týsdagur 22. juli 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
profilurin
Hilmar Jan Hansen
Nú stóra súkklukappingin
kring Føroyar aftur er á
skránni – fyri átjandu ferð í
nítjan ár – er navnið Gunnar
Dahl-Olsen óivað eitt, mong
kennast við. Hóast hann er
49 ár, er hann »still going
strong«, og aftur hesaferð er
hann bæði við sum súkklari
og fyriskipari.
Tað er neyvan ov nógv
sagt, at hann hevur súkkling
ina sum lívsstíl, men vit settu
honum stevnu fyrr í vikuni
fyri at fáa eitt sindur at
vita um, hvussu tað bar til,
at súkklingin bleiv hansara
stóri og brennandi áhugi.
– Tað byrjaði við oyggja
leikunum í 1989, sum vóru í
Føroyum. Sjálvur súkklaði
eg ikki tá, men ein vinmaður
mín, Poul Henrik Poulsen,
sáli, var á føroyska landslið
num og heitti á meg um at
koma at hjálpa til eitt sindur.
Millum annað helt eg vakt, tá
súkklararnir komu oman av
Oyggjarvegnum og sovorðið,
greiðir Gunnar frá.
– Eg bleiv fullkomuliga
bitin av tí, sum eg tá sá,
hvussu teir kýttu seg og alt
tað heila, og eg setti í meg
sjálvan, at hatta skuldi eg
fara í holt við. Sjálvur hevði
eg spælt bæði fótbólt og
hondbólt og eisini borð
tennis, men í nógvar mátar
passaði tað betur til mín at
fáast við okkurt sum ein
staklingur, heldur enn at
vera partur av onkrum lið
ítrótti. Longu tá var eg blivin
pápi, so kundi eg vera uppi í
onkrum, har eg fekk vant, tá
tað bar til, hóskaði tað sjálv
andi nógv betur til mín.
Tá oyggjaleikirnir í Føroy
um endaðu, vóru tað fleiri
av útlendsku súkklarunum,
ið royndu at sleppa sær av
við súkklurnar og selja tær,
heldur enn at dragsa tær við
sær heimaftur, og tá royndi
Gunnar so at liggja framvið
at fáa fatur í einari góðari
kappsúkklu.
– Eg og ein vinmaður, Rolf
Olsen, gingu og mólu millum
allar hesar flottu súkklurnar,
og hann fekk nokk so skjótt
gott eyga á einari, men eingin
vísti seg at passa til mín.
Tær, sum vóru til sølu, vóru
annaðhvørt ov lítlar ella
ov stórar til mín, so eg fekk
onga súkklu beinanvegin.
Men tá Poul Henrik, sum lasi
niðri og eisini vandi við onkr
um donskum felag, fór niður
aftur, lovaði hann at finna
eina góða súkklu til mín. Tað
gjørdi hann so og sendi mær
súkkluna, og soleiðis byrj
aði tað heila hjá mær, sigur
hann.
Vóru ikki klárir
– Eg og Rolf vandu øgiliga
nógv og fleiri komu eisini
aftrat, og málið hjá okkum
var sjálvandi at fara við til
næstu oyggjaleikirnar, sum
skuldu verða í Álandi í 1991.
Men sum leikirnir nærkað
ust, helt eg ikki, at vit vóru
nóg dugnaligir, og hóast eg
altíð havi verið kendur fyri
at havt gott mót til at fara í
holt við alt møguligt, valdi
eg ikki at fara avstað, sigur
Gunnar.
– Tað var helst eisini gott,
tí vit vóru ikki nóg góðir, so
úrslitið av tí hevði kanska
heldur blivið, at vit bara
góvust við at súkkla. Í staðin
løgdu vit alla orku í at blíva
betri, so vit kanska kundu
verða klárir til oyggjaleikir
nar tvey ár seinni heldur, tí
hesaferð vóru vit ikki klárir
til tað.
