Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 ítróttur fótbóltur Víkingur skal hava mál Hóskvøldið spælir Víkingur tann seinna dystin í øðrum undanumfari móti norska liðnum Tromsø IL André Olsen Hóskvøldið skal Víkingur aftur í eldin í evropeiskum saman­hangi. Tá spælir Víkingur seinna dystin í øðrum undanumfari móti norska liðnum Tromsø IL. Víkingur vann sær eitt gott útangsstøðið seinasta hós­kvøld, tá felagið spældi mál­leysan javnleik á Svanga­ skarði. Við eitt sindur av hepni kundi Víkingur havt vunn­ið dystin, tí liðið hevði í fleiri førum møguleikar til at fáa mál. Serliga í seinna hálvleiki, skuldi Víkinga áleyparin, Finnur Justinussen havt fingið bóltin í málið, tá hann var púra leysur við málverjanum hjá Tromsø IL. Víkinga liðið var til dystin í seinastu viku fullmannað fyri fyrstu ferð í longri tíð. Miðvallarin Súni Olsen, ið ikki hevur leikt tær seinastu nógvu vikurnar var aftur á liðnum hjá Víkingi. Lava frá byrjan Til dystin hóskvøldið er talan enn einaferð, um eitt full­mannað Víkinga lið og sambært keldum hjá Miðla­ húsinum byrjar Víkinga áleyparin, Andreas Lava Olsen inni á liðnum hjá Víkingi fyri fyrstu ferð hós­ kvøldið. Hann er framman­ undan komin inn í øllum hinum evropeiskum dyst­ unum, har hann í báðum dyst­unum móti lettiska lið­ num FC Daugava, hevði av­ ger­andi fót í dystunum. Ferðalagið hjá Víkingi legði týskvøldið leiðina móti Tromsø, har dysturin hós­ kvøldið verður leiktur. Talan var um eitt stórt ferða­lag, tí Víkingur leigaði eitt privat­ flogfar til Tromsø, har tað eydn­aðist at fáa flogfarið full­mannað. Tí eru fleiri Víkinga áskoðarar við í ferða­lag­num til Tromsø. Fullmannað heimalið Tromsø IL manglaði seinasta hóskvøld tveir týðandi leik­ arar á liðnum. Vanligi lið­ skip­arin á liðnum, Miika Koppinen, ið er skrásettur fyri 18 landsdystir fyri Finn­ land var ikki við, tá Tromsø IL spældi í Føroyum. Hann er tøkur aftur til dystin hós­ kvøldið. Harafturat var kekkiski áleyparin, Zdenek Ondrasek heldur ikki við á liðnum hjá Tromsø til dystin í Føroyum hóskvøldið og hann verður sum skilst eisini tøkur til seinna dystin hóskvøldið. Tí er talan um heldur sterk­ari mótstøðu hjá Víkingi hesa ferð, men talan er tó ikki um eina ómøguligu upp­gávu. Víkingur vísti í fleiri førum í seinasta dysti, at felag­ið megnaði at spæla upp við norsku favorittarnar. Har­afturat er tað kærkomið hjá Víkingi at vita, at felagið bert skal hava eitt mál, fyri at heimaliðið skal kenna seg trýst. Fær Víkingur eitt mál á útivølli, skal heimaliðið fram at skora tvær ferðir. Fara til Noregs eftir at fáa mál Sigfríður Clementsen, ið er venjari hjá Víkingi segði eftir dystin í seinastu viku, at tað verður trupult hjá Víkingi til útidystin, men at teir fara til Noregs eftir at fáa eitt mál. – Tað verður trupult í Noregi, men tað tekur onga tíð at gera eitt mál. Fáa vit eitt mál, skulu teir hava tvey, so vit fara heilt sikkurt at spæla okkara møguleika. Hans Jørgen bjartskygdur Miðvallarin Hans Jørgen Djur­huus, ið var mest eyð­ sýndi Víkinga leikarin til dystin seinasta hóskvøld er eis­ini bjartskygdur undan dyst­inum nú hóskvøldið. – Vit hava eitt gott útgangs­støðið til seinna dyst­in. Tað var umráðandi at vit hildu teimum frá at skora, tí nú skulu vit bert hava eitt mál, fyri at teir skulu kenna seg trýstar. Dysturin millum Tromsø IL og Víking verður leiktur klokkan 18:00 føroyska tíð hós­kvøldið. andre@sosialurin.fo Andreas Lava Olsen byrjar inni á liðnum hjá Víkingi fyri fyrstu ferð hós­kvøldið Mynd: Álvur Haraldsen