførur aftur, er tað eingin ivi um, at hann verður millum teir fyrstu ellivu. ÍF er á sjeynda plássi, og tað er eingin ivi um, at silvur­vinnararnir eru betri brynjaðir nú, enn teir vóru undan summarsteðginum. Fyrr­verandi lands­liðs­spæl­ arin Bogi Løkin, sum sein­ astu árini hevur verið nógv skaðaplágaður útiseti, fer nú at royna seg aftur í føroysku kappingini, og fyri breidd­ina hevur tað týdning, at fyrr­ verandi KÍ spælarin, Jógvan Isaksen, sum í vár var fastur maður í AB, men síðani misti plássið, nú fer at royna seg í Fuglafirði. Í Klaksvík hevur tað verið heilt friðarligt. Tað var smeitur, tá ið Atli Danielsen eftir síðsta dystin undan summar­steðginum boðaði frá, at hann – fyribils í hvussu so er – gevst við fótbólti á hægsta støði. Jonas Flindt Rasmussen er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, og so er framrættaði Bárður J. Heinesen fluttur aftur í barn­dóms­felagið, eftir at hann í vár royndi seg í HB. Meiri tyngd í NSÍ NSÍ er omanfyri miðstrikuna í landskappingini. Merkis­ verrt er tað tó, at tað higartil ikki hevur eydnast liðnum at vinna á øðrum enn teimum trim­um botnliðunum. Nú eru fyritreytirnar fyri, at tað skal eydnast, batnaðar. Tað er stórur styrkur, at Pól Jóhannus Justinussen og Christian Høgni Jacobsen nú eru aftur í barn­dóms­ fel­ag­num. Pól Jóhannus er førur fyri at styrkja um liðið í fleiri ódnum. Undan summar­steðginum var tað viðhvørt í verjupartinum, at tað restaði hjá NSÍ, tá ið skað­ar og leikbann gjørdu um seg. Pól Jóhannus er styrkur í miðverjuni og á vinstra vongverja, og hann er eisini styrkur á verjukenda sentrala miðvøllinum og í fram­rættaðum plássi í vinstru, har hann ofta hevur víst seg at vera málsøkin. 35 ára gamli Christian Høgni Jacobsen er elsti maður í NSÍ hópinum. Hann hev­ur ikki roynt seg í bestu deild­ini síðani 2012, tá ið hann umboðaði B68. Tølini siga, at besta árið hjá málsókna álops­spælaranum var í 2010, tá ið hann í landskappingini skoraði 22 mál fyri NSÍ og saman við Arnbirni Hansen í EB/Streymi var toppskjútti. Flytingar í botninum Allir fótbóltsspælarar, sum leggja nógv fyri í venjing­ unum, ætla sær at spæla á fremsta liðnum í felagnum, sum teir umboða. Tá ið ván­ ir­nar fyri at sleppa fram­at verða verri, er tað so sjálv­ sagt, at spælararnir um­hugsa støðuna og leita sær av­bjóð­ ingar aðra staðni, um tað er møguleiki fyri tí. Hjá teimum trimum niðastu á støðutalvuni er dags­skráin at sleppa undan niður­flytingini. AB, B68 og Skála hava økt um talið á spælarum í summar­ steðginum. Hvussu stórur styrkurin verður fæst at síggja, tá ið tað í viku­skift­ inum verð­ur farið undir aftur lands­kappingina og lið­ini verða mannað. Nýggir í AB troyggjuni eru ungu B36 spælararnir Sandri Færø og Tóki á Lofti, sum eru framrættaðir og skjótir, og so er tað Aleksandrs Cekulajevs úr Letlandi, sum tað verður vónað skal vinna plássið í álopinum, eftir at Jóan Símun Edmundsson er farin til HB. Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sigur soleiðis: – Vit hava fingið álops­leik­ aran Aleksandrs Cekulajevs umvegis umboðsmannin Hans Jacob á Líknargøtu. Aleks var til royndarvenjing hjá okkum í seinastu viku, og vit eru væl nøgdir við tað, sum hann hevur víst. Hann vísir góðan hugburð undir venjing og stendur ofta á rætta staðnum í brots­teig­ inum. Hinir báðir, Sandri Færø og Tóki á Lofti, eru tveir ungir leikarar. Teir eru báðir tveir vongspælarar og fara heilt sikkurt at geva lið­num nakað, ið vit hava