Hetta vísti seg at vera ein
skilagóð avgerð, tí tá leik
irnir vóru á Isle of Wight í
1993, var Gunnar Dahl-Olsen
saman við trimum øðrum við
í ferðalagnum. Hinir vóru
Bogi Kristiansen, Absalon
Hansen og Jens Glerup, og
hóast teir kanska fingu ein
lítlan skelk, tá teir sóu, hvat
veruliga kravdist, so kundu
teir ásanna, at tað var nú
bara gott, at teir ikki vóru
farnir við tvey ár framman
undan.
– Nú vóru vit so mikið væl
fyri, at vit saktans kundu
vera við, og í løtum kundu
vit
eisini
bjóða
teimum
bestu av. Og síðani tá hevur
súkklingin staðið seg so
mikið væl, at tað næstan
er blivið til heiðursmerki
hvørja ferð. Undantakið var
nokk í Hetlandi í 2005, tá
einki vildi bera til hjá okk
um, men annars hevur tað
bara hilnast stak væl, sigur
Gunnar.
– Tað besta árið var í
1995, tá oyggjaleikirnir vóru
á Gibraltar, tí tá vann eg
sjálvur silvur í 100 kilometra
landavegssúkkling,
Bogi
Kristiansen vann bronsu í
býarsúkkling og liðið vann
bronsu í einkultstarti. Tá
vóru Rógvi Johansen og
Jóhann Brend eisini komnir
við, og eykamaður hjá okk
um
var
Eyðun
Poulsen,
sáli, og teir leikirnar fingu
vit staðfest, at vit líkasum
høvdu meira upp á hjarta,
enn bara at vera við fyri at
læra.
Gloymir bilin
Og soleiðis hevur súkklingin
hjá Gunnari bara verið ein
fastur partur av lívinum,
og alt sítt vaksnamannalív
hevur hann havt súkkling
sum ítriv, umframt at hann
eisini hevur havt børnini við,
tá skipað hevur verið fyri
barnasúkkling og øðrum.
– Eg kann nevna sum
dømi, at tá børnini eru farin
onkrastaðni at til svimji
kapping, havi eg gjarna fylgt
teimum niðan til bussin, sum
er farin frá Svimjihøllini í
Havn, og so havi eg súkklað
aftan á teimum til Leirvíkar
og aðrastaðni, har tey hava
kappast. Upp á tann mátan
havi eg fingið bæði eitt
sindur av venjing og eitt
sindur av familjuhugna við
í einum, flennir Gunnar, ið
nevnir súkklingina sum eitt
gott ítriv, um einum dámar
væl at koma runt og síggja
eitt sindur.
– Við einari súkklu kanst
tú koma so víða, og um tú
hevur brúk fyri at stressa
av, so er bara at fara ein túr
niðan á Oyggjarvegin, har
langt er millum bilarnar og
tú kanst vera fyri teg sjálv
an. Og um summarið, tá tað
er ljóst, kanst tú fara ein
sovorðnan túr bæði tíðliga
um morgunin og seint um
kvøldið.
Yvirhøvur
er
Gunnar
nógv á súkkluni, tí hann
súkklar
til
arbeiðis,
til
handils og allastaðni, har
ørindi og annað skal gerast.
Men tá hann onkuntíð hevur
bil, kemur tað meiri enn so
fyri, at hann gloymir alt um
bilin.
– Ja, nú vit hava ein
súkkluhandil, hava vit eisini
ein bil, sum vit brúka til
– Tað fantastiska við súkkling er, at tú kanst blíva við, sjálvt um árini leggjast
aftrat, og tað kanst tú kanska ikki so væl, tá talan er um fleiri aðrar ítróttargreinar.
Sjálvt rennarar kunnu koma hartil, at kroppurin orkar ikki meira enn eitt vist,
umframt at renningin kann belasta liðir og limir í størri mun, enn súkklingin ger
tað, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið er so nógv á súkkluni, sum hann kann
Gunnar Dahl-Olsen:
Passaði betur til
mín at fáast við okkurt
sum einstaklingur,
heldur enn at vera partur
av onkrum liðítrótti
lívsstílur
Súkklingin
er ein