manglað. Nýtt fólk í báðum endum Loyvini hjá Ibrahima Camara eru nú komin upp á pláss. Harvið verður hann nú í B68 álopinum, har hann eis­ ini royndi seg í 2010, 2011 og 2012, tá ið hann bara spældi tríggjar dystir. Besta árið var í 2011, tá ið hann skoraði tíggju mál. Hans Jørgensen er aftur á Toftum, har hann var stinn­ ur málverji í 2012. Hann er ætlaður av avloysa Kristian Joensen millum stólparnar. Hinir tríggir nýggju B68 spæl­ararnir eru aftur í barn­ dóms­felagnum eftir at hava verið uttanlands – Oddur Højgaard, Remi Langgaard og André Olsen. Bergur Gregersen er fluttur aftur til Víking. Í vár var hann vong­verji í vinstru, men eftir skaða­steðg eydnaðist hon­um ikki at vinna plássið aftur. Nýtt og gamalt á Skála Veteranurin Pauli G. Hansen vísti í síðstu umførunum undan summarsteðginum, at hann er stórur styrkur á Skála mið­vøllinum. Nú hava skála­menn brynjað seg við tveimum framrættaðum monn­um. Høgni Midjord er fluttur úr B36, har tað nú varð so trongligt, og Ahmed Keita er fluttur úr Giza/ Hoyvík og til Skála. Eingin ivast í máltevinum hjá honum. Seinnu árini hev­ ur hann verið plágaður av skaða í knænum. Besta árið hjá 27 ára gamla Keita higar­ til var í 2009, tá ið hann skor­ aði 15 mál fyri B68. Rói av Fløtum er fluttur aftur í barndómsfelagið HB. Hann var vinstri vongverji á Skála tíðliga í vár, men eftir skaðasteðg vann hann ikki plássið aftur. Tað tynnist í Sundalagnum Størstu frágongdina millum teir, sum hava verið oftast millum teir fyrstu ellivu, er í EB/Streymi. Serliga dygg­ ur smeitur er tað, at Pól Jóhannus Justinussen er farin úr felagnum. Høgni Madsen er farin av landinum. Hann varð keyptur til felagið und­an kappingarbyrjan, men tað vísti seg ikki at vera góð loysn hjá honum at flúgva ímillum Danmark og Føroyar. At eingin nýggjur spælari er komin aftrat hjá EB/ Streymi, sum er á fjórða plássi, nú tað verður farið undir aftur landskappingina, sigur, at teir í Sundalagnum nú ætla at dúva meiri upp á sínar egnu. So er tað upp til eitt nú Jóhannes Hansen og Róa Olsen at vísa, at teir eru førir fyri at lyfta arvin. joannes@sosialurin.fo AB Tilgongd: Aleksandrs Cekulajevs, Tóki á Lofti, Sandri Færø Frágongd: Jógvan Isaksen, Hans Jørgensen, Jóan Símun Edmundsson   Skála Tilgongd: Ahmed Keita, Pauli G. Hansen, Høgni Midjord Frágongd: Rói av Fløtum   B68 Tilgongd: Ibrahima Camara, Hans Jørgensen, André Olsen, Remi Langgaard, Oddur Højgaard Frágongd: Kristian Joensen, Bergur Gregersen  ÍF Tilgongd: Bogi Løkin, Jógvan Isaksen, Andrias Poulsen Frágongd: Eingin   KÍ Tilgongd: Bárður J. Heinesen Frágongd: Atli Danielsen   NSÍ Tilgongd: Pól Jóhannus Justinussen, Christian Høgni Jacobsen Frágongd: Eingin   EB/Streymur Tilgongd: Eingin Frágongd: Pól Jóhannus Justinussen, Høgni Madsen   Víkingur Tilgongd: Andreas Lava Olsen, Bergur Gregersen Frágongd: Eingin   HB Tilgongd: Jóan Símun Edmundsson Frágongd: Bárður J. Heinesen   B36 Tilgongd: Adrian Cieslewicz, Rógvi Poulsen, Odmar Færø Frágongd: Sandri Færø, Tóki á Lofti, Høgni Midjord Pól Jóhannus Justinussen er fluttur úr EB/Streymi og aftur í barndómsfelagið NSÍ Mynd: Álvur Haraldsen Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 15 11 4 0 35 14 +21 37 2 HB 15 8 6 1 31 14 +17 30 3 Víkingur 15 7 5 3 29 16 +13 26 4 EB/Streymur 15 6 4 5 26 20 +6 22 5 NSÍ 15 6 3 6 31 19 +12 21 6 KÍ 15 6 2 7 26 26 0 20 7 ÍF 15 4 5 6 23 30 -7 17 8 AB 15 3 4 8 16 36 -20 13 9 B68 15 2 3 10 15 34 -19 9 10 Skála 15 1 6 8 9 32 -23 9